Fíggjarlógin við glottum fyri fólk, ið bera brek

oktober 4, 2014

Fyrr í ár vísti MBF í greinini “Vælkomnir eru glottarnir” á, at vónin um ítøkiligar broytingar innan brekøkið lutvíst var vorðin til veruleika. Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 er lagt fram, kunnu vit staðfesta, at glottarnir enn eru at hóma.

Skúlatilboð
Leingi hevur verið víst á, at neyðugt er við fleiri skúlatilboðum til ung, ið bera brek, eftir 10. flokk. Tað er tí kærkomið, at tað í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 verður víst á, at miðvíst verður arbeitt við at samskipa skúla-, stuðuls- og bútilboð við skipaðum samstarvi millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið, har Mentamálaráðið hevur ábyrgd av skúlatilboðnum, meðan Almannamálaráðið hevur ábyrgd av bú- og stuðulstilboðnum. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 hevur Almannamálaráðið sett kr. 1 mió. av til búpartin á Rásini í Runavík. Hetta verður gjørt sum ein liður í tilgongdini at útvega fleiri heildartilboð, at víðka um virksemi á Rásini soleiðis, at fleiri næmingar fáa tilboðið, og at skúlatilboðið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvørjum ári.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 hevur Mentamálaráðið sett tilsamans kr. 1,9 mió. av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Íroknað eru kr. 600.000 til miðnámsskúlaflokkin innan autismuøkið.

Skrivitulkatænasta
Eitt mál, sum Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum hevur arbeitt við í nógv ár, og sum MBF eisini hevur arbeitt við tvey tey seinastu árini, er at útvega pening fyri at seta eina skrivitulkatænastu á stovn í Føroyum, fyri fólk, sum eru tunghoyrd. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 eru kr. 400.000 settar av til endamálið. Hendan játtanin er sett av sum partur av játtanini til Teknmálstulkatænastuna, sum nú kemur at veita tænastu bæði til fólk sum eru deyv og fólk, sum hava hoyribrek.

Sum public service-tænastu til teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpið Føroya eru settar kr. 435.000 av til endamálið. Hetta er ein hækkan á kr. 100.000, og er tað avgjørt eitt framstig.

Stroyma Dag og viku
Nú Kringvarp Føroya er farið undir eina royndarskipan, við at stroyma Dag og viku beinleiðis á netinum, er tað okkara vón, at hendan tænastan ikki steðgar aftur, so at fólk, sum eru deyv, framyvir kunnu fáa sendingar teknmálstulkaðar, soleiðis at tey fáa tíðindi og kunnu fylgja við annars samstundis, sum øll onnur. 

Glottarnir geva orku
Væl vitandi um, at tað er ógjørligt at gera alt í senn, so eru glottarnir prógv um, at við samstarvi ímillum allar partar koma vit alsamt nærri málinum – og glottarnir geva orku at arbeiða víðari.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024