Norðurlendsku meginfeløgini saman í Reykjavík

mars 27, 2019

Mánadagin og týsdagin var MEGD á fundi við norðurlendsku meginfeløgini á brekøkinum í Handikaporganisasjonenes Nordiske Råd, HNR. Komandi tvey árini hevur Ísland formansskapin, og tí var fundurin staðsettur í húsinum hjá íslandska megingelagnum ØBI, Öryrkjabandalag Islands.

Sum vanligt varð tosað um, hvussu gongur á brekøkinum í Norðurlondum. Londini eru og arbeiða ymiskt og hava tí eisini ymiskar skipanir, ætlanir og avbjóðingar. Tó er grundvøllurin hjá øllum londunum ST-sáttmálum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Sum part av virkisætlanini hjá HNR komandi tvey árini var felagsevnið hesaferð rúmligi arbeiðsmarknaðurin. Londini tosaðu bæði um góðar skipanir, um avbjóðingar í somu skipanum, og havt kann gerast fyri at betra um tær.

Fleiri myndir: HNR í Reykjavík

Frá Føroyum varð víst á lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk. Lógina finnur tú her. Lógin skal stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Við tí í huga skal val av fyriskipan vera skynsamt í mun til fyritreytirnar og stytst møguligu leiðina hjá tí einstaka at røkka endamálinum um at gerast førur fyri at forsyrgja sær og sínari familju.

Á fundinum vóru umboð fyri Norra, Danmark, Grønland, Áland, Føroyar og Ísland. 

Á myndini, umframt tulkar og hjálparar, eru úr HNR:

Eva Buschmann, forkvinna, FFO Funktionshemmedes Fellesorganisasjon
Hans Reimer, formaður, Grønland KNIPK
Kristine Reimer, skrivari, Grønland KNIPK
Jónvør Christiansen, aðalskrivari MEGD
Lilja Þorgeirsdóttir, forkvinna, ØBI
Sif Holst, næstforkvinna, Danska Handicaporganisationer
Susanne Broman, forkvinna, Ålands Handikappförbund
Tóra við Keldu, forkvinna, MEGD
Þuríður Harpa Sigurðardóttir, forkvinna ØBI

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024