Limafeløg um endurmenning og loysnir

mai 28, 2020

Í samband við evnið endurmenning, í seinasta MEGD-blaði, vóru limafeløgini spurd um loysnir í mun til endurmenning í Føroyum. Hvat skjal til, fyri at betra um viðurskiftini á økinum? Viðkomandi er at peika á, at blaðið kom út, áðrenn lógin um almannatrygd og tænastur varð samtykt á Føroya Løgtingi.

Her eru loysnirnar, sum limafeløgini síggja tær. 

 

Alzheimerfelagið

  • At menniskju við demens hava sjálvavgerðarrætt.
  • At vit virka saman við teimum heldur enn fyri tey.
  • At fáa røkt sínar førleikar tá ið demenssjúka er staðfest.
  • At menniskju við demens fáa møguleika til eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.
  • Seta fokus á at venja gerandisaktivitet og at hava møguleika at vera við í tiltøkum í nærumhvørvinum.

 

Epilepsifelag Føroya

Tey flestu, ið hava epilepsi, hava serligar avbjóðingar. Sjálvandi eru tað altíð nøkur, sum einki merkja til sjúkuna í gerandisdegnum.

  • Tilboð - fysioterapi: Eftir krampaherðindi hava tey yvirhøvur brúk fyri at fáa mýkt vøddarnar. Tað følist sum tey hava runnið maraton eftir eitt herðindi.
  • Kognitiva viðgerð: Tilboð um kognitiva viðgerð hevði verið gott hjá teimum við epilepsi.
  • Vart ella tillagað starv: Summi, ið hava epilepsi, hava ilt við at fáa starv ella lærupláss. Tilboð um vart ella tillagað starv hevði verið gott. Gott um Almannaverkið fylgir teimum, ið hava epilepsi, so tey ikki bara ganga heima fyri einki. 

 

Heilafelagið

Løgtingið má gera lógarverk, sum tryggjar øllum apopleksiraktum rætt til rehabilitering og endurvenjing.

Heilsumálaráðið má hava eina visión um, hví rehabilitering skal setast í verk og arbeiða við at íverkseta eina heildarhugsjón við lívsgóðsku sum endamáli.

Apopleksi er ein kronisk sjúka, sum í summum førum krevur áralanga rehabilitering. Umráðandi er tí hjá øllum sjúklingum/fólki, ið eru rakt av seinheilaskaða, at tey eru við, so tey kunnu vera virkin í tí, sum gevur meining hjá tí einstaka. Hetta ber í sær ágóða hjá sjúklinginum, teimum avvarðandi og samfelagnum.

Hvussu?

  • Tryggja rehabilitering tað fyrsta árið, har framgongdin er størst og í sambandi við framgongd ella afturstig.
  • Umsitingarviðgerð, fysisk venjing, kognitións- og taluvenjing kann venjast í fleiri ár.
  • Tryggja at B7 aftur verður ein deild, sum bara hevur apopleksisjúklingar.
  • Tryggja møguleikan fyri høgt spesialiseraðari viðgerð uttanlands.
  • Serkøn fakfólk í apopleksitoyminum greina tørv á rehabilitering og endurvenjingarætlanum.
  • Starvsfólkini uppnormerast og spesialiserast.
  • Tørvur er á fakfólki.
  • Gera spesialiseraðan viðgerðarstovn sum heilsuverk og almannaverk fíggja í felag.
  • Seta samskipara/fakligt toymi.
  • Fleiri vard størv og dagtilhald.
  • Fleiri umlættingarpláss, ið eru meiri sentral.
  • Bústaðir kring landið.

 

Javni

Førleikar skulu mennast og røkjast. Borgarar við menningar- og/ella rørslutarni verða, so skjótt sum brekið er staðfest, knýttir at einum tvørfakligum menningar- og røktardepli. Í tøttum samstarvi við netverk borgarans verður arbeitt eftir samskipaðari heildarætlan, har fyrilit er við øllum menniskjanum. Likamligar, menningarligar og sálarligar avbjóðingar verða javnsettar. Regluligar venjingar hava sum mál at varðveita og menna førleikar, tryggja trivnað og luttøku í felagsskapinum. Tænastan fevnir eisini um tey, sum búgva í vardum bútilboð. 

 

Spastikarafelagið

Vit í spastikarafelagnum halda tað vera ómetaliga umráðandi, at vit eisini hugsa um ta sálarligu rehabiliteringina. At merkja kroppin vikna tekur hart upp á sálina.

Rehabiliteringin, sum vit hava nú, er ógvuliga góð, bæði fysioterapi og ergoterapi. Vit halda, at viðlíkahaldsvenjing er tað, ið okkum tørvar í Føroyum, so at vit ikki skulu gerast so illa fyri, áðrenn hond verður tikin um trupulleikan.

Vit brúka heitini endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Endurvenjingin verður ein afturvendandi tørvur, tá ið eingin viðlíkahaldsvenjing er.

 

Sinnisbati

REHABILITERING, RECOVERY OG SÁLARSJÚKA

Eftir allar sjúkur, løstir og avbjóðingar, sum ein fær ígjøgnum lívið, er umráðandi at koma fyri seg aftur. Hetta verður við einum fremmandorði rópt rehabilitering. Hetta hugtak og fyribrigdi hevur eina fjøld av ymiskum leistum í uppskoti, ið ikki verða nevnd her. Tó hevur ein leistur virkað væl við sálarsjúkuavbjóðingum, og tað er RECOVERY. Henda gongd hevur víst seg at geva fólki áræði og lívsgóðsku aftur, so at tey eru lutvíst ella heilt frísk. Recovery snýr seg um empowerment, t.v.s., at tann rakti so nógv sum til ber tekur ræði aftur í egnum lívi. Ein vón er kveikt og hartil dirvi, og ein er komin til sættis við, at ein er ein persónur, ikki ein diagnosa. Ein tekur dagin á seg, og við at seta annan fótin frammanfyri hin, ofta við ótta og bivan, serliga í fyrstani, verða hesi trilvandi fet til eina treysta gongd, har ein hevur fingið tað lívið aftur, sum ein vil liva.

Fyri at RECOVERY skal eydnast, er neyðugt, at tey, sum eru um tann sálarsjúka, samstarva konstruktivt og professionelt við borgaranum í miðdeplinum.

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum lýsir týdningin av endurmenning, sum kom út, áðrenn lógin um almannatrygd og tænastur varð samtykt á Føroya Løgtingi.

 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024