MEGD er við, tá ið tosað verður um íverksetan av ST-sáttmálanum

august 27, 2018

Á fundinum í Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, sum er norðurlendska ráðið, har umboð fyri meginfeløgini á brekøkinum sita saman við embætisfólki, var Føroyar við at seta orð á verandi støðu viðvíkjandi íverksetan av ST-sáttmálanum.

Øll norðurlond hava undirskrivað ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Á fundi í Sisimiut í august varð tosað um, hvussu støðan er í dag, hvørjar royndir londini hava við víðari arbeiðinum t.d. við skuggafrágreiðing.

Føroyar og Danmark kenna mannagongdina og hava verið við í 2014, tá ið skuggafrágreiðingin varð skrivað, send, var til hoyringar og seinni eisini, tá ið endaligar niðurstøður komu frá ST-nevndini til, í okkara føri, Føroya Landsstýri.

Á fundinum í Sisimiut fekk MEGD høvið til at siga frá, hvussu vit síggja støðuna í dag. Í framløguni varð m.a. víst á, at tá skuggafrágreiðingin jú peikar á viðurskrifti, sum Føroya Landsstýri enn ikki á nøktandi hátt hevur tikið stig til og/ella íverksett, so var avbjóðingin hjá MEGD í 2014 at gera eina neyva raðfesting, tí føroysk viðurskifti fingu eitt rættiliga avmarkað pláss í donsku frágreiðingini. 

Í allari tilgongdini, sum byrjaði í 2013, vóru limafeløgini hjá MEGD tikin við, Tey vóru biðin um at senda tilfar inn, og seinni var uppskot til skuggafrágreiðing løgd fyri feløgini og send teimum til hoyringar. Øll høvdu møguleika at koma við uppskotum. Av teimum 50 greinunum í sáttmálanum, vóru viðmerkingar gjørdar til 12 greinar. 

Eftir at frágreiðingin var løgd fram í Geneve í 2014, sendi ST-nevndin Føroya Landsstýri “List of Issues”, har nevndin spurdi Føroya Landsstýri, hvørji ítøkilig tiltøk kundu føra til, at sáttmálin varð settur í verk í føroyska samfelagnum. Arbeiðið skuldi sjálvandi ávirka lógir og aðrar skipanir í samfelagnum soleiðis, at tað var í samsvari við sáttmálan. Í september sama ár var Føroya Landsstýri í Geneve og svaraði spurningum.

Støðan í dag er tann, at MEGD framvegis arbeiðir við viðurskiftum, sum enn ikki eru sett í verk. Vit vóna, at viðurskiftini skjótt koma í rætt lag, tí longu í 2019 vænta vit at skriva nýggja frágreiðing. Sjálv tilgongdin er so smátt byrjað.

Royndirnar eru tó sum heild góðar. Vit síggja ítøkilig viðurskifti, sum eru komin í lag, eftir at endaligu niðurstøðurnar komu úr ST. T.d. hevur almammamálaráðið fingið ábyrgdina av at seta sáttmálan í verk, vit hava sæð áhuga frá Løgmansskrivstovuni, har ST-sáttmálin verður hugsaður inn sum grund fyri lógararbeiði, soleiðis at lógarsmíð alsamt oftari er í samsvar við sáttmálan, og eisini hava vit sæð nakrar føroyskar sendingar í Kringvarpi Føroya við føroyskum teksti. 

Enn saknar MEGD t.d., at politiski myndugleikin ger eina ítøkiliga brekpolitiska ætlan, soleiðis at at gerst klárt, hvat skal raðfestast og arbeiðast við - hvat, nær og hvussu. 

Tað, sum nú hevur týdning fyri føroyingar er, at endaligu niðurstøðurnar frá 2014 verða íverksettar í føroyska samfelagið, og tað áðrenn 2019, tá ið vit aftur skulu í eldin. 

Her finnur tú ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og endaligu niðurstøðurnar frá ST.

Áhugavert kann her eisini vera at vísa á, at á fundinum varð ein bóklingur, sum er týddur til øll norðurlendsk mál, givin út. Hetta er virkisætlanin fyri norðurlendskt samstarv innan brekøkið frá 2018 til 2022.

Les Virkisætlan fyri norðurlendskt samstarv um brek 2018–2022 her.

Á baksíðuni stendur, at virkisætlanin er strategiska samstarvsskjalið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum um skerdan virkisførleika. Tað hevur gildi fyri alt ráðharraráðið og hevur trý fokusøki:

  • Mannarættindi: At stimbra og styrkja arbeiðið á landsstigið at fremja hetta í verki og hava eftirlit við, um ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki við skerdum virkisførleika verður hildin.
  • Burðardygg menning: Gjøgnum algilt snið av ymisligum umhvørvi at styrkja inklusjón, fáa í lag javnstøðu og virka ímóti, at mismunur verður gjørdur á fólki við skerdum virkisførleikum í øllum pørtum av norðurlendska samfelagnum við at bregda virkisførleikaskerjing inn í arbeiðið við burðardyggari menning.
  • Frælst flytføri: At fáa í lag frælst flytføri og at niðurlaga marknaforðingar, sum serliga tarna fólki við skerdum førleika.

Norðurlendskt samstarv er bæði gott og áhugavert. Eisini kunnu norðurlond samstarva á ymiskum økjum. Tó leggur MEGD stóra orku í at arbeiða við føroyskum viðurskiftum. Tað er her vit búgva, tað er her, vit skulu virka, og tað er her, vit skulu arbeiða fyri, at í Føroyum skal vera gott at búgva hjá fólki, ið bera brek. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024