Formansfrágreiðing 2019: Saman kunnu vit sanniliga megna

apríl 11, 2019

Undir nýggja heitinum, MEGD, er uppgávan sum meginfelag við 24 limafeløgum júst tann sama, sum hon var undan navnabroytingini. Eitt miðvíst arbeiði skal áhaldandi leggjast í at gera føroyska samfelagið meira fevnandi og mennandi fyri allar føroyingar.

Saman við MEGD megna vit, er slagorðið. Hóast slagorðið als ongar batar fremur í sjálvum sær, so eru tað júst møguleikar, slagorðið leggur dent á. Møguleikar, sum vit saman skapa.

Jú, saman kunnu vit sanniliga megna.

MEGD vísir, saman við limafeløgunum, á grundleggjandi rættindi hjá einstaklinginum í felagsskapinum, har hann megnar, um hann samstundis fær møguleika at trívast og at vera virkin, har hann sjálvur velur at vera.

Samstundis sum vit vísa landsins myndugleikum á teirra ábyrgd, peika vit eisini kommununum á teirra ábyrgd. Samstarv millum partarnar, og mangar, mangar aðrar partar, er lykilin til eitt mennandi samfelag fyri øll.

 

MEGD nýggjan aðalskrivara

1. september tók Jónvør Christiansen við starvinum sum aðalskrivari í MEGD. Jónvør er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari. Eisini hevur hon seinastu árini eftirútbúgvið seg. Í virkna arbeiðs- og lestrarlívi sínum hevur Jónvør vunnið sær breiðan fakførleika og praktiskar royndir á viðkomandi økjum og hevur eisini royndir at seta fyriskipanir í verk.

Takk, Jónvør, fyri orkuna, tú frá byrjan hevur lagt í starvið sum aðalskrivari. Uppgávan er krevjandi og samansett. Eg fari at takka tær fyri gott samstarv, og vit gleða okkum saman at føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.

Nýtt fólk er eisini á MEGD-skrivstovuni, har Ása Dánjalsdóttir 1. oktober byrjaði í móttøkuni. Álítandi og frísk møtir hon teimum, ið ringja inn í avgreiðslutíðini og røkir tilhoyrandi skrivstovuuppgávur. 

Fari her eisini at nýta høvi til at takka starvsnevndini fyri gott samstarv og gevandi fundir.

 

Fylgjarakort og parkeringskort

Við navnabroytingini fylgdi eisini skifti av navni og búmerki á parkerings- og fylgjarakortinum. Tá vóru avtalurnar um fylgjara við Smyril Line, Atlantic Airways og Kommunufelagið eftirmettar og undirskrivaðar av nýggjum. Vit eru takksom fyri, at fyritøkur og stovnar taka væl ímóti skipanini við fylgjara og hava eisini fingið góðar afturmeldingar.

21. mai vóru fyrstu fylgjarakortini við nýggja búmerkinum handað á Rásini. Boðskapin um rættin til parkeringskort og fylgjarakort fara vit í næstum aftur at breiða út – og eru tit vælkomin at kunna, har tit eru.

 

Altjóða dagur teirra, ið bera brek

3. desember skipaði MEGD fyri myndaframsýningini „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Myndaframsýningin var úrslit av samstarvi millum MEGD og myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar. Endamálið við vitjanini var at taka myndir av føroyingum, ið gerandis liva við avbjóðingum. Tær 31 myndirnar á framsýningini vóru úrslit av vitjanini.

Myndirnar skuldu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta varð gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

MEGD takkar øllum, sum møttu upp 3. desember, og MEGD takkar teimum fyritøkum og feløgum, ið vístu vælvilja við stuðli. Stuðulin gjørdi myndaframsýningina til veruleika.

Sum liður í at kunna um rættindi hjá okkum, ið bera brek, fingu allir næmingar í 5. flokki bókina LUKKA sum gávu til dagin. Við hesum kundu lærarar varpa ljós á rættindini í ST-sáttmálanum.

 

Áheitanir frá MEGD

Seinasta árið hevur MEGD víst á ymisk viðurskifti ella avbjóðingar við vón um, at politiska skipanin tekur hesar til sín og fremur batar. Eg fái ikki tíð at nevna alt, men her er nakað.

- Í juli 2018 gjørdi MEGD vart við manglandi forboð fyri mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Í fleiri ár hevur MEGD sóknast eftir eini lóg, ið á øllum økjum og geirum forðar fyri, at mismunur kann verða gjørdur á føroyingum.

Í dag eru fólk, ið bera brek, vard av Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsaka av breki.

13. juni 2018 sendi MEGD, eisini vísandi til niðurstøður frá ST í 2014, áheitan til landsstýriskvinnuna í almannamálum um at seta eina nýggja lóg í gildi fyri Føroyar. MEGD metir, at ein lóg, ið setur forboð fyri mismuni í øllum geirum í samfelagnum, vil vísa veg til eina víðfevda hugburðsbroyting millum myndugleikar, politiska myndugleikan og føroyingar sum heild.

- Í oktober sendi MEGD landspolitikarum brævið „Brekøkið er stórt og samansett”, har víst varð á, at føroyingar, sum skulu njóta vælkomnu batarnar á brekøkinum, liva eitt samansett lív, sum merkir, at tænastur, sum skulu fáa teirra gerandisdag at hanga saman, skulu veitast væl og miðvíst.

Avbjóðingin á brekøkinum kann vera politiska skipanin. Brekøkið hevur tørv á, at politisku flokkarnir arbeiða saman, og at teir arbeiða miðvíst við greiðum málum, so málini kunnu røkkast.

