Í ymisleikanum kunnu vit gerast sterk

juli 28, 2015

Góðu føroyingar, góðu ólavsøkugestir, góðu ítróttafólk!

Fólkahópurin, fløggini og fagnaðurin í dag ber boð um, at her býr eitt fólk, sum stolt savnast um oyggjalandið Føroyar. Vit, sum eru her á Vaglinum, og tit, sum fylgja við á ymsu miðlunum; vit, sum eru heima í Føroyum og tit, sum eru í útlondum, savnast í dag um felags samleika og søgu heimland okkara.

Neyvan var tað av tilvild, at basalt oyggjarnar, sum eftir fleiri túsund ár undir ísi, ein dagin knappliga kagaðu undan. Partar av oyggjunum vórðu tá grivnar burtur av jøklum, sum skaptu vakrar firðir, sund og dalar. Neyvan var tað heldur av tilvild, júst her á 62 stigum norður mitt úti í Atlantshavinum, at køldu og heitu sjóstreymarnir møtast, og at her eisini køldu og heitu luftstreymarnir renna saman, sum alt saman skapa grundarlagið fyri lívið á oyggjunum – og nakað óstøðuga veðurlagið.

Mítt fagra land, so stolt og sterk,
av ódnum bart,
í fornum jarðareldi hert,
av jøkulsísi skurvut merkt,
tó líka djarvt
tú bert títt høvur høgt og frítt
og brosar blítt.
(Mikkjal á Ryggi)

Serstakt er at vera ein av 49.000, sum búgva her, ímóti at vera ein av 7 milliardum av heimsins íbúgvum. Júst hetta serstaka setir stór krøv til føroyingin. Tí bara vit, og tey nøkur túsund, sum búgva í øðrum londum, sum tosa føroyskt mál, og vit, sum eru partur av eini mentan, sum fá kenna, kunnu varðveita, bera víðari og styrkja tað, sum er føroyskt – rótfest í kærleika til móðurlandið, hvønn annan og eftirkomarar.

Føroya Løgting
Vit standa við Tinghúsið mitt í høvuðsstaðnum. Tað eru liðin stívliga 160 ár síðan, Føroya Løgting varð endurstovnað. Men Føroya Løgting er eldri enn so og gongur eini túsund ár aftur í tíðina. Tingið er líka gamalt sum tann føroyska tjóðin. 

Søga okkara er tó ikki gomul, og onkur vil vera við, at hon ikki altíð er álítandi. Hon er jú latin í hamin, sum rithøvundar gevur henni. Føroyar eru á fleiri økjum eyðkendar, eins og søgan, av mótsetningum - samband ella loysing, semja ella ósemja, rættvísi ella órættvísi, rætt ella skeivt, fyrimunur ella vansi. Hvat er rætt og skeivt, er ikki altíð lætt at vita. Zacharis Wang vil vera við, at stríðið um føroysku fólkasálina er ongantíð vunnið av nøkrum. Her sipar hann til avgerðina um loysing við spurninginum: “Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?”, sum ikki varð gjøgnumførd í 1946. Tá var úrslitið 48,7 ímóti 47,2.

Í hesi nýggjaru søguni eru aftur mangir mótsetningar og fleiri ósemjur, men hetta er eitt av tíðarskeiðunum, tá ið føroyingar í verki vístu, at vit megnaðu at standa á egnum beinum, og søgan skal ikki undirmetast. Ístaðin fyri loysing fingu vit heimastýrislógini í 1948.

Hóast kanska ósamd um samband ella loysing, sum eg í dag skal lata liggja, so eri eg vís í, at føroyingar eru samdir um, at vald og myndugleiki hjá Føroya Løgtingi skal víðkast og mennast, sum eitt virðiligt grundarlag fyri fólkaræði og føroysku tjóðina.

Føroyingar fagna ymisleika
Hóast føroyingar tjóðskaparliga hava sama samleika, so eru vit ymisk. Um vit í dag øll skuldu sagt søgu okkara, so vóru óivað eins nógvar søgur og føroyingar. Tí hevur tín søga týdning bæði fyri teg og okkum øll. 

Í bókini Teacher Man, eftir McCourt, undrast rithøvundurin m.a. á, at næmingarnir tíma at sita og lurta eftir tí, hann sjálvur hevur upplivað - í bæði góðum og minni góðum løtum. Men júst søgan hugtekur børn, ung, miðaldrandi og gomul. Persónligar lívsroyndirnar gera, at vit síggja lívið við ymiskum eygum. Við aldrinum broytast vit og hugsa tí eisini øðrvísi. Í undanfarnu ættarliðunum liggur søgan, málið og lærdómurin, sum tey vísiliga hava borið okkum úr fortíðini, og sum í dag eru týðandi varðar.

