Endurmenning í Føroyum

februar 6, 2020

Orðaskifti um rehabilitering – endurmenning – hevur mangan verið í Føroyum tey seinnu árini. MEGD fegnast um, at í Samgonguskjalinum 2019 stendur, at rehabiliteringin skal styrkjast um alt landið, og ein yvirskipað lóg skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.

Myndin er frá altjóða degi teirra, ið bera brek, har sama evnið varð umrøtt.

Rehabilitering er eitt altjóða rák, tá ið tað ræður um spurningin um at veita samskipaðar heildartænastur á heilsuøkinum, har sjóneykan er á lívsdygd, mannarættindi og eins møguleikar hjá fólki, ið bera brek.  

Brek er sambært ST-sáttmálanum varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og virkin kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Hvat er rehabilitering í grundini? Sambært World Report on Disability (Heimsfrágreiðingin um brek) er rehabilitering: átøk, ið stuðla tí einstaka, sum livir við, ella sum sannlíkt fer at liva við tvørrandi førleika at røkka og varðveita besta førleika til at vera virkin í sínum umhvørvi.

Sambært WHO er endamálið við rehabilitering:

  • At fyribyrgja førleikamiss
  • At minka um skjótleikan av førleikamissi
  • At betra ella endurbøta førleika
  • At kompensera fyri mistan førleika
  • At varðveita verandi førleika

Føroyska orðið fyri rehabilitering er endurmenning. ST-sáttmálin nýtir harumframt orðið habilitering, sum umsett til føroyskt eitur menning.  Síðan hava vit hugtøkini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvørjar hugsanir og atgerðir eru aftanfyri hesi hugtøkini, og hvat er munurin?  Og eru øll í veruleikanum ikki partur av somu søk?

Við hesi grein, sum eisini stendur í nýggja MEGD-blaðnum, vóna vit, at geva eina greiðari fatan av, hvat rehabilitering snýr seg um, men vit vilja serliga vísa á, hvussu føroyingar, ið hava brúk fyri rehabilitering í víðari merking, kunnu fáa munadyggar, heilsustimbrandi tænastur, so teir fult kunnu vera við í føroyska samfelagnum á jøvnum føti við onnur.  

 

Bakgrund

Eina góða allýsing av rehabilitering finna vit hjá Marselisborg, og er tað eisini ein góð frágreiðing um, hvat endurvenjing og viðvíkahaldsvenjing er.

Vit fara at hyggja at, hvussu tey ymisku orðini verða brúkt í føroyskum samanhangi.

Niðanfyri er samanumtøka av hugtøkunum, lýst í føroyskum lógarteksti og ST-sáttmálanum.

 

ST-sáttmálin

Sum nevnt brúkar ST-sáttmálin orðini rehabilitering, sum á føroyskum eitur endurmenning og habilitering, sum eitur menning.

Endumenning kann altso lýsast sum tað at endurvinna ein ella fleiri førleikar, sum ein hevur mist.

Menning kann lýsast sum tað at menna nýggjar førleikar, eitt nú hjá einum barni, sum er føtt við breki, her venjingin skal stuðla menningini frá barna- ungdómsárum til vaksnamannaár.

Sambært grein 26 í ST-sáttmálanum skulu limalondini taka munadygg og hóskandi stig til tess at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum, og skulu skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu-, starvs-, útbúgvingar- og almannaøkinum (teksturin styttur).

2. Limalondini skulu virka fyri at menna byrjanarútbúgving og framhaldsútbúgving fyri fakfólk og onnur starvsfólk, sum arbeiða í menningar- og endurmenningartænastum.

 

Rehabilitering í føroyskum lógarteksti

Eldralógin frá 2014 er tann einasta lógin, har endurmenning er nevnt. Í lóg/kunngerð um Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið verður endurvenjing nýtt. Orðið endurmenning er heldur ikki nýtt í lógaruppskotinum hjá undanfarnu samgongu um almannatrygd, men har eru hugtøkini endurvenjing og eisini viðlíkahaldsvenjing.

 

Eldratænasta og heimarøkt

Lógin um eldratænastu og heimarøkt brúkar orðið endurmenning, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venjing. Grein 1. stk. 2 sigur, at endamálið við heildartænastuni er: c) at endurmenna mistan førleika og d) at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan. Í stk. 4 stendur, at heimasjúkrarøkt fevnir um sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning o.s.fr. Í grein 10 stendur, at kommunurnar veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at pensjónisturin kann búgva í egnum heimi sum longst, og at tænasturnar kunnu fevna um dagtilhald, ergoterapi, fysioterapi, endurvenjing, fyribyrrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing.

 

Endurvenjing í sjúkrahúsverkinum

Í kunngerð nr. 21 frá 21. mars 2017 um endurvenjing í sjúkrahúsverkinum stendur í grein 1, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, ið hava læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing á sjúkrahúsi. Stk. 2 sigur, at endurvenjing verður veitt, tá ið sjúklingur er innlagdur, men kann eisini verða veitt, tá ið sjúklingi tørvar ambulanta endurvenjing.

 

Endurvenjing hjá Almannverkinum

Í forsorgarlógin grein 29 stendur. at Almannaverkið veitir endurvenjing til persónar í aldrinum 18-66 ár, sum hava tørv á endurvenjing í sambandi við mistan førleika. Í serligum førum kann endurvenjing veitast til persónar, sum eru 16-17 ár. Endamálið er, at borgarar fáa neyðuga endurvenjing, fyri at fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin ella fyri at klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Sambært kunngerð um endurvenjing nr. 20 frá 21. mars 2017 grein 1 verður endurvenjing veitt grundað á eina fakliga meting hjá Almannaverkinum. Endurvenjing verður veitt sum bólkavenjing, einstaklingavenjing ella sum ein samanseting av báðum. Endurvenjingin endar, tá ið Almannaverkið, grundað á eina fakliga meting, staðfestir at førleikin er endurvunnin, ella at førleikin ikki kann endurvinnast. Endurvenjing fevnir ikki um fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldsvenjing.

 

Lógaruppskotið um almannatrygd

Í uppskotinum til Løgtingslóg frá 2019 um almannatrygd og vælferð stendur í grein 37, at endurvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum vegna mistan førleika tørvar endurvenjing. Og sambært grein 38 verður viðlíkahaldsvenjing ein møguleiki og kann veitast persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.

Viðlíkahaldsvenjing verður veitt við tí endamáli at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar soleiðis, at persónur kann fáa ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, ella klárar seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.   

 

Til seinast

Sambært landsstýriskvinnuni í Almannamálum verður uppskotið um vælferðarlóg, ið skal avloysa forsorgarlógina, endurskoðað og dagført.

Eitt týdningarmikið arbeiði verður haraftrat at tryggja dygd, samstarv og ikki minst samanhang í tænastunum. Heilsuverk, Almannaverk og kommunur mugu taka felags tak, so tey, ið hava ein samansettan tørv, kunnu fáa røttu hjálpina til røttu tíð. Endurmenning er ikki eitt tilboð, men fleiri ymisk tilboð tvørturum geirar og fakmørk. Tá ið endurmenning eydnast, er tað ikki ein, men fleiri partar, ið taka ábyrgd av at samstarva.

Jónvør Christiansen, aðalskrivari hjá MEGD

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024