Føroya Landsstýri svarar ST

apríl 1, 2020

Í næstum skal Føroya Landsstýri lata ST frágreiðing um, hvat verður gjørt fyri at halda skyldur Føroya sambært ST-sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek.

Í apríl 2019 var MEGD til hoyring hjá ST-nevndini við støði í frágreiðing við evnislista, “List of Issues”, sum vísir á avbjóðingar á brekøkinum. Í frágreiðingini varð víst á ymiskar avbjóðingar í føroyska samfelagnum fyri einstaklingar, ið bera brek.

Føroyski evnislistin var partur av frágreiðing, ið var gjørd saman við limafeløgunum og meginfeløgunum í Danmark og Grønlandi.

Les føroyska ískoytið til evnislistan her.

Almannamálaráðið boðar nú á heimasíðu teirra frá, at í næstum skal Føroya Landsstýri lata ST frágreiðing um, hvat ið verður gjørt fyri at halda skyldur Føroya sambært ST-sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek. 

Tað er evnislistin, sum liggur sum grund fyri spurningarnar frá ST-nevndini, sum frágreiðingin hjá Føroya Landsstýri svarar.

Frágreiðingin hjá Føroya Landsstýri er partur av donsku frágreiðingini, ið skal latast ST innan 17. apríl 2020.

Seinast Føroyar lótu ST frágreiðing í hesum sambandi var í 2011. Endamálið við hesum frágreiðingum er at vísa á og hava eftirlit við, hvørji framstig verða gjørd á økinum.

Innan 1 ár eftir at frágreiðingin er latin ST, verður skipað fyri einari hoyring í Genève, har serfrøðinganevndin, ið varðar av Sáttmálanum, hevur møguleika at seta nærri spurningar til innihaldið í frágreiðingini.

Tað er Almannamálaráðið, ið hevur havt uppgávuna at samskipa føroyska íkastið til frágreiðingina.

Les ískoytið frá Føroya Landsstýri til frágreiðingina her.

Her finnur tú tilfarið samlað á amr.fo.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024