MEGD við á altjóða Down syndrom degnum 2019

mars 21, 2019

MEGD var við á Reinsarínum altjóða Down syndrom dag 2019. Her eru orðini, sum vóru borðin fram og deiligu myndina eigur Javni.

Lívið er sum eitt puslispæl við fleiri túsund ymiskum brikkum, og eg veit, at tú ert ein av brikkunum. Tí tá ið eg eri saman við tær, falla allir aðrir brikkar upp á pláss. 

Soleiðis hevur onkur valt at lýsa lívið.

Í dag er 21. mars, og vit hava bláar negl. Vit varpa ljós á altjóða Down syndrom dag. Við heitinum „Set ongan eftir”, sum tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST, eru vit boðin á Reinsaríið. Her er hugnaligt at vera, og um eina løtu verður tað heilt sikkurt stuttligt, tí klovnurin Bubu vitjar. Vit fáa drekkamunn, køku og pitsasniglar, og sjálvandi er eisini møguleiki at fáa bláar negl og andlitsmáling. 

Soleiðis sær tað út, tá ið brikkar verða lagdir afturat puslispølunum hvør hjá øðrum.

Í dag havi eg tikið við mær eitt hjarta. Hjartað er fult av puslibrikkum, sum, um teir verða lagdir saman, skapa eina vakra, stóra mynd.

Heimspekingurin og gudfrøðingurin Knud Ejler Løgstrup hevur sagt, at tú heldur hjartað hjá teimum, tú ert saman við, í hondum tínum. 

Tá ið vit tosa um etiskar meginreglur, so eru tað fyri Løgstup eingi fjøkt krøv. Etikkur gerst veruleiki í sambondum millum menniskju, tí tá liggur knappliga ein partur av lívinum í øðrum hondunum. 

Vit eru ongantíð saman sum menniskju, uttan at vit eisini fáa nakað av tilveruni hvør hjá øðrum lagda í hendurnar. 

Hetta eru smáir brikkar í stóra putlispælinum, sum vit leggja hvør hjá øðrum – ella kunnu lata vera við at leggja. Megin í sambondunum kann nevniliga síggjast aftur etisku krøvunum, sum vit kunnu velja at fagna ella svíkja. 

Vit kunnu, aftur við Løgstrup í huga, gera tilveruna hjá hvør øðrum ljósa ella myrka, víða ella tronga, trygga ella hóttandi, fjølbroytta ella keðiliga. 

Tað er her vit finna etikkin – í, hvussu vit eru saman, og hvørjar brikkar vit velja at leggja.

Tí er heitið á degnum í dag eisini persónliga ábyrgdin, sum sigur „Set ongan eftir”. 

Onkuntíð fáa vit óynsktar brikkar at leggja, og tá kann tað kennast sum um, at alt knappliga fer í túsund brikkar. Men vit eru noydd at leiggja teir. 

Myndin verður órógvað, tí vit ynskja oftast, at okkara puslispæl andar í samljóði og kosmos. Tí har kenna vit okkum trygg, alt í lagi og sær væl út – tað hevur eisini týdning.

Men onkuntíð uppliva vit kaos, og teir túsundtals brikkarnir verða kastaðir upp í loft. 

Okkum dámar illa tað óskipaða, og tá vit sjálvi ikki sleppa at stýra. Vit skunda okkum at leita eftir mistu brikkunum. Vit royna at flýggja úr máttloysi, ótryggleika, forðingum ella meiningsloysi inn í samljóð, tryggleika, møguleikar og megd, tí tað fyrra órógvar og passar ikki inn í stóru, ætlaðu myndina. 

Vit vilja finna teir „røttu” brikkarnar aftur. Hvat tað so merkir?

Um vit steðga á - so vita vit tó, av royndum, at meining kann finnast í meiningsleysum lívsumstøðum. Vit finna møguliga ongantíð júst teir væntaðu og ynsktu brikkarnar aftur, men vit kunnu harafturímóti finna aðrar brikkar, sum vit sjálvi ongantíð høvdu valt, men sum við tíðini gjørdust teir røttu. 

Anette B. Arentsen, rithøvundur og mamma Sofie, skrivar í bókini „Kan prinsesser have Downs syndrom”, at „vit halda ofta, at tað, sum vit fegin vilja hava, kemur til okkum. Men onkuntíð er tað bara okkurt, sum er størri enn vit sjálvi, sum velur (brikkarnar, kunnu vit siga) fyri okkum. Hvør ein lætti at gerast greiður yvir, at dóttir mín er ein ovurstór gáva til okkum frá „onkrum” - vit takka!“

Soleiðis grundar Anette á viðurkenningina, at tá ið hon gjørdist mamma, gjørdist kosmos kaos. Puslispælið fór í túsund petti. Lívið broyttist grundleggjandi og varð ongantíð aftur tað sama. Hon upplivdi at fáa barnið, sum hon ikki hevði væntað ella ynskt sær.