Áðrenn nakað varð skrivað á blað, hevur frásøgnin blómað, tey gomlu hava tosað, kvøðið og sagt frá tí, tey hava upplivað, og síðani lært tey yngru um fortíð og samtíð og við hesum brynja tey til framtíð. Søgan gevur ikki bara vitan, men eisini er hon góð samvera fyri børnini og okkum øll.

Vit skulu sum samfelag viðurkenna ymisleikan og síggja stórt hvør í øðrum, uttan mun til, hvørji vit eru. Tað er júst í ymisleikanum, at vit kunnu gerast sterk. Hetta merkir, at allir føroyingar skulu hava sítt natúrliga pláss í virkna gerandisdegnum. Hvussu samfelagið er skipað vísir eisini virðir okkara.

Meginfelag teirra, ið bera brek hevur í mong ár stríðst fyri javnrættindi, og visjónin er framvegis, at øll skulu hava javnrættindi í einum inkluderandi samfelag. Vit hava merkt, at hetta eisini er eitt samfelagsligt ynski, og tí skulu vit framhaldandi vísa ynskið í verki, so møguleikarnir fyri at vera virkin, hóast brek, verða so góður, sum gjørligt.

Tað hevur týdning, at krøv verða sett einstaklinginum at vera við, og vit skulu øll kunnu vera við so ella so. Sjálvandi hevur persónliga viðurkenningin av avmarkingum stóran týdning. Men størri týdning hevur tó staðfestingin, at menniskju eru ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum.

Ítróttur og vilji
Tá ið eg sum 10 ára gomul gjørdist svimjari í Ægir og seinni eisini í ÍSB, fekk eg eina stóra gávu. Eina gávu, sum eg við tíðini eru vorðin alt betri við. Tit, sum standa á Tinghúsvøllinum við tykkara merki á klæðunum, vita, hvat skal til. Sum ítróttarfólk at vera við í kappleiki, at gera tykkara besta og at berjast fyri góðum úrslitum. Óivað kenna tit eisini kensluna av vónbroti, um tað ikki gekst, sum ætlað. Soleiðis er lívið ofta bæði við viðgongd og mótgongd, men hetta mennir okkum sum menniskju. Tit, venjarar, skulu eisini vita, at tit hava stóran týdning fyri tey íðkandi. 

Stórar vóru løturnar at síggja Merkið veittra á paraplympiskum leikum, heimsmeistara kappingum, evropeiskum og norðurlendskum meistaraskapum. Hetta hevur ofta verið framíhjárættur fyri okkum, sum bera brek. Sjálvsagt eiga føroyingar at kappast undir Merkinum, og gott í politisku skipanina, sum hevur tikið hetta í álvara. Hóast vit bera Merkið og kærleikan til móðurlandið inní, so hevur tað stóran týdning saman við stolta Merkinum at njóta góðu løturnar.

Eg eri errin av at vera føroyingur. Eg eri errin at standa her saman við tykkum – frammanfyri mær at síggja sterk og íðin ítróttarfólk, aftanfyri meg væl spælandi hornorkestur og so eina stóra fjøld av føroyingum.

Gera upp við vit og tit
Hóast smáar oyggjar mitt í havinum, so er gerandisdagur okkara merkur av heiminum uttan um okkum. Samfelagið broytist, vit gerast fjølbroyttari í samleika sum menniskju, men tó ongantíð annað enn menniskju. 

Við integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommunu varð staðfest, at ein ógvuliga umráðandi og neyðug fortreyt fyri, at integratión skal eydnast, er, at tey, sum flyta til oyggjarnar, læra bæði mentan og mál til lítar. Tá vit skulu siga øðrum frá søgu, máli og mentan okkara og bjóða øðrum inn í gerandisdagin, so er neyðugt, at vit kenna okkum sjálvi. Vit eru ymisk og meina ymiskt.

Ringrásin hin sama
Nú summarstevnurnar longu eru av, minnast vit litríku summarløturnar, har vit hittust til list, sjónleiki, tónleik, hornblástur, ítrótt, sang og fundir. Summarið fer skjótt at halla, og uttan um okkum gongur sama ringrás við heitum og køldum sjósteymi og luftstreymi, sum varð okkara lutur.

Latið okkum fegnast um alfagra land okkara, taka hvønn annan í favn, har vit seta hvør øðrum virðilig krøv og virða hvønn annan sum menniskju – uttan um til, hvørji vit eru. 

Latið eisini okkum finna friðin í at vera serstøk sum menniskju, og vil fegin enda við bønini hjá Símuni av Skarði úr tjóðsangi okkara:

Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær
í tíni dýrd!
So torir hon vága
av Gudi væl skírd
- at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Við hesum orðum verður ólavsøkan 2015 sett.
Góða ólavsøku!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024