Søk um fylgjarakort áðrenn 1. juni

mai 11, 2018

Summarið nærkast, og tað merkir, at summarstevnur, ítróttur og festivalar skjótt aftur verða á skránni. Um tær, ella onkur tú kennir, tørvar fylgjarakort, so er at søkja nú.

MEGD hevur stongt í juli, og fara vit at heita á tykkum um at søkja um fylgjarakort skjótast gjørligt fyri at gagnnýta kortið í summarfrítíðini. Freistin at søkja fylgjarakort til summarið 2018 er 1. juni.

Á heimasíðu okkara megd.fo liggur umsóknarblað til fylgjarakortið, sum tú eisini finnur her: Umsókarblað til fylgjarakort

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran.

Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og er ikki treytaður av aldursmarki.

Støð har kortið er galdandi eru:
Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya, Strandferðslan, Smyril Line og tiltøk, ið kommunurnar stuðla. Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

Ábyrgdin hjá fylgjaranum er at vera saman við tí, sum ber brek, og geva honum smidliga hjálp, sum bæði fevnir um persónliga og praktiska hjálp og fylgi. Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmark.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024