Oddagrein í nýggja blaðnum: Saman við MEGD megna vit

september 7, 2018

2018 gjørdist árið, tá ið meginfelagið fekk nýtt navn og nýtt búmerki. Undir nýggja heitinum, MEGD, eru avbjóðingarnar tó júst tær somu, sum tær vóru undan navnabroytingini, og eyðsæð er, at miðvíst arbeiði áhaldandi skal leggjast í at gera føroyska samfelagið meira fevnandi og mennandi fyri allar føroyingar.

Saman við MEGD megna vit. Hetta er og verður okkara slagorð, og hóast slagorðið als ongar batar fremur í sjálvum sær, so eru tað júst møguleikarnir, sum slagorðið leggur dent á. Møguleikarnir, sum vit saman skapa til frama fyri nógvar føroyingar. Jú, saman kunnu vit sanniliga megna.

MEGD vísir á grundleggjandi rættindi hjá einstaklinginum í felagsskapinum, har hann megnar, um hann samstundis fær møguleika at trívast og at vera virkin, har hann sjálvur velur at vera.

Tí hevur MEGD seinastu tíðina tosað við tær stóru kommunurnar í Føroyum. Ongantíð verður ov ofta víst á ta stóru ábyrgdina, sum kommunurnar hava, tá ið tosað verður um trivnað og møguleikar hjá øllum borgarum. Hóast vit vita, at eingin kommuna er komin á mál, og vit eisini vita, at eingin kommuna heldur kann gera allar neyðugar ábøtur í einum, so er tað umráðandi, at tær kenna sína ábyrgd og vísa hana í verki. Í blaðnum hesa ferð tosa seks borgarstjórar frítt og opið um, hvussu teir síggja avbjóðingarnar við atkomu. Her hevur tað týdning at undirstrika, at tað júst eru kommunurnar, sum geva loyvi, sambært bygningskunngerðini frá 2017, til nýbygging, tá ið bygningar skulu umbyggjast, nýtast til nýtt endamál ella setast í stand. Kommunurnar geva eisini nýtsluloyvi til eitt nú matstøð og kaffistovur, og kommunurnar góðkenna bygningar, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu alment. Í hesum sambandi hava parkeringsviðurskifti og atkoma til bygningar alstóran týdning.

Samstundis sum víst hevur verið á ábyrgdina hjá kommununum, er eisini orka løgd í at vísa landsins myndugleikum á teirra ábyrgd. MEGD hevur millum annað verið á fundi við landsstýrisfólkini um, hvussu arbeiðast eigur at verða víðari við niðurstøðunum hjá ST, sum vórðu kunngjørdar í 2014. Her hevur MEGD serliga lagt dent á, at

  • í Føroyum kunnu hoyritarnað og deyv ikki fylgja við í føroyskum sendingum í KvF
  • tørvur er á brekpolitiskari ætlan fyri Føroyar
  • og eini menniskjarættindastovu fyri at seta grein 33 í ST-sáttmálanum í verk.

Koma vit á mál við hesum viðurskiftum, verður skjótari at koma uppaftur longri á leiðini, har onnur viðurskifti bíða. Eitt nú tørvar okkum ein sjálvsagdur hugburður, ið fevnir um allar borgarar, og sum als ikki góðtekur, at summir borgarar ikki fáa møguleika at vera við.

Fyri at ávirka vanligan hugburð millum føroyingar arbeiðir MEGD við at fáa stuttfilmar gjørdar. Teir byggja á tær ymisku greinirnar í ST-sáttmálanum, har grundleggjandi rættindi verða staðfest. Í september í ár fer MEGD undir eitt átak við myndum. Tær skulu vera við til at broyta vanahugsan og broyta, hvussu føroyingar vanliga síggja hvør annan í teirri vón, at myndirnar eisini geva okkum ein vælkomnan møguleika at síggja, hvussu vit sjálv broytast við hesum.  

Her kanst tú vera við at gera mun.

Tú ert vælkomin at lesa alt MEGD blaðið her.

Góðan lesihug!

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024