Fylg tilráðingunum!

mars 12, 2020

MEGD vil við hesum heita á borgarar at vísa størsta varsemi. Mangir borgarar eru útsettir og tola als ikki at verða smittaðir við COVID-19. Fylg vegleiðingum og áheitanum frá myndugleikunum.

Í uppslagnum "Slepp undan nýggjari coronasmittu" frá Sjúkrahúsverk Føroya, Heilsumálaráðnum, Heilsutrygd og Landslæknanum stendur:

Nýggj coronasmitta spjaðir seg oftast, har nógv fólk savnast, og hon smittar m.a. við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja hesum góðu ráðum.

  • Vaska tær ofta um hendurnar ella nýt handspritt
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar
  • Avmarka kropsligt samband sum lógvatak, kinnkoss og klemm
  • Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis
  • Ver ansin í støðum, har nógv fólk eru savnað

Les meira her.

Samdøgursráðgeving um coronavirusið fæst við at ringja til Heilsumálaráðið á telefon 734050. Teldupostadressan er corona@hmr.fo. Tað eru læknar, ið svara møguligum fyrispurningum.

Beinleiðis blokkur á KvF í samband við tíðindafundin hjá Føroya Landsstýri 12. mars 2020.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024