Nú fer Almannaverkið og eldraøkið upp í ferð

mai 6, 2020

Í dag var tíðindafundur um, hvussu Almannaverkið og eldraøkið komandi vikurnar fara upp í ferð. Mong gleða seg til broytingarnar og møguleikan aftur at vera saman við sínum kæru.

MEGD fegnast um, at tíðindafundirnir hjá Føroya Landsstýri í Kringvarpi Føroya hava verið teknmálstulkaðir, og eisini hevur KvF bjóðað borgarum beinleiðis blogg, so skrivliga ber til at fylgja við, hvat verður sagt.

Her kanst tú síggja tíðindafundin við teknmálstulki.
Beinleiðis bloggin finnur tú her. 

 

Virksemið í Almannaverkinum fer í gongd aftur

Á corona.fo stendur, at nú landsmyndugleikarnir seta samfelagið enn meira upp í ferð, verða flestu tiltøkini tikin av í Almannaverkinum. Serlig atlit verða tó framvegis tikin fyri borgarum í vandabólki.

Strongu tiltøkini, sum vóru sett í gildi innan Almannaverkið, hava lagt eitt sera stórt trýst á borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Avleiðingarnar hava verið stórar, men øll hava tikið uppgávuna á seg og loyst hana til fulnar. Tað hevur eydnast at hildið smittuna burtur frá øllum stovnum og tilboðum Almannaverksins. Tað er at fegnast og verða takksom um.

Frá hósdegnum 7. mai fer Almannaverkið aftur í nærum fult virksemi.

Farið verður beinanvegin undir at fáa virksemið at koyra, sum áðrenn tiltøkini vóru sett í verk, men roknast skal við, at stovnurin koyrir ikki við fullari megi fyrr enn 30. juni. Tá verður støðan aftur endurmett.

Men hóast, at virksemið fer í gongd aftur, so verður framvegis stórur dentur lagdur á at halda smittuna burtur. Dentur verður lagdur á at halda frástøðu í stovninum, reinførið verður hildið á hægsta stigi, og annars verður virksemið skipað soleiðis, at borgarar og starvsfólk ikki savnast fleiri enn 50 fólk á einum stað.

Les meira frá Almannaverkinum her: Almannaverkið

 

Eldraøkið letur varliga upp aftur

Eisini boðar corona.fo frá tiltøkum á eldraøkinum Tí tá Føroyar um miðjan mars mánað fór niður í ferð fyri at forða fyri, at COVID-19- smittan breiddi seg, hevði tað eisini við sær, at øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, vórðu avlýst, og bústovnar vórðu stongdir fyri allari vitjan.

Nú smittutrýstið í samfelagnum er minkað munandi, fara eldraøkini, eins og samfelagið annars, varisliga at økja virksemið aftur. Kommunufelagið hevur tí, saman við teimum 8 eindunum, sum umsita eldraøkið, gjørt tilmæli um, hvussu hetta kann fara fram.

Tilmælini vísa á, hvussu virksemið á eldraøkjunum/heimatænastunum kann setast í verk aftur. Grundarlagið er verandi støða, nú tamarhald er á coronasmittuni. Broytist smittutrýstið, og tamarhald ikki longur er á smittuni, verður neyðugt at herða átøkini aftur.

Mælt verður til, at átøk og tænastur stig fyri stig og varisliga verða sett í verk aftur eftir einum skipaðum leisti, har atlit verður havt at almennu leiðreglunum um sosialan atburð og reinføri.

Les meira um eldraøkið her: Eldraøkið

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024