Bara lúsin útlendsk er

mai 28, 2020

- Í Føroyum hava vit altíð havt hetta við, at bara lúsin útlendsk er, so er alt í fínasta lagi, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við søguna um ein sjúkling, sum hevði verið alt ov leingi í Danmark

Sonne Smith skrivaði.

Eitt, sum hendi í juni 2015, var, at tann fyrsti sjúklingurin, sum kom heim úr Danmark, ein neurologiskur, sum hevði fingið ein massivan heilaskaða og hevði verið í Danmark alt ov leingi.

Ein pástandur hjá tí tvørfakliga toyminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) er, at vit í summum førum "ókritiskt" senda sjúklingar til Danmarkar. Hetta eru sjúklingar, sum t.d. eru skaddir á talisentrið. Tú skalt tá til Danmarkar at fyrihalda teg til eitt fremmant mál hjá einum talipedagogi, sum ikki skilir føroyskt og als ikki eigur tey ljóðini í sær, sum eru í føroyskari úttalu. Tú ert burtur frá tínum nærumhvørvi og tínum næstu. Tú situr og hyggur út ígjøgnum vindeygað og sært inn í ein skóg, og tú ert vanur at síggja niðan í fjøllini og oman á sjógv og hevur kanska bát. Tað er sjálvsagt gott, at sjúklingar verða sendir til Danmarkar í akuttu fasuni, um tørvur er á serligari viðgerð, sum ikki finst í Føroyum. Tað er í nógvum førum ov nógv, sum talar ímóti, at hesir sjúklingar verða verandi í Danmark í longri tíð í sambandi við endurvenjing, men vit hava bilt okkum inn, at vit hava ikki kompetansuna í Føroyum.

- Okkara spurningur er: Hvat duga danskir fysio- og ergoterapeutar og heilsustarvsfólk annars, sum vit ikki duga í Føroyum?

  

Væl fyri fakliga

Benadicta Sólheim Ellingsgaard heldur, at føroyskir fysioterapeutar eru ómetaliga væl fyri fakliga, tí nógv skeið verða hildin í Føroyum. Hon fegnast um, at í heilsuverkinum eru nógv skeið fyri bæði fysioterapeutar og ergoterapeutar.

Í sambandi við henda umrødda, lokala sjúklingin í síni ringu støðu vóru tey í toyminum so djørv og kanska braneggjað, at tey bjóðaðu seg fram, eisini tí, at pengar vóru ikki til at lata sjúklingin verða verandi í Danmark.

- So royndu vit her, og tað varð ið hvussu so er ein alvorlig successøga. Viðkomandi er væl fungerandi í dag, koyrir bil, hevur stuðul nakrar fáar tímar – eg veit ikki ordiliga hví – men tað vendi sum á einum bretti, tá ið sjúklingurin kom upp til Føroyar.

Hetta eydnaðist so væl við einum samskipaðum átaki bæði frá seingjardeildini, ergoterapi og fysioterapi. Síðan varð spurt í miðlunum: Hví eru føroyingar, sum eru sendir á viðgerðarstovn í Danmark, nógv longri á stovninum enn danir í somu støðu?  Danskarar eru í miðal tríggjar mánaðir á hesum stovninum, meðan føroyingar eru har í eitt hálvt upp í eitt heilt ár. Hetta kostar – talið er ikki neyvt – upp í 17.000 krónur um samdøgrið í Danmark.

- Gev okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 17.000 krónur, ella 10.000 krónur, ella 5.000 krónur, so skulu vit eisini vísa tykkum, hvat vit kunnu gera.

 

Víðfevnt tvørfakligt toymi

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast eitt tvørfakligt toymi við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, fysioterapeutum og ergoterapeutum, ið hava servitan og førleikar til at veita neurorehabilitering. Tíðarperspektivið er upp í tríggjar mánaðir undir innlegging, tó við atliti at tørvinum hjá tí einstaka.

Rehabiliteringin eftir at sjúklingurin er útskrivaður, fer fram ambulant á fysiurgisku deild á KS fyri borgarar í nærumhvørvinum, har KS skipar fyri flutningi. Við longri fjarstøðu verður roynt at samskipa við hini sjúkrahúsini og eldrasamtøkini, og í einstøkum førum koyra avvarðandi borgaran inn á KS til venjingar.

Yvirskipað er tað álagt teimum í Sjúkrahúsverki Føroya, at tá ið ein sjúklingur verður útskrivaður av einum sjúkrahúsi, fer viðkomandi út við eini endurvenjingar- ella endurmenningarætlan, so tað liggur í kortunum, at starvsliðið skal gera okkurt, meðan sjúklingurin er innlagdur, og tey skulu halda fram, tá ið viðkomandi er farin út haðani.

