'

Nakað fyri teg?

oktober 7, 2019

MEGD søkir eftir skrivstovufólki til alt vanligt skrivstovuarbeiði á skrivstovu okkara á Íslandsvegi 10c í Tórshavn at byrja so skjótt sum gjørligt.

Arbeiðsuppgávur, sum skrivstovufólkið skal røkja:

  • Telefon og avgreiðsla
  • Parkeringskort
  • Fylgjarakort
  • Flytingar
  • Journalisering
  • Fyrireika fundir
  • Annað fyrifallandi arbeiði 

Vit ynskja
At tú hevur viðkomandi royndir, møguliga skrivstovuútbúgving og ert fryntlig/ur, fyrikomandi og  tænastusinnað/ur. 

Arbeiðstíðir                                                                                                                           
Týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10-15

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt starv og góðar arbeiðsumstøður
  • Tætt samstarv við forkvinnu og aðalskrivara

Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsøkjarin kann vænta broytingar í starvinum.

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera MEGD í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tóru við Keldu, forkvinnu í MEGD á tlf. 51 73 73 og  á tora@megd.fo ella aðalskrivaran Jónvør Christiansen tlf. 21 40 26 og á jonvor@megd.fo.

Vinaliga sendið umsóknina til jonvor@megd.fo

Vit eru                                                                                                                                        
MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava umleið 4000 limir. Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir. 

MEGD arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek at búgva, og harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra. MEGD arbeiðir við støði í ST- sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek fyri, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag.

 

Seinastu tíðindi

MEGD luttók á ráðstevnu um etikk í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum

oktober 10, 2019

Nakað fyri teg?

oktober 7, 2019

Undir tykkara veingjabreiði  

september 30, 2019

Smyril Line vil geva bestu tænastu

september 27, 2019