Seminardagar um møguleikar at lesa á hægri lærustovnum

september 19, 2019

18. og 19. september vóru seminardagar í Føroyum undir heitinum Studentmobilitet och funktionshinder i Norden. Tosað var um møguleikar og forðingar hjá fólki, ið bera brek, at lesa víðari á hægri lærustovnum heima og í øðrum londum.

Hesum hevur eitt norðurlendska netverkið The Nordic Network of Disability Coordinators, NNDC, arbeitt við at lýsa. Tey hava, saman við Nordens välfärdscenter, ferðast til ymisku norðurlondini og umrøtt granskingarverkætlanina Equity in student mobility in higher education in the Nordic region, sum Elina Lehtomäki and Kjetil Knarlag hava skrivað.

Nú ynsktu tey eisini at varpa ljós á hetta evnið í Føroyum. Tey ynsktu at umrøða møguleikar hjá føroyingum, sum bera brek, at útbúgva seg í Føroyum og øðrum norðurlondum, og samstundis at tosa um møguleikar hjá øðrum norðurlendingum at koma til Føroya at lesa í eitt tíðarskeið. 

Kjetil Knarlag var við og tosaði um úrslit úr granskingarverkætlanini.

Les granskingarverkætlanina her.
Vitja her heimasíðuna hjá NVC um lesandi, ið bera brek, og møguleikar teirra at lesa á hægri lærustovnum. 

Við granskingini vóna tey, at mentar verða betri mannagongdir og greiðari politikkir til frama fyri inklusjón fyri lesandi á hægri lærustovnum. Við hesum kunnu fólk, ið bera brek, fáa fleiri og betri møguleikar at lesa uttanlands.

Á seminarinum fingu lesandi høvið til at siga frá teirra royndum. Hrafnhildur Kristbjörnsdóttir úr Íslandi, Meifríð Weihe Hansen, Andrias Klein Gregoriussen, Áki Joensen og Hanus Samró, lesandi úr Føroyum, lýstu støðuna væl. Í stuttum kann sigast, at fólk, ið bera brek, og sum velja at lesa víðari, møta forðingum í skipanum, ið ikki eru serliga liðiligar.   

Eftir framløguna varð tosað um skipaninar í ymisku londunum og um egnar royndir sum lesandi.

Onnur, ið høvdu orðið vóru:

Jóhan Ísak Hansen, Fróðskaparsetur Føroya
Holger Arnbjerg, Fróðskaparsetur Føroya
Elinor Olausson, NTNU, Norra
Tina Teljstedt, Karolinska Institutet, Svøríki
Maria Hune, Lærings- og kompetencecentret – Kolding
Søren Fauerskov Hansen, Levekårspolitisk talesperson, Danske Studerendes Fællesråd
Rannvá Dam í Baianstovu, MFS
Zakaria Naser, ungdómar í Danskt handicapforbund
Daniela Gutiérrez Rodríguez, Unge funksjonshemmede, Norge

MEGD takkar fyri áhugan frá NVC, netverkinum kring granskingarverkætlanina og føroyingunum, ið vóru við - fyri hugvekjandi framløgur og vónríkar tankar.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024