LUKKA umrødd í norðurlendska blaðnum Magasin

mai 10, 2018

Bókin LUKKA, sum MEGD gav út 2016, er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag við teirri vón, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek. Nú vísa onnur áhuga fyri bókini.

Í blaðnum Magasin, sum Nordens välfärdscenter gevur út, verður bókin LUKKA hesa ferð umrødd.

Tað var í 2016, at hugskotið hjá MEGD, at gera ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, lættari hjá føroyingum at lesa og harvið eisini at kenna, gjørdist veruleiki. Hugskotið sást aftur í úrslitinum, sum fekk navnið LUKKA. Tað vóru Ása Olsen, aðalskrivari, og Tóra við Keldu, forkvinna, sum skrivaðu og tillagaðu tekstin. Edvard Fuglø, listamaður, teknaði og Jastrid Gullaksen, grafikari, setti bókina. 

LUKKA vísir við myndum og teksti á ymisku greinarnar í ST sáttmálanum við teirri vón, at vaksin lesa bókina saman við børnum, so bæði vaksin og børn kenna tey grundleggjandi rættindini, sum sáttmálin vísir á. Um tú hevur hug at hyggja í og lesa LUKKA, so finnur tú hana her: LUKKA

Blaðið Magasin kann lesast her: Magasin    

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024