Saman um eina góða søk

desember 2, 2020

Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni. Her kanst tú lesa greinina "Saman um eina góða søk", sum er um sjálvboðið arbeiði, sum er evnið í blaðnum.

Hvussu hevði føroyska samfelagið verið, um ikki so nógv fólk vóru virkin í sjálvbodnum arbeiði? Hugsa um øll tey, sum hjálpa til í sjálvbodnum arbeiði millum børn, ung, vaksin og eldri í t.d. ítrótti,  samkomu- og kirkjuarbeiði og nógvum ymiskum felagsskapum.   

Hugsa um úrslitið av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum.  Átøk, sum stimbra trivnað og heilsu føroyinga til likams, sálar og anda eins og skapanar- og fatanarevni.   

Og so er tað alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í limafeløgunum hjá MEGD. Og vit hava onnur áhugafeløg eisini, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði fyri at lívga og stuðla fólki, sum fáa eitthvørt at stríðast við, tað veri seg brek ella sjúku.

Limafeløgini hjá MEGD gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri at betra umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Tey gera vart við viðurskiftini mótvegis tí politiska myndugleikanum.

Ikki minni týdningarmikið er tað persónliga sambandið við einstaklingar og avvarðandi, her tey veita stuðul og ráðgeving og veita soleiðis megd til at liva við avbjóðingum. Hetta ber til, tí tey sjálvi kenna avbjóðingina, tey eru avvarðandi, og tey arbeiða á økinum.

MEGD setti limafeløgunum tríggjar spurningar: Hví eru tey við í sjálvbodnum arbeiði? Hví halda tey á við sjálvbodnum arbeiði, og hvørji tilboð bjóða tey limunum? 

Yvirhøvur var svarið, at tey gera sjálvboðið arbeiði, tí tey vilja gera mun og gera umstøðurnar so liviligar sum gjørligt hjá fólki, ið hava avbjóðingar, og avvarðandi teirra. Haraftrat varð nevnt, at tað er ein samfelagsskylda at geva av sínum førleikum og royndum. Tey kunnu eisini vísa  á, at teirra arbeiði hevur givið ítøkilig úrslit. Og satt er tað, at saman eru vit sterkari. Sum føroyska orðatakið sigur Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein.

 

Eru fyrimunir við at gera sjálvboðið arbeiði?

Svarið er ja. Ein skandinavisk kanning, har 14.000 fólk vórðu spurd, kom til ta niðurstøðu, at tað eru væl brúktir tímar, ið verða givnir til sjálvboðið arbeiði (Statens Institut for Folkesundhed, SDU, 2018)[1]. Niðurstøðan var, at fólk, sum gera sjálvboðið arbeiði, sannlíkt fáa betri sálarliga heilsu enn tey, sum ikki gera sjálvboðið arbeiði. Hetta vísti seg sum jaligar kenslur og vælvera, og hvussu ein er í samveru og samspæli við onnur í gerandisdegnum. Tað var uttan mun til aldur, samfelagsliga ella fíggjarliga bakgrund, heilsu og møguligt brek hjá teimum sjálvbodnu. Soleiðis var niðurstøðan, at tað var samband millum blómandi sálarligu heilsuna, sama hvør ein var, hvaðani ein kom, og hvussu nógva orku ein hevði.

Greinin vísir á, at tað kann komast av, at ein sum sjálvboðin ger nakað innihaldsríkt, ósjálvsøkið, at tú hjálpir øðrum og harvið er við til at gera verðina betri. Tú følir, at tú arbeiðir fyri eini góðari søk og ger nakað innihaldsríkt. Tú fært tað betri við teg sjálvan, og soleiðis styrkir tað sálarheilsuna. Ein eykavinningur er, at tú lærir eisini nýggjar førleikar.

Orðini gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur (Orðt. 11,25), og sælari er at geva enn at fáa (Áp. 20,35) eru í samsvari við úrslitini í kanningini.

 

Kunnu øll gera sjálvboðið arbeiði?

Øll, ið vilja geva nakað av sær sjálvum, kunnu vera við í sjálvbodnum arbeiði. Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað.

Tó má vera samsvar millum krøvini í sjálvbodna arbeiðinum og orkuna, vit hava, um sjálvbodna arbeiðið skal geva nøgdsemi.Tá ið vit arbeiða við menniskjum, eru vit sjálvi tað týdningarmesta amboðið – og týdningarmikið er at halda við líka og at vera góð við og lurta eftir hesum einastandandi amboði. Latið okkum í felagsskapinum, har vit eru, ansa eftir hvørjum øðrum og sansa, hvussu vit kunnu gagnnýta orkuna hjá hvørjum øðrum og vera við til at geva hvørjum øðrum yvirskot.  

Í hesum sambandi er áhugavert at eygleiða, hvussu gæsnar samstarva. Tær eru góð fyrimynd, tá ið tað ræður um leiðslu, ábyrgd og samanhald. Tær ferðast í flokki, og tað krevur gott toymisarbeiði at flúgva ein tein upp á 600-800 kilometrar um dagin uttan steðg. Við at samstarva spara tær orku, so hjartað ikki slær ov títt. Flogið má vera róligt og sinniligt. Alt sum órógvar, økir orkutørvin og harvið vandan fyri at mangla ífylling og detta til jarðar.”

 

Hvat kunnu vit læra av villgásini

Við hvørjum flogi framleiðir hvør fuglur eina uppdrift, ið kemur fuglinum til góðar. Av tí at allur flokkurin flýgur í V-fylkingarskipan kunnu tær flúgva 71 prosent skjótari, enn tá ið hvør fuglur flýgur einsamallur

Fólk, ið seta somu kós við felags máli, menna felags samstarv og koma skótari og lættari á mál, enn um tey knossaðust einsamøll. 

Tá ið ein gás villist út úr fylkingarskipanini, merkir hon við tað sama tann hvassa mótvindin og skundar sær inn aftur í flokkin fyri at gagnnýta undanvindin frá flokkinum.

Eru vit líka so vís sum gásin, so verða vit saman við teimum, ið hava sama mál sum vit.

Tá ið leiðaragásin møðist, fer hon afturum, og ein onnur gás tekur leiðsluna fyri hana. At flúgva fremst merkir ofta eisini at merkja mótvindin best.

Tað er skilagott at skiftast um tað tyngsta arbeiði, tí orkan hjá hvørjum einstøkum er avmarkað.

Gæsnar aftanfyri geva ljóð frá sær fyri at eggja leiðaragásina. Vit mugu ansa eftir, at okkara róp eru eggjandi. Bólkar, har nógv eggjan er, hava framgongd.

Tá ið ein gás verður sjúk ella verður særd av skoti frá veiðumanni, fer hon ongantíð einsamøll úr V- fylkingini. Tvær fara úr flokkinum við henni at hjálpa og verja hana. Tær verða hjá henni, til hon er ment at flúgva aftur ella doyr. Ikki fyrr enn tá flúgva tær víðari ella fara í ein annan flokk fyri at koma skjótari aftur í sín egna flokk.

Eru vit líka so vís sum gásin, verða vit verandi hjá okkara medmenniskjum bæði í ringum og góðum tíðum.

("Hvat kunnu vit læra av villgæsnum" er umsett úr týskum).

 

Jónvør Christiansen 


[1] https://www.sdu.dk/da/sif/ugens_tal/48_2018
[2] https://projects.au.dk/fileadmin/projects/can.au.dk/GakTilGaasen2017.pdf Tikið niður 07.08.2020

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024