Nýggjar leiðreglur fyri øll ferðandi

juni 27, 2020

Í dag, leygardagin 27. juni, verða leiðreglurnar fyri øll ferðandi, sum koma til landið, broyttar, og nú skulu øll ferðandi lata seg kanna. Hetta er galdandi fyri øll ferðafólk, tó ikki børn yngri enn 12 ár.

Myndin er av heimasíðuni hjá KLM.

Í samband við broytingarnar er faldarin til ferðafólk eisini dagførdur við nýggju leiðreglunum og fyrivarnisreglum, sum øll ferðandi eiga at fylgja.

Les faldaran her.

Ferðandi sum koma til Føroya úr ES-londum, londum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi, eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi dagin eftir á middegi. Ferðandi eiga at vísa serliga varsemi á ferðini til ætlaða uppihaldsstaðið. Eisini er tað sera týdningarmikið, at øll ferðandi halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu, tá hesi verða loyst úr heimauppihaldinum og halda seg burtur frá støðum, har tað er torført at halda neyðugu frástøðuna.

Ferðandi úr øðrum londum eiga framhaldandi at fara beinleiðis í heimauppihald í 14 dagar.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024