Fylgjaraavtalan við Atlantic Airways eftirmett og undirskrivað

mai 23, 2018

Tað var á fundi á skrivstovuni hjá Atlantic Airways 30. august 2017, at seravtala fyri fólk, ið hava rætt til fylgjarakort frá MEGD, fyrstu ferð varð undirskrivað. Í dag varð avtalan eftirmett og undirskrivað av nýggjum.

Avtalan um fylgjara merkir, at fylgjarin hjá tí ferðandi, sum hevur fylgjarakort frá MEGD, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum. 

Í avtaluni stendur:

  • Hendan seravtala um avsláttur á flogferðaseðlum verður gjørd millum Atlantic Airways og MEGD.
  • Fylgjari fær 50% í avsláttri av galdandi almannakunngjørda ferðaseðlaprísinum (íroknað avgreiðslugjald) hjá tí ferðandi, sum hevur MEGD fylgjarakort. Avslátturin verður veittur á øllum rutum hjá Atlantic Airways.
  • Keyp av ferðaseðlum við serprísi, broytingargjøld og keyp av eyka tænastum, t.d. vistveiting, eyka viðføri, seturval v.m. er ikki fevnt av avsláttrinum í hesi avtalu.
  • Avslátturin er treytaður av, at tann ferðandi kann skjalprógva, at hann/hon hevur fylgjarakort frá MEGD.
  • Somuleiðis er avslátturin treytaður av, at fylgjarin ferðast á somu fráferðum sum tann ferðandi við MEGD fylgjarakorti.
  • Ferðaseðlar, fevndir av hesi avtalu, skulu bíleggjast á Sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways: tel. 341000 ella booking@atlantic.fo.
  • Hendan avtala kemur í gildi 24. mai 2018 og kann sigast upp við 12 mánaðar freist.

MEGD fegnast um avtaluna, ið heilt víst kemur nógvum fólkum tilgóðar.

Síðan MEGD gjørdi fyrstu avtaluna um fylgjaraskipan, ið kom í gildi 1. januar 2015, er skipanin vorðin víðfevnd. Við hesari avtaluni við Atlantic Airways eru tað fá støð, ið ikki eru fevnd av fylgjaraskipanini, og hetta fegnast vit um.

Fylgjarakortið er komið fyri at vera, og vóna vit, at so mong sum gjørligt fáa ágóðan av kortinum.

Á myndini eru Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Ása Olsen, aðalskrivari í MEGD.

Fleiri myndir her: Atlantic Airways

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024