Saman við MEGD megna vit

desember 31, 2018

Tó megnar MEGD lítið einsamalt. Saman við landsins myndugleikum, kommununum og føroyingum sum heild kunnu vit í 2019 koma nærri málinum, sum er, at tryggja, at fólk, ið bera brek, uppliva javnrættindi í gerandisdegnum.

 

Nýtt navn og búmerki

2018 gjørdist árið, tá ið meginfelagið fekk nýtt navn og nýtt búmerki. Undir nýggja heitinum, MEGD, eru avbjóðingarnar tó júst tær somu, sum tær vóru undan navnabroytingini, og eyðsæð er, at miðvíst arbeiði áhaldandi skal leggjast í at gera føroyska samfelagið meira fevnandi og mennandi fyri allar føroyingar.

Saman við MEGD megna vit. Hetta er og verður okkara slagorð, og hóast slagorðið als ongar batar fremur í sjálvum sær, so eru tað júst møguleikarnir, sum slagorðið leggur dent á. Møguleikarnir, sum vit saman skapa til frama fyri nógvar føroyingar.

MEGD hevur í farna ári áhaldandi víst á grundleggjandi rættindi hjá einstaklinginum í felagsskapinum, har hann megnar, um hann samstundis fær møguleika at trívast og at vera virkin, har hann sjálvur velur at vera.

 

Kommunurnar hava ábyrgd

Tí hevur MEGD seinasta árið tosað við tær stóru kommunurnar í Føroyum. Ongantíð verður ov ofta víst á ta stóru ábyrgdina, sum kommunurnar hava, tá ið tosað verður um trivnað og møguleikar hjá øllum borgarum. Hóast vit vita, at eingin kommuna er komin á mál, og vit eisini vita, at eingin kommuna heldur kann gera allar neyðugar ábøtur í einum, so er tað umráðandi, at tær kenna sína ábyrgd og vísa hana í verki.

Avbjóðingar eru m.a. við atkomu. Tað eru kommunurnar, sum geva loyvi, sambært bygningskunngerðini frá 2017, til nýbygging, tá ið bygningar skulu umbyggjast, nýtast til nýtt endamál ella setast í stand. Kommunurnar geva eisini nýtsluloyvi til eitt nú matstøð og kaffistovur, og kommunurnar góðkenna bygningar, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu alment. Í hesum sambandi hava parkeringsviðurskifti og atkoma til bygningar alstóran týdning.

 

Landsins myndugleikar hava ábyrgd

Samstundis sum víst hevur verið á ábyrgdina hjá kommununum, hevur MEGD víst landsins myndugleikum á teirra ábyrgd, m.a., hvussu arbeiðast eigur at verða víðari við niðurstøðunum hjá ST, sum vórðu kunngjørdar í 2014. Her hevur MEGD serliga lagt dent á, at í Føroyum kunnu hoyritarnað og deyv ikki fylgja við í føroyskum sendingum í KvF, tørvur er á brekpolitiskari ætlan fyri Føroyar og eini mannarættindaeind, so grein 33 í ST-sáttmálanum kann setast í verk.

Í mong ár eru bygdir ov fáir bústaðir til fólk, ið hava avbjóðingar. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru 200 mió settar av til bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum og bústovnar til fólk við menningartarni. Eisini er játtan sett av til Bú- og umlættingardepil til fólk við autismu. Hetta fegnast MEGD um.

Tó er stóra avbjóðingin, at tíðarætlanin er løgd inn í komandi valskeið, nøktandi fígging er ikki sett av, og harvið er tað eisini ein avbjóðing, tá ið alt arbeiðið enn ikki er byrjað. MEGD hevur tí heitt á politiska myndugleikan at byrja hesar verkætlanir skjótast gjørligt og seta neyðugu játtanina av.

Koma vit á mál við hesum viðurskiftum, verður skjótari at koma uppaftur longri á leiðini, har onnur viðurskifti enn bíða. Eitt nú tørvar okkum ein sjálvsagdan hugburð, ið fevnir um allar borgarar, og sum als ikki góðtekur, at summir borgarar ikki fáa møguleika at vera við.

 

Tú og eg kunnu gera mun

Um vit broyta, hvussu vit hyggja, kunnu vit sjálvi broytast. Tørvur er á, at føroyingar síggja tilfeingi, ið liggur í okkum, ið bera brek, og harvið vísa í verki, at vit vilja vera við at tryggja janvrættindi. Hugvekjandi er, at føroyingar enn uppliva órættvísi og útihýsing.

Við myndaframsýningini „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist“, sum var í Norðurlandahúsinum í desember 2018, vildi MEGD vísa á, at føroyingar sum heild kunnu gera mun. Tað er jú saman við føroyingum, vit uppliva, hvussu avmarkað ella opið samfelagið er.

Framsýningin fevndi um 31 myndir av 31 føroyingum, sum gjøgnum persónligar søgur løgdu upp til samtalur og prát um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Ynski er við myndinum at broyta vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

 

LUKKA til allar næmingar í 5. flokki

Við somu hugsan fingu allir næmingar í 5. flokki í føroyska fólkaskúlanum í ár bókina LUKKA. LUKKA vísir veg til eitt fevnandi samfelag, sum kann geva fólki, ið bera brek, megd og tryggja inklusjón og javnrætt.

Fyri at geva føroyingum møguleika at fáa størri kunnleika til hesi rættindi, gav MEGD út bókina LUKKA. Bókin tekur støði í ST-sáttmálanum, men teksturin er umskrivaður og tillagaður.

Bókin er ætlað vaksnum og børnum at lesa í felag, og vón okkara er, at hon kveikir áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.

Við hesum ynskir MEGD øllum føroyingum eitt enn meira atkomuligt 2019.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024