Øll skulu hava sama rætt

juli 1, 2018

Danska Fólkatingið samtykti 31. mai 2018, at í Danmark skal tað vera ólógligt á øllum økjum at gera misnum á fólki, at diskriminera, orsakað av breki. Í dag, 1. juli 2018, varð lógin sett í gildi. Hetta eiga vit eisini síggja henda í Føroyum.

Í fleiri ár hevur MEGD sóknast eftir eini lóg, ið á øllum økjum og geirum forðar fyri, at mismunur kann verða gjørdur á føroyingum.

Í dag eru fólk, ið bera brek, vard av Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av breki. Veikleikin við hesari lóg er tó, at klagur um brot á hesa lóg skulu kærast til Javnstøðunevndina eftir løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn. MEGD hevði ynskt, at kærur um brot á lógina kunnu kærast til Vinnukærunevndini ella aðra kærunevnd.

Tá MEGD sendi skuggafrágreiðing til ST-nevndina í januar 2014, heittu vit á ST-nevndina um at mæla Føroya Landstýri til at viðtaka forboð ímóti mismuni orsaka av breki í øllum geirum í samfelagnum. Hendan áheitan okkara sást aftur í niðurstøðunum frá ST nevndini, ið sigur soleiðis:

Nevndin skundar undir stjórnina at seta í verk nýggjar víðfevndar tvør-geira lóggávu ímóti mismuni, sum víðkar verjuna út um arbeiðsmarknaðin, og hon stendur fast við, at tað at sýta rímiliga tillagingar er mismunur grundað á vanføri. Nevndin mælir til, at sáttmálapartur ríkisins tekur stig til at tryggja, at rímiligar tillagingar verða útvegaðar á øllum økjum í samfelagnum uttan undantak.

Danska Fólkatingið samtykti 31. mai 2018, at í Danmark skal tað vera ólógligt á øllum økjum at gera mismun á fólki orsakað av breki. Hetta merkir ítøkiliga, at tað frá 1. juli í 2018 t.d. er ólógligt at vísa blindari kvinnu ella manni við spastiskum lammilsi burtur úr handlum, matstovum, kaffistovum ella aðrastaðni í samfelagnum orsakað av breki.

Danski ráðharrin í barna- og almannamálum Mai Mercado og Danska Fólkatingið siga seg hava sum mál við hesi lóg at betra um verju fyri at mannamunur ikki verður gjørdur og at fremja javnviðgerð fyri øll – uttan mun til brek.

13. juni 2018 sendi MEGD, vísandi til niðurstøðurnar hjá ST í 2014, áheitan til landsstýriskvinnuna í almannamálum um at seta eina slíka lóg í gildi fyri Føroyar. MEGD metir, at við einari lóg, ið setur forboð fyri mismuni í øllum geirum í samfelagnum, vil lógin vísa veg til eina víðfevda hugburðsbroyting millum myndugleikar, politiska myndugleikan og vanliga føroyingin.

Spennandi verður at fylgja gongdini.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024