Samgongan miðvís við rehabilitering

februar 26, 2020

- At seta rehabilitering inn í samgonguskjalið er ein staðfesting av, at vit í samgonguni fara at arbeiða miðvíst við rehabilitering – og tað er eisini neyðugt, at vit øll – og ikki bara eg sum landsstýriskvinna í almannamálum - hava hesa ætlan og arbeiða miðvíst við ætlanini

Sonne Smith skrivaði 
Atelier Amy tók myndina

Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, og hon upplýsir, at fyrsti fundur í hesum sambandinum hevur verið millum hana og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og tvey samgonguumboð í Trivnaðarnevndini um, hvussu tey fara til verka soleiðis, at tey veruliga fáa rehabilitering á breddan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sína hugsan um, hvussu ein yvirskipað lóg um rehabilitering og vælferð skal gerast.

Hon hevur verið limur í Trivnaðarnevndini og var eisini við í tilgongdini hjá undanfarnu landsstýriskvinnu at orða uppskotið um vælferðarlóg.

 

Uppskotið aftur í Løgtingið

- Tað er lagt stórt arbeiði í uppskotið, og eg ætli mær avgjørt at stríðast fyri, at uppskotið kemur aftur í Løgtingið í hesum tingári, sigur landsstýriskvinnan.

- Eg eri farin undir at endurskoða uppskotið til vælferðarlóg saman við starvsfólkunum í Almannamálaráðnum og tað verða helst eisini gjørdar onkrar broytingar í sambandi við uppskotið, sum varð lagt fyri Løgtingið í vár.

Uppskotið um vælferðarlóg kann sigast at vera ein rehabiliteringslóg, sum tó bara fevnir um ta hjálp, sum kann veitast á almannaøkinum.

 

Eggjar og stuðlar

Rehabiltering snýr seg grundleggjandi um at eggja, stuðla og hjálpa fólki, sum fáa ella hava viðfødd brek at fáa tað lív, tey sjálv vilja liva og klára.

Hetta er eisini grundsjónarmiðið aftan fyri uppskotið um vælferðarlógina, sum byggir á,  at borgarin skal vera so sjálvhjálpin sum gjørligt og at hjálpin skal hava útgangsstøði í teimum førleikum, ynskjum og tí tørvi sum viðkomandi hevur.

Tað er beinleiðis ásett í lógini, at hjálp skal veitast soleiðis, at borgarin í størst møguligan mun megnar at uppihalda sær sjálvum og liva eitt so sjálvstøðugt, støðugt og innihaldsríkt lív sum til ber.

 

Borgarin skal vera við

Tað er eisini beinleiðis ásett, at borgarin skal takast við í tilgongdina og at ein ætlan, sum er tað sama sum ein rehabiliteringsætlan, skal gerast saman við borgaranum og ikki fyri borgaran.

Ætlanin skal fevna um, hvørjar veitingar og tænastur persónurin hevur brúk fyri, umframt endamálið við hesum. Ætlanin skal eisini fevna um væntaða longd á fyriskipanum og skiftið frá einum lívsskeiði til næsta. Í tann mun persónur er undir fyriskipan ella ætlar at fara undir fyriskipan hjá øðrum myndugleika ella sjálvsognarstovni, eigur ætlanin eisini at fevna um samskipan í sambandi við slíka fyriskipan.

- Tað liggur í okkum menniskjum at taka okkum av hvørjum øðrum og tað er kanska serliga í Føroyum at familjan framvegis eigur ein týðandi leiklut í lívinum hjá øllum og er ofta serfrøðingur í lívinum hjá hesum borgarum. Ofta er tað tað einasta varandi sambandi sum er. Avbjóðingin er at finna eina javnvág millum sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, ressursurnar í familjuni og fíggjarliga rásarúminum hjá myndugleikunum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Vit skulu duga betur

Samanumtikið skulu vit duga betur at stuðla og hjálpa familjuni til at varðveita sambandið. Vit skulu spyrja, hvussu vit saman kunnu staðfesta, hvat familjan vil taka sær av, og hvussu hetta kann lata seg gera.

Rehabilitering er ikki bara endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Rehabilitering fevnir um eina røð av veitingum og tænastum, ið samanlagt stuðla undir, at fólk fáa eitt fyri tey virðiligt og innihaldsríkt lív.

Í uppskotinum um vælferðarlóg eru ein røð av amboðum, ið kunnu gera sítt til, at borgarin gerst so sjálvhjálpin sum gjørligt, kann fáa ella varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

 

Skipaða viðlíkahaldsvenjing

- Eg haldi sjálv, at tað hevur sera stóran týdning, at vit í Føroyum fáa stovnsett eina skipaða viðlíkahaldsvenjing. Tað gevur ikki meining, at vit brúka tíð, pengar og orku til at endurvenja førleikar hjá borgarum, um vit ikki eisini geva teimum hjálp til at viðlíkahalda sínar førleikar.

Landsstýriskvinnan í almannamálum sigur, at tað er neyðugt, at vit áhaldandi arbeiða miðvíst við at styrkja ta endurvenjing, sum er skipað kring landið og ikki minst at fáa samskipanina millum myndugleikar at virka betur. Tað er longu ásett í kunngerð, at sjúkrahúsverkið og almannaverkið skulu samstarva um borgarar, sum ferðast ímillum, og at hvør borgari skal hava eina endurvenjingarætlan og ein persón, sum tekur sær av samskipanini.

- Tað er neyðugt at vit blíva við at arbeiða við at íverkseta hesar reglur soleiðis, at borgarin lættari kann ferðast millum geirar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum.

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024