Meginfeløgini í Norðurlondum á fundi í Stokkhólmi

juni 1, 2018

Norðurlendsku meginfeløgini møttust í vikuni í Stokkhólmi, har tosað var um, hvussu stendur til á brekøkinum.

Á skránni var m.a. samrøða við Stig Langvad, sum síðani 2010 hevur verið limur í nevndini hjá ST, sum viðgerð viðurskifti sum viðkoma ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek.

Nakrar myndir frá fundinum her.

Á fundinum vísti hann á týdningin í, hvussu londini skriva frágreiðingar til ST, serliga nú Norra, Svøríki og Finland skulu senda teirra frágreiðing inn. Tað hevur týdning, at frágreiðingarnar eru stuttar og nágreiniligar, og við sessinum í nevndini vil Stig nevniliga vera við til at broyta, hvussu felagsskapir í londum, har ST-sáttmálin er galdandi, skilja íverksetanina av ST-sáttmálanum.

Sjálvur hevur Stig í meira enn 40 ár sitið í koyristóli orsakað av ryggskaða. Hann livir sjálvstøðugt og hevur fólk um seg allan dagin. Sjálvsagt er hetta eisini ein fyrimunur, tí sum hann sjálvur sigur: Eg veit, hvat tað vil siga, at bera brek. 

Eisini søgdu londini á fundinum frá, hvat hendir á brekøkinum og nógvar av avbjóðingunum eru tær somu.

Millum tað, sum Føroyar vístu á var, at nú eita vit MEGD. Eisini varð víst á, at:

  • tænastulógin helst kemur til hoyringar í summar
  • MEGD hevur gjørt vart við, at tað als ikki kann góðtakast, at fólk, ið bera brek, í verkfalli verða flutt úr egnum heimi
  • vit seinastu tíðina hava gjørt viðmerkingar til bústaðarbygging, sum aftur sýnast at gerast ov stovnslíknandi
  • at tað í straffilógini § 266 b nú stendur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár 

Alt í alt ein góður fundur, sum verður tikin upp aftur í Sisimiut í august 2018, sum eisini verður tann seinasti við føroyskum formansskapi. 

Á myndini eru umboð fyri Ísland, Føroyar og Norra. Frá vinstru:
Lilja Lilja Þorgeirsdóttir, aðalskrivar í ØBI
Ása Olsen, aðalskrivari í MEGD
Þuríður Harpa Sigurðardóttir, forkvinna í ØBI
Eva Buschmann, forkvinna í FFO
Lilly Ann Elvestad, aðalskrivari i FFO
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024