Soleiðis kann tað vera. Eg var sjálv ynskibarn, men knappliga vóru ræðandi, óynsktir brikkar við í stóru myndini. Men við tíðini gjørdust teir ein natúrligur partur av puslispælinum.

Umstøður kunnu ikki altíð broytast, og teir ræðandi og óynsktu brikkarnir skulu leggjast.

Í máttloysi verður tí leitað inn í samljóð. Undrið liggur jú ikki í at finna mistu brikkarnar, men heldur í persónliga eginleikanum at finna javnvágina í viðurkenningini av tí óynskta og gleðini í ymisleikanum og tí vakra. Framvegis eru viðurskifti, sum vóru óynskt, óbroytt, men tað er stóra myndin, sum verður vøkur.

Vit skulu jú læra okkum at síggja puslispælið í frásjón. 

Hetta kendi mamma Sofie. Við tíðini løgdu brikkarnir seg og gjørdust til eina vakra(ri) mynd. 

Og lívið heldur fram og vit leggja brikkar.

Altjóða dag teirra, ið bera brek, var myndaframsýningin „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” sett upp í Norðurlandahúsinum við myndum av føroyingum saman við stuttari persónligari søgu. Her eru nakrar. 

Rebekka er 14 ár og gongur í Skúlanum á Trøðni. Eftir skúlatíð fer hon til eitt frítíðartilboð. Henni dámar væl Emil úr Lønnebergi og Pippi og at lurta eftir tónleiki. Ofta gongur hon túrar, svimur, og hon ferðast javnan. Í summar var hon á Malta í tvær vikur.

Daniella er okkara fitta sólstrála. Altíð virkin, glað og smílandi. Hon elskar tónleik, at dansa, at svimja og at hoppa trambolin. Inni dámar henni væl at spæla jatsi og ludo og at slappa av við filmi, kipsi og Sisu ????

Áka dámar at súkkla, skumpa og lesa bilbløð. Dagliga arbeiðir hann á vardum verkstað. Hann er altíð sera blíður, fittur og nøgdur við alt.

Vit kunnu ikki, tá ið hugsað verður um lívsins puslispæl, leggja tað einsamøll. Vit leggja vakrastu putlispølini saman við øðrum – sum persónligu søgurnar eisini bera boð um.

Álvarsemi liggur í etisku meginreglunum hjá Løgstrup, har vit kunnu gera tilveruna hvør hjá øðrum ljósa ella myrka, víða ella tronga, trygga ella hóttandi, fjølbroytta ella keðiliga.

Í dag fáa tit hvør sín brikk. Tit kunnu hugsa um brikkin, sum tit vilja, men vissuliga eru tit øll ein brikkur í putlispælinum hjá teimum, tit eru saman við. Koyr brikkin í lumman og lat hann liggja har. Hvørjaferð tú fert í lumman og leggur hann í hondina, minst tá til, at tú ert ein brikkur í puslispælinum hjá teimum, tú ert saman við.

Og hvør brikkur vilt tú vera? 

Takk Javni fyri tykkara mongu brikkar, sum verða lagdir, har teir liggja best. So sera ymiskir og skapa tí eina fjølbroytta, einastandandi mynd. Gævi tit finna orku í at leggja mangar brikkar afturat.

Onkur hevur sagt, at lívið er sum eitt puslispæl við fleiri túsund ymiskum brikkum, og eg veit, at tú ert ein av brikkunum. Tí tá ið eg eri saman við tær, falla allir aðrir brikkar upp á pláss. 

Um eg eri erlig, so veit eg ikki, um allir brikkar altíð falla upp á pláss, og liðug verða vit neyvan nakarntíð at skapa stóru myndina. 

Eitt veit eg tó. Um vit eru saman um puslispælið hvør hjá øðrum, kunnu vit liva við, at alt ikki liggur akkurát, sum vit upprunaliga ynsktu tað. Og tó kann tað vera gott. 

Eitt er tó fyri neyðini. Vit mugu ansa okkum, so brikkarnir ongantíð gerast líka. Tí tað er júst ymisleikin, sum gevur stóru myndini lív.

Tóra við Keldu, forkvinna

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024