Skulu arbeiða miðvísari og skjótari á brekøkinum

oktober 1, 2018

Seinastu árini hava vit sæð vælkomnar batar á brekøkinum. Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 er lagt fram, er avbjóðingin sjálvsagt, at hetta er seinasta fíggjarlógaruppskot hjá sitandi samgongu. Løgtingsval verður aftur seinast um eitt ár, so her skal í fleiri førum arbeiðast skjótt við nøktandi játtan, um sitandi samgonga skal tryggja ymisku uppskotunum lív.

Brekpolitisk virkisætlan

Í vár skal MEGD saman við limafeløgunum aftur geva ST frágreiðing um, hvussu føroysku viðurskifti á brekøkinum eru skipað og nøktað í mun til ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Í 2014 komu niðurstøður til Føroya Landsstýri, og vit hava síðani tá sæð batar.

Almannamálaráðið, sum hevur ábyrgd av at íverkseta ST-sáttmálan í føroyska samfelagnum, hevur givið til kennar, at tey í næstum fara at orða brekpolitiska virkisætlan. Heitt varð á Føroya Landsstýri longu í 2014 at gera brekpolitiska virkisætlan, so hetta eru góð tíðindi og vónar MEGD, at arbeiðið fer at ganga bæði skjótt og væl.

Ein brekpolitisk virkisætlan skal fevna um øll rættindi og týðandi øki, sum ST-sáttmálin fevnir um. Her skulu setast ítøkilig mál, ið eisini kunnu mátast, her skal setast nóg stór fígging av og mátarar, so til ber at máta framgongd, tá ið politikkur, sum víkir at teimum, ið bera brek, verður settur í verk.

Virkisætlanin skal gera arbeiðið á brekøkinum meira miðvíst. T.d. kann ætlanin vísa á, nær komið verður á mál at byggja bústaðir til fólk við avbjóðingum, og nær lærarar í fólkaskúlunum og miðnámsskúlunum hava fingið eftirútbúgvingar, so teir fakliga eru tilreiðar at møta næmingum við ymiskum avbjóðingum -  bara fyri at nevna tvey viðurskifti.

 

Bústaðir til fólk við avbjóðingum

Í mong ár eru bygdir ov fáir bústaðir til fólk, ið hava avbjóðingar. Hesi skulu hava møguleika sjálvi at velja, hvar, og saman við hvørjum, tey vilja búgva. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru 200 mió settar av til bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og bústovnar til fólk við menningartarni. Eisini er játtan sett av til Bú- og umlættingardepil til fólk við autismu. Hetta fegnast MEGD um.

Tó er stóra avbjóðingin, at tíðarætlanin er løgd inn í komandi valskeið, nøktandi fígging er ikki sett av, og harvið er tað eisini ein avbjóðing, tá ið alt arbeiðið enn ikki er byrjað. MEGD vil heita á politiska myndugleikan at byrja hesar verkætlanir skjótast gjørligt og seta neyðugu játtanina av.

 

Útbúgving fyri øll

Í fíggjarlógaruppskotinum sæst, at ætlanin er at halda fram við at skipa tilrættaløgd útbúgvingartilboð til næmingar við serligum tørvi á miðnámsskúlunum, og eisini er ætlanin at námsfrøðilig útbúgving av miðnámsskúlalærarum heldur fram.

Seinastu árini hava vit sæð veruligt frambrot í at tríggir miðnámsskúlar í landinum bjóða serbreyt til ung við avbjóðingum, sum er løgd til rættis við støði í OCN-skipanini (Open College Network). Her kunnu tey ungu menna egnar førleikar á teirra støði.  

Við hesum hugburði eigur at verða hildið fram at gera føroysku fólkaháskúlarnar atkomuligar fyri øll. T.d. Føroya Fólkaháskúla, Ítróttaháskúlan í Suðuroy, komandi háskúlatilboð innan vistgrøði á Sandoynni og Húsarhaldsskúla Føroya. Hetta eru spennandi skúlatilboð, sum ikki bara eru bóklig og kunnu vera við til at menna ung við avbjóðingum. Eisini eigur eftirskúlin á Tvøroyri, ið eftir ætlan skal gerast veruleiki á sumri 2019, at vera við.

Áhugavert er at síggja, at ætlanin er at seta á stovn nýggja Pedagoghjálparaútbúgving á Heilsuskúla Føroya í 2019. Tó sæst hetta ikki aftur í játtanini, sum óivað bert røkkur til lønarhækkingar.

Hugstoytt er at síggja, at eingin játtan í fíggjarlógaruppskotinum er sett av til útbygging á Rásini, sum er skúlatilboð til ung við menningartarni. Hetta er eitt gott og mennandi skúlatilboð, sum eigur at vera útbygt, so fleiri fáa møguleika at gerast næmingar har.

 

Tekstir á føroyskar sendingar

Í fíggjarlógaruppskotinum sæst, at játtan er sett av til public service-tænastu til teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpi Føroya. Hetta er gleðiligt.

Í fleiri ár hevur MEGD víst á, at KvF skal veita deyvum og tunghoyrdum føroyingum atkomu við føroyskum teksti til sendingar í KvF. Hetta hevur enn bert rokkið til dokumentarsendingar og einstakar aðrar sendingar t.d. á ólavsøku. Einki er nevnt um hetta í fíggjarlógaruppskotinum.

MEGD hevur fleiri ferðir víst á, at tað væl møguliga er neyðugt at seta eina markaða upphædd av á fíggjarlógini til at teksta føroyskar sendingar í KvF. Fleiri túsund føroyingar hava í dag ongan møguleika at fylgja við tíðindum og øðrum føroyskum sendingum. Hesar sendingar skulu verða tekstaðar eins og dokumentarsendingarnar. Her er enn langt á mál.

 

Batar hava stóran týdning

Fullgreið yvir, at øll ynski á brekøkinum ikki kunnu gerast til veruleika í senn, so hevur tað so mikið størri týdning, at arbeitt verður miðvíst, vísiliga og í fleiri førum skjótari á átrokandi økjum og við viðurskiftum, sum hava staðið á dagsskránni í fleiri ár. Hesir batar hava stóran týdning.

Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 er lagt fram, kann Føroya Løgting vera við at føra Føroyar sum tjóð enn longri á leiðini til eitt samfelag fyri øll. 

Við vón um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2019 fær góða og mennandi viðgerð á Føroya Løgtingi.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024