Fáið í lag virðiligar avtalur í friðartíð

mars 18, 2019

Starvsmannafelagið varpaði í fyrru viku ljós á arbeiðsmarknaðarmál, har eitt av evnunum var verkfalsrættur og undantøk í verkfalsstøðu. Spurt varð, um verkfalsrætturin er ov víðgongdur, og um tørvur er á eini tryggari skipan og avtalum um undantøk í verkfalsstøðum. Spurningarnir eru kærkomnir, nú føroyingar seinastu árini hava upplivað, at bara nøkur fá verða útvald at kenna verkfalssviðan.

Fimm ár – og støðan óbroytt

Í januar 2018 sendi MEGD áheitan til táverandi samráðingarpartar um at finna eina loysn á verkfallinum.

MEGD gjørdi vart við, at støðan á brekøkinum var alt annað enn góð. Eisini varð víst á átalu í skuggafrágreiðingini til ST í 2014, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Í frágreiðingini til ST varð víst á, at tað kom fyri, at fólk, ið bera brek, ið búgva á sambýlum ella vardum bústøðum, máttu flyta úr heimi teirra og heim til familju ella til størri eindir, tá ið verkfall var.

Nú eitt ár eftir áheitanina frá MEGD og fýra ár eftir skuggafrágreiðingina er støðan júst tann sama sum í 2014. Í møguligum komandi verkføllum fer søgan helst at endurtaka seg. Hugsandi er, at fólk aftur verða flutt úr heimi teirra, og at bara nakrir fáir útvaldir næmingar ikki sleppa í skúla.

MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall. Tó eiga samráðingarpartar á arbeiðsmarknaðinum í friðartíð at finna avtalur, so ikki bara nøkur fá verða útvald, ferð eftir ferð, at kenna serliga verkfalssviðan.

 

Verja verkfalsrættin

Politikararnir við pallborðið hjá Starvsmannafelagnum vóru samdir um, at verkfalsrætturin skal varðveitast. Sagt varð, at politiska skipanin skal ansa eftir ikki at gera seg inn á fría verkfalsrættin hjá fakfeløgunum, tí tá verður støðið máa undan tí amboðinum, sum fakfeløgini hava at vinna sær økt rættindi.   

Sjónarmiðið varð m.a. undirbygt við, at hóast alt hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum altíð verið somikið at sær komnir, at tað ongantíð er hent nakað. Fakfeløgini hava víst ábyrgd í verkfalsstøðum, tí tey hava dugað ikki at sett lív og heilsu í vanda.  

Havi hug at spyrja, um bíðað verður eftir eini vanlukku, fyri at avtalur kunnu gerast. Okkara áheitan er og verður: Fáið í lag virðiligari avtalur um verkfalsrætt og undantøk í verkfalsstøðu nú friðartíð er.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024