Beinleiðis samband

mai 12, 2020

Eingin ivast í, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum dámar orðið samband, men í MEGDAR-sambandi leggur hann alstóran dent á beinleiðis samband gjøgnum ein samskipara í allari rehabiliteringsgongdini

Sonne Smith skrivaði.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður er sannførdur. Í hansara hugaheimi er ein samskipari hjá almanna- og heilsuverkinum dagsins týdningarmesti lyklapersónur.

- Sambandsflokkurin hevur arbeitt leingi við øllum tí, sum hevur samband við rehabilitering. Vit hugdu at, hvat tey gjørdu í Danmark, og mann kom inn á hetta orðið, rehabilitering.  

Kaj Leo leggur soleiðis fyri, tí hann vil greiða frá, hvat hann og øll hini í síni tíð meintu við, tá ið tey kjakaðust um orðið rehabilitering: Er rehabilitering endurvenjing? Nei, tað er ikki endurvenjing. Er tað endurmenning? Ja, tað er ið hvussu er tað orðið á føroyskum, sum dekkar rehabilitering best.

- Tann fullfíggjaða myndin, tá ið vit tosa um endurmenning, altso ta fullfíggjaðu myndina, um okkurt hendi við mær – fekk heilaskaða til dømis – so er mín fatan av hesum, at í Klaksvík og í Suðuroynni hava tey eina sera góða tænastu, hvat rehabilitering viðvíkur. Tey eru líka dugnalig á Landssjúkrahúsinum, men talið á tænastum, tey kunnu bjóða, er ikki tað sama sum í Suðuroynni ella í Klaksvík.

 

Einum 5.000 føroyingum feilar okkurt

- Men sjálvandi má eg sum landsstýrismaður syrgja fyri, at líka mikið, hvar tú býrt í Føroyum, so eigur tú at fáa eina endurmenningarætlan og eina tænastu, sum er jøvn um alt landið, tá ið vit tosa um endurmenning, og vit mugu eisini hugsa um, at bæði, tá ið tað ræður um mítt øki – heilsumál – og um almannamál, so eru hetta øki, sum umskarast. Tí mugu vit samskipa tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann sigur, at tey hava havt tann fyrsta fundin saman. Tað skal samskipast soleiðis, at sjúklingarnir – ella viðskiftafólkini – ikki detta niður ímillum.

- Vit vita, at einir 5.000 føroyingar, líða av eini ella aðrari komplikatión, tað veri seg gikt ella heilabløðing. Tað vil siga, at tað er eitt øgiliga stórt tal á føroyingum, sum onkursvegna kunnu fáa eina betri lívsgóðsku, um vit gera okkara arbeiði ordiliga her.

Og tá ið Kaj Leo tosar um at gera teirra arbeiði ordiliga, so er tað at samskipa økið, at seta tað í gongd og seta neyðugan pening av.

Hann situr í løtuni við fíggjarlógini fyri næsta ár, har tey biðja um at fáa settar nakrar milliónir av, soleiðis at tey kunnu lyfta tilboðini upp, so vit kunnu fáa eina betri ætlan.

 

Vit skulu fylgja ST-sáttmálanum

Tú hevur rætt til eina endurvenjingarætlan, og vit hava eisini sett okkum fyri at fylgja ST-sáttmálanum um rættindi hjá okkum, sum hava fingið eitt ella annað at stríðast við, um tað er varandi ella bráðfeingis. Vit hava stutt sagt rætt til at fáa eina tænastu frá tí almenna, soleiðis at vit kunnu fáa lutvíst ella heilt førleikar aftur, soleiðis at vit kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin til dømis. Tað er, at vit kunnu fáa eina holla lívsgóðsku.

- Og tað er – haldi eg – alt, sum endurmenning snýr seg um. Tað er at fáa lívsgóðskuna hjá fólki upp.

Og hvussu skal so rehabiliteringin styrkjast um alt landið, ja, ber tað til at koma á mál hesi fýra árini, Kaj Leo situr sum landsstýrismaður í heilsumálum?

- Ja, tað fáa vit tíð til. Vit fáa tíð til at gera tað munandi betri. Men tað, sum eg havi skilt, nú vit høvdu vit ein serfrøðing í Føroyum – Sambandsflokkurin fekk hann upp – hann helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tað vóru heilt nógv fólk, sum arbeiða á økinum, og lurtaðu.

