Neyðugt við óheftum eftirliti

januar 25, 2019

Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við skrivligu avtaluni er, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, ið bera brek.

Grein 33 í sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Føroyar hava einki óheft eftirlit, hóast tað áhaldandi hevur verið víst á tað síðani 2014.

Í Grønlandi, sum í fólkatali er líkt Føroyum, er ein sjálvstøðug eind við einum „handikaptalsmanni“ sett á stovn fyri at tryggja eftirlit við íverksetan av ST-sáttmálanum.

Í august 2018 var MEGD, saman við norðurlendsku meginfeløgunum, í Sisimiut á fundi við Christinu Johnsen, grønlendsku talskvinnuna. Hon gjørdist fyrsta grønlendska talskvinnan á brekøkinum í september 2017 og hevur drúgvar royndir sum løgfrøðingur, dómari og sum verji.

Sjálvstøðuga eindin eitur Tilioq, sum merkir sendiboð ella vinur. Eindin hevur í dag fýra starvsfólk, sum eru staðsett í Sisimiut, og eindin liggur í Grønlendska Sjálvstýrinum undir Departementet for Sociale Anliggender, Familie, Ligestilling og Justitsvæsen.

Endamálið við talsmanninum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við einum sterkum mandati og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.

Talsmaðurin virkar við støði í lóg um talsmann á brekøkinum og við støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Uppgávan hjá talsmanninum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Eisini upplýsir talsmaðurin um møguleika at kæra.

Talsmaðurin virkar sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hann skal tryggja at alt lógarverk byggir á ST-sáttmálan, savnar inn hagtøl og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Javnan vísir talsmaðurin alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.

Talsmaðurin samstarvar við myndugleikar, stovnar og feløgini á brekøkinum, tó tekur hann sær ikki av persónsmálum. Hann hevur myndugleika at úttala seg alment. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu venda sær til talsmannin, og persónar við breki hava fremstu raðfesting.

Her eigur føroyski politski myndugleikin, eins og grønlendski, at vísa vilja í verki. Neyðugt er við óheftum eftirliti, ið tryggjar, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek bæði verður virdur og fylgdur.

Hví ikki ein talsmann á brekøkinum í Føroyum?

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024