MEGD luttók á ráðstevnu um etikk í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum

oktober 10, 2019

Ráðstevnan "Etikkur í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum" var hildin í Kongshøll hósdagin 12. september.

Ráðstevnan viðgjørdi teir stóru etisku spurningarnar í heilsurøkt, eitt nú, hvørja atgongd skulu vit hava til heilsutænastur, raðfestingar á heilsuøkinum, privatlív og trúnaðarviðurskifti.

Eitt annað evnið, sum varð viðgjørt á ráðstevnuni, var stigmatisering í sambandi við heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum, og kjakast varð um, hvussu vit kunnu fyrihalda okkum til hesi viðurskifti.

Fyilestrahaldarar vóru frá norðurlendsku londunum og Kanada.

Tað var The Nordic Committe on Bioethics, NCBio, sum er ein nevnd undir NordForsk og Norðurlandaráðnum, sum skipaði fyri ráðstevnuni í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.

Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari fyri Føroyar í nevndini og hevur verið við í fyrireikingini av ráðstevnuni í Føroyum. 

Hon heitti á MEGD at hava eina framløgu um sjónarmiðini hjá limafeløgunum við heitinum:  "Hvat ynskja fólk ella sjúklingar?"

 

Áhugaverdar ábendingar

Fyri at gera kanningina, setti MEGD seg í samband við limafeløgini og bóðu tey lýsa, hvørjar upplivingar og hugsanir, tey hava um etiskar avbjóðingar, tá tað kemur til at móttaka heilsutænastur og almannaveitingar og at luttaka í gransking í Føroyum.  Sjey limafeløg sendu svar inn. Síðan vóru svarini gjøgnumgingin og hugt varð eftir, hvørji evnir gingu aftur. Fyri at fáa lýst høvuðsevnini betri, var bólkasamrøða gjørd við fýra luttakarar.

Úrslitini, sum vórðu løgd fram á ráðstevnuni, vóru sostatt við støði í skrivligu svarunum og bólkasamrøðuni.

Vit lýsa hesa kanningina sum "at lyfta lokið av". Bæði evnini og ábendingarnar í kanningini, sum komu fram, vóru sera áhugaverd og fjølbroytt, og eiga avgjørt at verða tikin upp í granskingarhøpi og kannaði betri.

Samanumtikið kann sigast, at úrslitini vístu, at tað eru bæði fyrimunir og vansar at luttaka í gransking, og tá ið tað kemur til at taka ímóti heilsutænastum og almannaveitingum í okkara lítla samfelagi.

Høvuðsevnini, sum vit valdu at varpa ljós á, snúðu seg um:

  • Gransking
  • Familjan "brúkt" – ov nógv ella ov lítið
  • Javnbjóðis veitingar
  • Trúnaður – ov nógv ella ov lítið
  • Sálarfrøðingurin
  • Heilsumyndugleikar
  • Lækni – kommunulækni fyrimunir og vansar
    og læknin sum myndugleiki.

Í gjárkvøldið varð kanningin løgd fram fyri limafeløgini í MEGD. Um áhugi er í at hoyra meira um kanningina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024