 

Leiðslan má vera við

Fyri fýra árum síðan varð skipað ein integrerað medisinsk/kirurgisk deild á KS, og toymisskipanir vórðu gjørdar. Frammanundan var samstarvið millum fysiurgisku deild, sum er terapiin, og seingjardeildina ikki so skipað, sum tær í tí tvørfakliga toyminum, Synnøva Hansen, Benadicta Sólheim Ellingsgaard, Kitty Trúgvadóttir og Miriam Hjelm, halda, at tað er nú. Síðan hevur toymið gjørt undirvísingartilfar, ið snýr seg um rehabilitering, sum er orðið, tey brúka á KS. Og kravt varð, at øll starvsfólk, bæði í terapiini og seingjardeildini –  toymið – hevði viljað, at bæði vaskifólk, portørar og leiðsla vóru við, tí at rehabilitering er leiðslustýrd og er treytað av, at øll kenna til tað. Er leiðslan ikki høvuðstoghaldarin, so eydnast tað ikki.

Eisini á KS hildu tey seg til Hvítubók hjá Marselisborg sjúkrahúsi í Aarhus, har tey komu við allýsingini av, hvat rehabilitering er fyri nakað.

- Tað serliga við allýsingini av rehabilitering, og sum øgiliga ofta hevur verið umlopið, er har tað stendur, at borgarin, sum er í vanda fyri ella hevur fingið eitthvørt at dragast við ... Mann er ofta farin beint til tann, sum hevur eitthvørt at dragast við, og mann gloymir, at tað stendur eisini er í vanda fyri, so at hugtakið rehabilitering er stórt, vítt og breitt, sigur Benadicta Sólheim Ellingsgaard, deildarleiðari á Fysiurgisku Deild.

Tey byrjaði á rehabiliteringseindini á seingjardeildini. Har er ein rehabiliteringseind, ið hevur níggju sengur, tvær fýramannastovur og ein einmansstova.

 

Nyttug samanlegging

21. mars í 2015 vórðu seingjardeildirnar á KS lagdar saman. Ein umbygging fór fram á Deild A. Áðrenn tað vóru tvær seingjardeildir á KS, Deild M, sum var medisinsk, og Deild A, sum var kirurgisk. Á báðum deildum høvdu tey endurvenjingar. Leiðslan hevði avgjørt, at deildirnar skuldu leggjast saman – eina medisinska og eina kirurgiska – tað verður ikki gjørt nógvastaðni í verðini, men tá ið tey á KS fóru undir ta tilgongdina, avráddu tey at taka ein sosiolog inn, Mariannu Andreassen. Tey vórðu býtt upp í bólkar, ið skuldu skriva um tað virksemi, sum hevði verið, og um tað virksemið, sum tey væntaðu, fór at vera. Í tí tilgongdini arbeiddu tey sera nógv við ætlanini um, hvussu tey skuldu skipa seg. Hugt varð at sjúklingabólkunum, og komið var fram til, at tað vóru tríggir høvusbólkar, sjúklingar, ið hava tørv á neyvari observatión, sjúklingar til útreiðan og sjúklingar til endurvenjing. Tey skipaðu deildina í trý toymir. Toymi 1 róptu tey Akutttoymið, sum er eitt blandað toymi við fimm sjúklingum, ið kunnu vera hálvintensivir, dementir og doyggjandi og hava brúk fyri tættari observatión og hjáveru, umframt akutt móttøka, dagskurð og viðrakning. Toymi 2 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til útreiðan, og Toymi 3 er blandað toymi við níggju sjúklingum, sum eru til endurmenning ella rahabilitering, sum tey helst vilja kalla tað.

 

Fokus á økið

Tá ið tey fóru undir ta tilgongdina, skipaðu tey seg við einum toymisleiðara fyri hvørt toymi. Tað, sum endamálið var við allari toymisskipanini, var, at tey høvdu fokus á eitt øki.

Tey eru fegin um toymisskipanina, tí í dag hava tey eina betri rehabilitering enn í 2015, tí tey miðvíst arbeiða við at hava fokus á endurvenjing, at hava fokus á tað tvørfakliga samstarvið, at tey síggja sjúklingin við hvør sínum fakligu brillum, og at tey øll í felag lyfta sjúklingin. Til dømis, tá ið tey hava ein sjúkling, sum verður innlagdur til rehabilitering, sita tey saman við sjúklingi, avvarðandi, kanska heimatænastu/almannaverki og gera eina móttøkusamrøðu/væntanarsamrøðu. Allir fakbólkar eru við í hesi samrøðuni, og saman við sjúklinginum verður rehabiliteringsætlan gjørd, sum tryggjar, at arbeitt verður móti einum felags máli, sum sjúklingurin saman við toyminum hevur sett.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tvey sløg av rehabilitering, tann stutta rehabiliteringin, ið eru upp til tríggjar vikur og umfatar fasu-3 sjúklingar. Tann longra spesialiseraða  rehabilteringin er ein tilgongd, sum er upp til tríggjar mánaðir og umfatar fasu-2 sjúklingar. Leisturin við felags móttøku og at seta mál er eins fyri báðar rehabiliteringsgongdirnar.

