Takið sóttarhald í álvara!

mars 16, 2020

Á heimsíðuni hjá Heilsumálaráðnum stendur, at sóttarhaldið ikki verður tikið í nóg stórum álvara. Hetta er ein sera álvarslig staðfesting, sum kann hava álvarsamar avleiðingar fyri mong. MEGD heitir staðiliga á fólk um at taka boðini frá myndugleikunum í størsta álvara.

Heilsumálaráðið sigur, at tað eru ikki øll, ið taka at verða sett í sóttarhald í nóg stórum álvara. Og tað er ein stór avbjóðing í mun til at avbyrgja corona smittuna í Føroyum. 

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

„Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald. Skulu vit avmarka corona smittuni í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara,” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsummálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.

„Tað verða brúktir stórir stavir – bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

Her er samrøða, sum KvF gjørdi við Bjarna á Steig, serlækna, um sóttarhald. 

Myndina eigur Heilsumálaráðið

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024