MEGD tvingar ongan at flyta av Eirargarði

oktober 7, 2018

Í grein fríggjadagin 6. oktober skrivar Hanus Samró, at MEGD stuðlar ætlanini, at fólk við menningartarni verða tvingað heimanífrá – ímóti sínum egna vilja. Við hesum heldur hann, at MEGD ger ein fótfeil. 

Her er tó ikki talan um fótfeil. MEGD kennir ikki málið um nýtt sambýli á Argjum fyri Eirargarð, og her er tí kanska talan um eina misskiljing.

Tað, sum MEGD í vár, við fullari semju við avvarðandi limafeløg og Almannamálaráðið, tók undir við var at byggja Sambýli til fólk við menningartarni á Mýruni í Hoyvík. Hetta er tó ikki eitt sambýli, ið er ætlað teimum, sum búgva á Eirargarði í dag.

Tørvurin á bústøðum til fólk við avbjóðinum er ovur stórur í Suðurstreymi. Tað eru einfalt hesi viðurskifti arbeitt hevur verið við.

Tó setti MEGD seg fyrr í ár upp ímóti ætlanini at útbyggja Eirargarð. Í útbyggingini var ætlanin at byggja eina hædd oman á Eirargarð, sum skuldi rúma fólki við seinheilaskaða. Ætlanin gekk ímóti einum inkluderandi hugburði, og var hetta tí rætta avgerði hjá Almannamálaráðnum at taka. Hoyringsskriv hesum viðvíkjandi liggja á megd.fo.

Her var heldur ikki talan um ein fótfeil, men eitt satt og erligt ynski frá MEGD í tráð við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, at myndugleikin ikki í komandi bygging til tey, ið hava avbjóðingar, fer at fylla eitt og sama øki við fleiri verkætlanum, sum skulu fevna um fleiri tíggjutals fólk, við ymiskum avbjóðingum.

Vil við hesum vísa aftur útsøgnina, at MEGD er partur av eini ætlan, ið skal tvinga fólk at flyta av Eirargarði. Neyvan er hetta heldur í tráð við veruleikan. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 er peningur játtaður til nýtt sambýli á Argjum fyri Eirargarð. Hesi ætlan hevur MEGD ikki verið við í.

Við vón um, at fólk við avbjóðingum verða tryggjað góðar og tíðarhóskandi bústaðir.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

 Myndina eigur Landsverk.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024