Tann spesialiseraða rehabiliteringin  umfatar sjúklingar, sum antin eru yvirfluttir av donskum endurvenjingarstovnum ella Landsjúkrahúsinum.

Samstarvið kom í lag í samráð við Bjarka á Rógvu, neurolog, sum er staðsettur í Danmark. Hann varðar sum konsulentur gjøgnum Landssjúkrahúsið av sjúklingum við seinheilaskaða, sum koma heimaftur. Neurologurin hevði loftað søguni um kvinnuna frá 2015 og fór so saman við toyminum á KS at royna hesa mannagongdina: Rehabiliteringstoymið hevur videofund, er tað ein persónur, sum er undir 67 ár, boða tey Almannaverkinum frá, tí Almannaverkið varðar av fólki undir 67 ár. Tey sita á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við telduskíggjan, tey á endurvenjingarstovninum í Danmark eru  loggað á  saman við sjúklingi og avvarðandi, umframt at Almannaverkið ella eldrasamstarv eru við á fundinum. Á videofundinum verða vitan býtt millum báðar geirar, og avtalur verða gjørdar.

Fyri at tryggja eina dygdargóða yvirflyting, fer starvsfólk á KS eftir sjúklinginum – vanliga ein sjúkrarøktarfrøðingur og ein terapeutur frá ergo- og fysioterapiini. Aloftast verða tríggir dagar settir av til hetta, bæði fyri at tryggja eina góða yvirlevering og at menna fakligar førleikar.

 

Bindiliðið

Á KS fær sjúklingurin tillutaðan ein kontaktpersón á seingjardeildini, sum er bindiliðið til avvarðandi og terapitoymið. Ein kontaktpersónur er haraftrat á fysiurgisku deild, og hesin er kontaktpersónur millum seingjardeildina og Almannaverkið/eldrasamtak.

Ta fyrstu vikuna verður ein innleggingar- og væntunarsamrøða saman við sjúklingi, avvarðandi og tí tvørfakliga rehabiliteringstoyminum. Endamálið við samrøðuni er at skapa eitt gott grundarlag fyri samstarv og greitt uppgávubýti millum sjúkling, rehabiliteringstoymi og avvarðandi, har væntanir og førleikar verða avstemmað. Ein rehabiliteringsætlan verður gjørd saman við sjúklingi og rehabiliteringstoymi, og fyribilsdagfesting verður ásett fyri útskriving.

Miðvegissamrøða verður avtalað við innleggingarsamrøðuna. Tey, sum eru við, eru sjúklingur, avvarðandi, almannaverk/eldrasamtak og rehabiliteringstoymi.

Rehabiliteringssamrøða er vikuna fyri, at sjúklingurin verður útskrivaður. Henda samrøða er millum sjúkling, avvarðandi, lækna og rehabiliteringstoymi og aðrar skipanir, sum eru við í málinum.

Hvørja viku er tvørfaklig konferansa á seingjardeildini. Ergo- og fysioterapi verða veitt tvær ferðir um dagin allar yrkadagar. Á seingjardeildini verður dentur lagdur á at útinna førleikarættaða sjúkrarøkt umframt at útinna útdelegeraðar ergo- og fysioterapeutiskar uppgávur alt samdøgrið.

 

Annars hevur tað tvørfakliga toymið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eitt týðandi tilmæli:

Læknafakligi førleikin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við neurolog er ikki til. Mælt verður tí til, at neurologur er við til allar samrøður, umframt at neurologur gongur stovugongd eina ferð um vikuna og fylgir rehabiliteringstilgongdini.

Neuropsykologur er ikki settur til somatikkina við føroyska sjúkrahúsverkið. Minsta mark má vera, at sjúklingurin fær eina neuropsykologiska meting við byrjan av innleggingini. Mælt verður til, at neuropsykologurin er við á tvørfakligum konferansum soleiðis, at rehabiliteringstoymið kann sparra og fáa amboð til at menna kognitivar førleikar hjá sjúklinginum. Hetta kann samstundis gera sítt til at menna førleikar hjá rehabiliteringstoyminum. Neuropsykologurin kann saman við rehabiliteringstoyminum skipa fyri frálæru fyri sjúkling og avvarðandi. Ein neuropsykologur eigur at verða settur við føroyska sjúkrahúsverkið. Alternativið er, at peningur verður settur av til eksternar konsulenttænastur.

Sjúklingar við samskiftisavbjóðingum hava stóran tørv á talipedagogi. Í føroyska sjúkrahúsverkinum er eingin talipedagogur settur. Ein talipedagogur eigur at verða settur við føroyska sjúkrahúsverkið, alternativt at peningur verður settur av til eksternar konsulenttænastur.

Fleiri av sjúklingunum, sum eru innlagdir til neurorehabilitering, eru í arbeiðsførum aldri. Tí verður mælt til, at sosialráðgevi er knýttur at tilboðnum.

Broytta lívsstøðan ber í sær, at sjúklingurin er ofta í sálarligari kreppu. Tí verður mælt til, at sálarfrøðingur er knýttur at tilboðnum.

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024