'

Politiska skipanin má arbeiða saman og miðvíst

oktober 29, 2018

Brekøkið er stórt og samansett. Borgarar, sum skulu njóta vælkomnu batarnar á brekøkinum, liva eitt samansett lív, sum merkir, at tænastur, sum skulu fáa teirra gerandisdag at hanga saman, skulu veitast væl og miðvíst.

Avbjóðingin á brekøkinum kann vera politiska skipanin. Nú tað stundar til val, merkist tað best, og hetta er óivað bara byrjanin. Politisku flokkarnir eru longu byrjaðir at gera borgarum greitt, hvat teir ynskja at seta á dagskránna komandi árini. Flokkarnir, sum seinastu trý árini hava sitið í meiriluta, vísa á tað, teir hava gjørt, og hinvegin ikki á tað, sum teir mangla at gera. Politisku flokkarnir, sum hava sitið í minniluta, skilja ikki, at flokkarnir í meirilutanum ikki hava gjørt meira. Nú vilja teir sleppa fram at at seta nýggja dagsskrá.

Hetta er einki eindømi. Hetta síggja vit í øðrum londum, í øllum flokkum, og til hvørt val.

Brekøkið hinvegin hevur tørv á, at politisku flokkarnir arbeiða saman, og at teir arbeiða miðvíst við greiðum málum, so málini kunnu røkkast. Tá koma vit veruliga víðari.

Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á eini brekpolitiskari ætlan, áðrenn hon gerst veruleiki. Hví skal brekøkið í fleiri ár gera vart við, at okkum tørvar at tryggja teimum, ið bera brek, rættartrygd, so eingin dettur niður ímillum skipanir. Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á føroyskum teksti á føroyskar sendingar, áðrenn tað er nøktandi. Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin, at eitt nú føroysku kirkjurnar verða atkomuligar, áðrenn gjørt verður nóg mikið. Hví skal brekøkið í fleiri ár vísa á tørvin á eini heildarætlan við nøktandi rehabilitering fyri fólk, ið hvønn dag liva við avbjóðingum, áðrenn politikarar skilja tørvin, og at tað í veruleikanum er bíligari at raðfesta tænasturnar.

Hetta er bara fyri at nevna nøkur viðurskifti.

Nú valfepurin fer upp, eiga politisku flokkarnir ikki at nýta brekøkið sum valagn. Allir politisku flokkarnir eiga at seta í valskránna ítøkilig og greið mál fyri brekøkið, har støði verður tikið í arbeiðinum, sum er byrjað. Alt nýtist ikki at byrja av nýggjum. Politikarar eiga at seta seg inn í niðurstøðurnar, sum komu frá ST-nevndini til Føroya Landsstýri í 2014. Har er ikki komið á mál.

Politikarar eiga eisini at seta seg inn í umstøðurnar hjá teimum, ið hava brúk fyri og brúka skipanir, ið stuðla undir ein virknan og sjálvbjargnan gerandisdag. Hetta kann gerast við at lurta eftir teimum, ið brúka tær.

Politisku flokkarnir fara kanska aftur at hava hug at bjarga øllum heiminum, men fyrst og fremst skulu teir liva upp til kravið um, at vælferðarsamfelagið í veruleikanum stendur ella fellur við, um samfelagið tekur sær av teimum veiku, sjúku og teimum, ið bera brek.

Her mugu politisku flokkarnir arbeiða saman og arbeiða miðvíst, so batarnir á brekøkinum røkka tvørtur um valskeið. Avbjóðingin er ikki stórir politiskir, ideologiskir munir ella ynski, enntá tykist viljin at vera til staðar. Tað, sum skal til, er at umseta orð til gerðir, har nøktandi lógarverk og játtanir fylgja við.

Seinastu tíðindi

Kom og hátíðarhald altjóða dag teirra, ið bera brek

november 13, 2018

Politiska skipanin má arbeiða saman og miðvíst

oktober 29, 2018

MEGD tvingar ongan at flyta av Eirargarði

oktober 7, 2018

MEGD og limafeløgini samd um at byggja

oktober 5, 2018