Almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)

februar 13, 2017

Viðmerkingar til uppskot til broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)

MBF hevur hesar viðmerkingar til uppskotið:

Í almennu viðmerkingunum 1.1. Orsøkir til uppskotið, verður víst á, at orsøkin er, at Løgtingið tók undir við avgerðini hjá løgtingsins fíggjarnevnd um at taka 1,5 mió. kr. av ætlaðu játtanini til heilsutrygdarveitingar, og tí er tørvur á at tillaga útreiðslurnar til heilsutrygdarveitingar soleiðis, at játtanin fyri 2017 heldur.

MBF metir, at tað er ein keðilig gongd, at áleggja fólki at gjalda meir fyri heilivág. Um tað er neyðugt at spara í heilsutrygdarveitingum, kundi hugsast, at ein hyggur eftir, um príslegan á heilivági møguliga er í hægra lagi. Tað er ein sannroynd, at príslegan á heilivági er avgerandi fyri heilsutrygdarveitingar.

Ein annar møguleiki er, at virksemi á stovninum verður tillaga so tað passar til játtanina fyri 2017.

MBF tekur ikki undir við at fólk skulu gjalda meira áðrenn tey fáa tilskot frá Heilsutrygd.

Vinarliga v/ MBF
Ása Olsen, aðalskrivari

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024