Í komandi valstríðinum eiga politisku flokkarnir ikki at nýta brekøkið sum valagn, men heldur at seta í valskránna ítøkilig og greið mál fyri brekøkið, har støði verður tikið í arbeiðinum, sum í fleiri førum longu er byrjað. Her kann arbeiðast við støði í niðurstøðunum frá ST-nevndini frá 2014 og evnislistanum sendur ST-nevndini í ár.

- Í januar varð víst á tørvin á einum óheftum eftirliti á brekøkinum. Grein 33 í sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Føroyar hava einki óheft eftirlit, hóast tað áhaldandi síðani í 2014 hevur verið víst á hetta.

Í Grønlandi, sum í fólkatali er líkt Føroyum, er ein sjálvstøðug eind við einum „handikaptalsmanni“ sett á stovn fyri at tryggja eftirlit við íverksetan av ST-sáttmálanum.

Endamálið við talsfólkinum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við einum sterkum mandati og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.

Hví ikki eitt talsfólk á brekøkinum í Føroyum?

- Í mars heitti MEGD við yvirkskriftini „Fáið í lag avtalur í friðartíð” áheitan á avvarðandi partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fáa í lag virðiligar avtalur um verkfalsrætt og undantøk í verkfalsstøðu nú friðartíð er.

Í januar 2018 sendi MEGD áheitan til táverandi samráðingarpartar um at finna eina loysn á verkfallinum. Støðan á brekøkinum var alt annað enn góð. Í skuggafrágreiðing til ST í 2014, og aftur nú í evnislistanum, varð víst á, at ongin lóg ella kunngerð tryggjar fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er.

MEGD virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall. Tó eiga samráðingarpartar á arbeiðsmarknaðinum í friðartíð at finna avtalur, so ikki bara nøkur fá verða útvald, ferð eftir ferð, at kenna serliga verkfalssviðan.

 

Handicaporganisationernes Nordiske Råd

MEGD hevur seinastu tvey árini havt formansskapin í HNR, sum er Handicaporganisationernes Nordiske Råd. Formansskapurin varð givin íslendska meginfelagnum, ØBI, sum komandi tvey árini fer at skipa fundirnar.

Á fundinum í august, sum var í Sisimiut, fekk MEGD møguleika at vitja grønlendska talsfólkið, Christina Johnsen. Hon gjørdist fyrsti grønlendski talsmaðurin á brekøkinum í september 2017. Hon hevur cand.jur. prógv frá Aalborg Universiteti og hevur drúgvar royndir innan ymisk størv sum løgfrøðingur, dómari og sum verji.

Fái aftur hug at spyrja: Hví ikki eitt talsfólk á brekøkinum í Føroyum?

 

Føroyar vísa veg í Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder

MEGD er eisini limur í Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, sum er norðurlendska ráðið, har umboð fyri meginfeløgini á brekøkinum sita saman við embætisfólki.

Á fundinum í Sisimiut fekk MEGD høvi at siga frá, hvussu vit síggja verandi støðu viðvíkjandi íverksetan av ST-sáttmálanum. Vit hava longu verið til hoyring í ST. Hetta fram um onnur Norðurlond. Í framløguni varð m.a. víst á, at tá skuggafrágreiðing jú peikar á viðurskifti, sum Føroya Landsstýri enn ikki á nøktandi hátt hevur tikið stig til og/ella íverksett, so hevur MEGD síðani 2014 nýtt skuggafrágreiðingina til ST-nevndina og niðurstøðurnar sum amboð at arbeiða miðvíst á brekøkinum við.

Hetta hevur givið úrslit.

 

MEGD í Genève

MEGD hevur, í døgunum 2. og 3. apríl, vegna limafeløgini, verið til hoyring hjá ST-nevndini við støði í nýggjari frágreiðing við evnislista, “List of Issues”.

Í evnislistanum verður víst á, at enn eru avbjóðingar hjá einstklingum, ið bera brek í Føroyum. Avbjóðingar eru m.a. innan heilsu, útbúgving og atkomu. Í evnislistanum eru spurningar, sum MEGD vónar, at ST-nevndin fer at spyrja Føroya Landssýri, og at Føroya Landsstýri fer at svara væl.

Við hesum eru vit komin eitt stig víðari. Í evnislistanum eru bæði afturvendandi og nýggjar avbjóðingar nevndar. Evnislistin liggur í fullum líki á megd.fo.

MEGD ynskir at takka limafeløginum manga ferðir fyri gott samstarv um innihaldið av evnislistanum.

ST-nevndin fer nú at viðgera hvørji viðurskifti Føroyar skulu fyrihalda seg til. Óvist er enn, nær spurningarnir koma og verða svaraðir. Eftir tað skulu Føroyar aftur, saman við Danmark og Grønlandi, til próvtøku um, hvussu ST-sáttmálin verður íverksettur í føroyska samfelagið.

 

Saman megna vit

At enda vil eg aftur takka tykkum, eldsálum, fyri gott samstarv. Uttan limafeløgini vóru Føroyar sanniliga fátækar. Saman við MEGD megna vit, er slagorðið. Tó fremur slagorðið ongar batar í sjálvum sær. Tað eru møguleikarnir, ið slagorðið leggur dent á, sum vit saman mugu og skulu skapa til frama fyri allar føroyingar.

Jú, saman kunnu vit, ein hópur av „ábyrgdarum”, sanniliga megna.

Takk fyri.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024