Kendur myndamaður vitjar MEGD

august 30, 2018

Dagarnar 9. til 13. september 2018 vitjar kendi myndamaðurin Rick Guidotti MEGD.

Endamálið hjá honum við vitjanini er við myndum sínum at fáa í lag samtalur, prát og kanska kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Spurt verður m.a., hvat vakurleiki er, ella hvat vakurleiki kann vera, og um tað ber til at víðka hugtakið vakurleiki, soleiðis sum vit vanliga hugsa tað.

Í myndabókini Change how you see, see how you change stendur, at Rick Guidotti arbeiddi sum myndamaður í New York, Milano, Paris og London í mong ár. Hann tók myndir fyri Revlon, L’Oreal, Elle og Yves Saint Laurent av kendum fotomodellum sum Claudia Schiffer og Cindy Crawford.

Í mótaheiminum fekk hann tó altíð at vita frá øðrum, hvat vakurleiki var og skuldi síðani avmynda tað, sum onnur hildu vera vakurt. Tað var altíð mótaheimurin, ið setti treytirnar, og júst hetta helt Rick vera ørkymlandi, tí hann sá vakurleika í øllum og allastaðni – ikki bara á permuni á mótabløðum.

Ein dagin á veg heim møtti Rick eini ungari gentu, sum bíðaði eftir bussinum. Hon hevði snjóhvítt hár, bleika húð og ljós eygu. Hon hevði arvaeginleikan albinismu. Eina slíka fotomodell hevði hann ongantíð sæð fyrr. Hon var hugtakandi, men ongantíð tikin við, tá ið tosað varð um vakurleika.

Komin heim fór hann beint at kanna í læknabókunum, hvat albinisma var. Í bókunum sá hann bara ræðuligar myndir, sum vístu albinismu sum eina sjúku. Fólk stóðu upp ímóti vegginum í læknahølum í undirklæðum ella nakin við einum svørtum kassa fyri eyguni, ið skuldi fjala eyguni. Men hvar vóru myndirnar av eini slíkari hugtakandi gentu, sum hann hevði sæð við bussskýlið?

Tað var henda upplivingin, sum gjørdi, at Rick setti fokusið av nýggjum. Hann vildi gera eitt annað slag av myndum enn tær siðbundnu myndirnar í læknabókunum við tí fyri eygað at halda fast við, at vakurleiki og góðska eisini kunnu koma til sjóndar har. Her byrjaði eisini týdningarmikla ferð hansara sum myndamaður og sum menniskja.

Rick Guidotti verður at hoyra í Smæruni í Havn mikukvøldið 12. september klokkan 19. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

MEGD ynskir at takka Sjúkrakassagrunni Føroya fyri fíggjarligan stuðul.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024