Visjónin Positive Exposure

desember 6, 2018

Á altjóða degi teirra, ið bera brek, greiddi myndamaðurin, Rick Guidotti, sum tók tær 31 myndirnar í framsýningini, um visjónina Postive Exposure.

Hann greiddi m.a. frá, at hann í mong ár arbeiddi sum myndamaður í New York, Milan, París og London. Hann tók myndir fyri Revlon, L’Oreal, Elle og Yves Saint Laurent av kendum fotomodellum sum Claudia Schiffer og Cindy Crawford.

Í mótaheiminum fekk hann tó altíð at vita frá øðrum, hvat vakurleiki var og skuldi síðani avmynda tað, sum onnur sóu sum vakurt. Altíð var tað mótaheimurin, sum setti treytirnar, og júst hetta kendi Rick ørkymlandi, tí hann sá vakurleika í øllum og allastaðni – ikki bara á permuni á mótabløðum.

Her kanst tú hyggja at brotinum, tá ið Rick var gestur í TED talk.

Annars er áhugavert at nevna, at ein dagin á veg heim møtti Rick eini ungari gentu, sum bíðaði eftir bussinum. Hon hevði snjóhvítt hár, bleika húð og ljós eygu. Hon hevði arvaeginleikan albinisma. Eina slíka fotomodell hevði hann ongantíð sæð fyrr. Hon var hugtakandi, men ongantíð tikin við, tá ið tosað var um vakurleika.

Komin heim fór hann beint at kanna í læknabókunum, hvat albinisma var. Í bókunum sá hann bara ræðuligar myndir, sum vístu albinismu sum ein sjúkdóm. Fólk stóðu upp ímóti vegginum í læknahølum í undirklæðum ella nakin við einum svørtum kassa fyri eyguni, sum skuldi goyma eyguni. Men hvar vóru myndirnar av eini slíkari hugtakandi gentu, sum hann hevði sæð við bussskýlið?

Tað var hendan upplivingin, sum gjørdi, at Rick setti fokusið av nýggjum. Hann vildi gera eitt annað slag av myndum enn tær siðbundnu myndirnar í læknabókunum, við tí fyri eygað at halda fast við, at vakurleiki og góðska eisini kunnu koma til sjóndar har. Her byrjaði eisini týdningarmikla ferð hansara sum myndamaður og sum menniskja.

Vitja heimasiðuna Positive Exposure her. 

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024