Tað, sum Kaj Leo fekk burturúr tí fyrilestrinum, var, at tá ið tú hevur eina familju, ið er tarnað av einum ella øðrum, so er tað ein ógvisligur belastningur bæði hjá tær og allari familjuni og hjá øllum teimum, sum eru rundan um teg. Tað er krevjandi at liva við einum, sum hevur serligar avbjóðingar – tú orkar ikki í holt við øll hesi systemini.

- Altso, so skalt tú ringja til Almannaverkið, so skalt tú ringja til sjúkrahúsið, so fært tú ikki fatur á rætta viðkomandi. Hvønn skal eg nú snakka við. Tú orkar ikki at fáa skil á øllum hesum. Eg havi eina kroniska diagnosu, og tað gongur út yvir psykuna hjá mær. Eg orki ikki at liggja og ringja til Per og Pól.

 

Tað týdningarmesta er samskiparin

Tí er tað sambært landsstýrismanninum í heilsumálum so ógvuliga umráðandi, at vit fáa ein persón, sum er tín persónur. Tú ringir til henda persónin, og so syrgir hann fyri, at tú fært alt tað neyðuga, um tað so er í heilsuverkinum ella í almannaverkinum, ja, tað kann saktans vera kommunalt eisini, at tað er onkur, sum tekur sær av tær. Ein samskipari. Ein, ið kann samskipa tínar tænastur frá tí almenna. Samskiparin sigur tær, hvat er tín endurvenjingarætlan, hvat er endurmenningin, hvussu leingi varar tað, hvagar skalt tú. Altso, øll tey praktisku tingini rundan um eina endurmenningarætlan til tín. Alt hetta skalt tú hava ein samskipara til. Tá ið hetta við samskiparanum er fingið í lag, er stutt millum brúkaran, borgaran og skipanina.

 

Eingin skal detta niður ímillum

Kaj Leo vil hava ein samskipara, sum landsstýrismaðurin og borgarin altíð skulu kunna seta seg í samband við. Læknin sigur, at tú hevur brúk fyri tí og tí, men tá ið tú ert liðugur við tað, so verður tú beittur frá okkum til bæði hendan og handan. Hetta mugu vit kunna samskipa. Vit mugu kunna samskipa øll hesi tilboðini frá byrjan til enda, uttan at tú skalt føla tað. Tú skalt ikki føla hetta, at "nú fari eg frá sjúkrahúsverkinum yvir á almannaverkið, og nú detti eg bara niður ímillum".

- Tú skalt ikki detta niður ímillum, staðfestir landsstýrismaðurin.

Hann sipar altso til, at tað skal vera ein samskipandi persónur, ein samskipandi eind. Ein lyklapersónur.

Nær fáa vit so henda samskiparan?

- Vit hava havt teir fyrstu fundirnar nú (novembur) við allar avvarðandi leiðarar í Klaksvík, í Suðuroy, í Havn. Vit hava sitið á fundi við tey. Vit skulu hava nakrar fundir aftrat, soleiðis, at vit fáa at vita, hvør ið ger hvat.

Landsstýrismaðurin veit at siga, at í H-bygninginum verður eisini ein endurmenningardeild. Tað vil siga, at pengar skulu setast av. Resurssirnir skulu setast av, og ætlanirnar skulu fremjast í verki.

Tað verða ætlanir gjørdar í dag, men síðan landsstýrismaðurin hevur tosað við øll hesi fólkini, hevur hann eina kenslu av, at okkum manglar samskiparar, okkum manglar at samskipa tilboðini betur.

 

Avgjørdur landsstýrismaður

- Eg havi ta politisku ábyrgdina, at fáa hetta við samskiparanum í lag – sum skjótast. Hetta verður samskipað á trimum støðum, og so kann tað eisini vera eftir diagnosu. Men tú kanst ikki hava alt á trimum støðum. Tú mást velja út og staðfesta, hvør fær best avgreitt hetta málið og hvar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at vit skulu ongantíð ganga upp á kompromis við kvalitetin av rehabiliteringini.

Hetta er ein ætlan, ið verður hildin at fara at kosta einar átta-tíggju milliónir krónur.

- Vit hava nógvar ressursir í løtuni, men eg havi varhugan av, at vit mangla eitt sindur til at forða fyri, at eingin dettur niður ímillum ymiskar skipanir í tí almenna geiranum. Hóast vit eru fá fólk, so kundu vit hildið, at tað átti at verið lagamanni, men almannaverkið og heilsuverkið er framvegis øgiliga stórt.  

Vit skulu stýra rehabiliteringini við hollari samskipan, og tað fer at verða gjørt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024