Saman við øðrum mennast og broytast vit

desember 1, 2020

Nýggjasta MEGD-blaðið verður í hesum døgum borið út og liggur teldutøkt her á heimasíðuni. Evnið er týdningurin av sjálvbodnum arbeiði og ljós verður m.a. varpað á sjalvhjálparbólkar. Her eru innleiðandi orðini.

Vit eru sosialar verur. Hetta merkir millum mangt annað, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum fyri at fáa eitt gott lív.

Tí gevur tað meining, tá ið lívið bjóðar av, at vit leita til onnur í somu støðu, sum vit eru í. Har kenna vit okkum skilt og hoyrd, og har kunnu vit finna ráðgeving og hjálp til sjálvhjálp.

Hetta er grundarlagið undir teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD, sum arbeiða hvør á sínum øki. Tey ráðgeva, skipa fyri tiltøkum og ávirka politisku skipanina til munagóðar batar.

Eg havi sum forkvinna í MEGD ofta hugsað um, hvat motiverar sjálvboðin í limafeløgunum. Hvat ger, at summi velja at brúka dýrabara tíð og orku her?

Uppgávan er avbjóðandi, tað kann vera langt millum batarnar, og samstarv krevur nógv av einstaklinginum.

Tó vísir tað seg, at tað hóast alt júst eru teir smáu batarnir til frama fyri onnur, sum geva sjálvbodnu uppgávuni meining, og tað er har, sjálvboðin finna orku at halda fram.

Í bókini En postmoderne helgen? – om motiver til frivillighed spyr Ulla Habermann, fil. dr. á setrinum í Lund, hví fólk brúka frítíðina sum sjálvboðin. Ein av niðurstøðum hennara er, at vit kunnu ikki skilja sjálvbodnu uppgávuna uttan samstundis at góðtaka tað, sum liggur í hugtøkunum ósjálvsøkni og næstrakærleiki.

Við øðrum orðum skilir hon sjálvboðið arbeiði sum eina lívsgrundreglu og sum eina etiska grundhugsan mótsett egoismu og tí at vera sjálvupptikin. Sjálvboðin hugsa heldur um, hvussu onnur hava tað, enn hvat tey sjálvi persónliga fáa afturfyri.

Sjálvboðin á brekøkinum vilja vera til hjálp, til nyttu, og tað er eldhugin og sosiali ójavnin, sum drívur verkið. Júst her síggja vit, at tað ofta eru lívsumstøður, sum avgera, um vit gerast sjálvboðin á økinum.

MEGD-blaðið hesaferð varpar ljós á sjálvboðið arbeiði við serligum atliti at sjálvhjálparbólkum.

Tá ið lívið bjóðar av, er tað gott at tosa við onnur í somu støðu. Tí saman broytast og mennast vit. Sjálvhjálparbólkar gevur luttakarunum møguleika at tosa opið og erliga um avbjóðingar við tí endamáli at hitta onnur í líknandi støðu. Luttakararnir kunnu stuðla hvørjum øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp, uttan at hetta er eitt viðgerðartilboð.

Sjálvboðin og fakfólk samstarva um uppgávuna, sum gevur meining hjá mongum.

Vónandi gevur blaðið tær nakað at hugsa um og møguliga eisini, hvussu tú kanst nýta tína tíð og orku. Brúk er fyri tær, tí saman mennast og broytast vit.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024