Føroyar handaði í dag Íslandi formasskapin í HNR

august 22, 2018

Í dag var føroyska meginfelagið, MEGD, fyri seinastu ferð vertur fyri fundin í HNR, sum er Handicaporganisationernes Nordiske Råd. Formansskapurin varð givin víðari til Íslendska meginfelagið, ØBI, sum komandi tvey árini fer at skipa fundirnar.

Í rúma tíð hevur HNR arbeitt fyri at fáa grønlendska umboðan við til fundirnar í HNR, og í dag, á fundinum í Sisimiut, var góð uppmøting. Tvey umboð vóru fyri grønlendska meginfelagið KNIPK, og seks umboð møttu fyri onnur limafeløg.

Meginfelagið KNIPK fekk møguleika at greiða frá grønlendska brekøkinum. Hans Reimer, formaður, legði út og peikaði á avbjóðingar á ymiskum økjum – landafrøðiliga, fíggjarliga og hugburðsliga. Meginfelagið leggur nógva orku í at vera sjónligt, og tey royna at hava ávirkan á politisku skipanina t.d. sum hoyringspartur og ráðgevi. Hóast avbjóðingar, so var onkur glotti at hóma. Hann nevndi millum annað nýggja húsið Pissassarfik, sum er bygt í Sisimiut. Hetta eru eini hús við tænastum fyri allar grønlendingar. Børn, ung og vaksin, ið bera brek, avvarðandi teirra og fakfólk, sum arbeiða á økinum. Starvsfólk í Pissassarfik veita fakliga vegleiðing og ráðgeving, tey gera frágreiðingar, skipa fyri undirvísing, skeiðum, terapi og venjingum av ymiskum slag. Hetta taltak var Hans sjónliga stolur av.

Les meira um Pissassarfik her.

Eisini vitjaði grønlendski talsmaðurin, Christina Johnsen. Hon gjørdist fyrsti grønlendski talsmaðurin á brekøkinum í september 2017. Hon hevur cand.jur. prógv frá Aalborg Universiteti og hevur drúgvar royndir innan ymisk størv sum løgfrøðingur, dómari og sum verji.

Talsmaðurin virkar við støði í lóg um talsmann á brekøkinum og við støði í breksáttmálanum. Uppgávan hjá talsmanninum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Alt arbeiðið byggir á ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Talsmaðurin virkar millum annað sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hon skal tryggja at grønlendska lógarverkið byggir á ST-sáttmálan, og hon savnar og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Javnan vísir hon eisini alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.

Les meira um grønlendska talsmannin her.

Hóast Grønland hevur stórar avbjóðingar á brekøkinum, so kenna hini norðurlondini til nakað tað sama, og tosað varð um, at møguliga eru nakar avbjóðingar enntá altjóða. Júst tí geva norðurlendskir fundur meining, har við kunnu læra av hvørjum øðrum og eisini samstarva á nøkrum økjum.

Á myndini eru frá vinstru:

Lilja Thorgeirsdottir, aðalskrivari ÖBI, Ísland
Lona Jeremiassen, nevndarlimur í Forglem mig ej, Sisimiut
Christine Reimer, skrivari í KNIPK
Elisabeth Vallenius, forkvinna í Funktionsret Sverige
Peter Petersen, formaður, Paamiut
Thuridur Harpa Sigurðardóttir, forkvinna í ÖBI, Ísland
Christina Johnsen, talsmaðurin á brekøkinum í Grønlandi
Judithe Johansen, skrivari í Puigornanga, Sisimiut
Hans Reimer, formaður í KNIPK
Gabriel Andreassen, nevndarlimur í Forglem mig ej, Sisimiut
Sif Holst, næstformaður í Danske Handicaporganisationer
Ása Olsen, fyrrverandi aðalskrivari í MEGD
Anna Ida, verkætlanarleiðari hjá talsmanninum
Lilly Ann Elvestad, aðalskrivari í FFO, Norra
Justus Lennert, formaður í Forglem mig ej, Sisimiut
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Eva Buschmann, leiðari í FFO, Norra
Susanne Broman, leiðari í Ålands handikappförbund
Anges Johnsen, tulkur

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024