Dagføring av ognini Eirargarður 14/16

januar 24, 2017

MBF hevur fingið omanfyri nevnda uppskot til hoyringar, og hava vit hesar viðmerkingar.

Vit eru vælvitandi um, at tað er stórur mangul uppá bustaðartilboð til fólk, ið bera brek, men eru vit í iva um tað er rætt at byggja stovnslíknandi bústaðir.

Í niðurstøðunum frá ST nevndini frá 2014, harmast nevndin um, at eitt nú í Danmark verða bygdar stovnslíknandi bústaðir við tríati ella fleiri búfólkum. Nevndin mælir til, at sáttmálapartur ríkisins gevast at byggja stovnslíknandi bústaðir til fólk, ið bera brek.

Um byggingin merkir, at tríati ella fleiri búfólk koma at búgva á ognini Eirargarður 14/16, er hetta beinleiðis ímóti tilmælinum frá ST nevndini, og tí vilja vit heita á Almannamálaráðið um at upplýsa fyri okkum, hvussu nógv fólk ætlanin er skulu búgva á ognini Eiraragarður 14/16.

Vit vilja heita á tykkum um at geva okkum svar sum skjótast.

Vinarliga v/ MBF
Ása Olsen, aðalskrivari

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024