Hvussu skal borgarastýrd tænasta skiljast?

mars 9, 2021

Á netfundi við norðurlendska brekráðið undir norðurlendska ministararáðnum var evnið í dag borgarastýrd tænasta, sum m.a. byggir á grein 19 í ST-sáttmálanum um at liva sjálvstøðugt og at verða tikin upp í samfelagið.

Tað var Rannveig Traustadóttir, sum umrøddi grein 19. Hon er professari á setrinum í Íslandi, har hon arbeiðir við gransking á brekøkinum og er sjálv aktivistur. M.a. hevur hon granskað, hvussu ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal skiljast og setast í verk.

Hon legði í framløguni dent á, at hóast ongar allýsingar av sáttmálanum eru, so eru tær gjørdar í almennu viðmerkingunum (í “general comments”). Eisini legði hon dent á, at grein 19, eins og aðrar greinar í sáttmálanum, ikki kann standa einsamøll. Sáttmálin skal síggjast í síni heild.

Her er nakað av tí, hon segði.

 

ST-sáttmálin skal síggjast sum ein heild

Tað, sum er viðkomandi við grein 19, er, at tað at liva sjálvstøðugt verður sett fram sum rættindi. Greinin peikar á rættindi til allar tænastur og tilboð við tí fyri eygað, at fólk, ið bera brek, kunnu vera partur av samfelagnum. Hetta peikar ikki bara á tilboð og tænastur, sum fólk, ið bera brek, hava ella fáa, men á tað, sum samfelagið annars bjóðar.

Greinin undirstrikar, at fólk, ið bera brek, skulu hava ávirkan og kunnu taka avgerðir um egið lív. Hetta skal forða fyri eksklusjón og fremja inklusjón. Autonomi og egið val eru lyklaorð.

Greinin 19 tekur støði í persónliga tørvinum og skal røkka út til øll, sum bera brek, uttan mun til brekið ella tørvi á tænastum og á øllum økjum. T.d. tænastur og tilboð heima, stuðul á arbeiðsmarknaðinum, val av bústaði og í skipanum, sum eru ætlaðar øllum t.d. heilsutænastum.   

Grein 19 kann ikki standa einsamøll. Hon skal síggjast sum partur av øðrum greinum og kann tí ikki íverksetast uttan aðrar greinar eisini verða íverksettar. Til dømis nevndi Rannveig týdningin í  

  • grein 3c, sum er ein av aðalreglunum, um at fólk, ið bera brek, fullvegis og virkið eru við í og verða tikin upp í samfelagið og grein 26 um menning og endurmenning og
  • grein 5 um javnrættindi og ongan mismun og grein 9 um atkomu, eru lyklagreinar, sum geva fólki javnrætt uttan mismun í atkomu á jøvnum føti við onnur til tænastur og tilboð

Hesar greinar skulu hugsast inn í stóru myndina, tí greinarnar skulu stuðla øllum økjum í virkna lívinum.

Hetta er bara eitt dømi um, hvussu samansett uppgávan av íverkseta sáttmálan í veruleikanum er. Grein 19 sæst við øðrum orðum aftur í fleiri øðrum greinum og er treytað av, at tær eisini verða íverksettar.

 

Hvat merkir tað at liva sjálvstøðugt?

Spurningurin, hvat tað merkir at liva sjálvstøðugt, er serstakliga viðkomandi. Hugburðurin ella siðvenjan um at vera sjálvstøðug/ur og at liva sjálvstøðugt er við rørslum á brekøkinum við tíðini broytt. At vera sjálvstøðug/ur er ikki likamliga ella intellektuelt at megna egið, sjálvstøðugt lív og at gera alt uttan stuðul. At liva sjálvstøðugt merkir at hava atkomu ella atgongd til tann stuðul og ta hjálp í gerandisdegnum, sum tú hevur tørv á fyri at vera við og tikin upp í samfelagið á jøvnum føti við onnur.

Tað er her, at borgarastýrd tænasta gerst viðkomandi.

Borgarastýrd tænasta er ein tænasta, sum er lagað til fólk, ið bera brek, og sum hesi sjálvi hava eyðmerkt og seinastu árini stríðst fyri og ment. Borgarastýrdar tænastur eru ymiskar, men lykilin er, at borgarin stýrir tænastuni. Tað er borgarin, sum avgerð, hvør verður settur í starv, hvørja tænastu tey skulu veita, nær, hvar og hvussu.

Hóast ST-sáttmálin er viðurkendur av landspolitisku skipanini, so hevur tað stóran týdning, at álagt verður kommununum at íverkseta sáttmálan. Um kommunurnar ikki eru við, so verður sáttmálin ikki settur í verk í øllum samfelagnum.

 

Hugburður fyrr og nú

Fyrr var uppbýting og eksklusjón veruleiki og í størri mun góðtikið. Í dag skal hetta síggjast øðrvísi. Avbjóðingin er, at dagsins skipanir og tænastur ofta eru arvur frá eini tíð, har hugsað var øðrvísi. Júst hetta ger ST-sáttmálin upp við. Eins og hann eisini ger upp við diagnosur. Enn verða skipanir mentar, bygdar á og skipaðar eftir diagnosum. Hetta kann vera ein avbjóðing.

Grundleggjandi er mannarættinda fokusið, at brek verða skapt, tá ið fólk í samfelagnum ikki kunnu liva sjálvstøðugt. Tað eru ikki borgararnir, sum eru avbjóðingin, men samfelagið.

Fundurin í Ráðnum í dag var viðkomandi og áhugaverdur. Ein av niðurstøðunum var, at tá ið vit royna at broyta tað, vit gera, so er tað avbjóðandi, um vit halda fram við vanahugsan og ikki síggja tað í ljósinum av, hvussu hetta verður sett fram og skal skiljast í sáttmálanum.

Júst hetta krevur størri vitan um sáttmálan, hvussu hann skal skiljast og íverksetast.

 

Borgarastýrd tænasta í nýggju lógini

Borgarastýrd tænasta sæst aftur í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur sum stuðulstænasta í § 35 og sum borgarastýrd tænasta í § 36. Orðingarnar eru hesar:

Stuðulstænasta

§ 35 Stuðulstænasta verður veitt persóni við likamligum ella sálarligum breki ella persóni, sum er 18 ár ella eldri við víðfevndum sosialum trupulleikum til tess at veita persóni ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Stuðulstænasta verður m.a. veitt sum:

1)   námsfrøðilig leiðbeining í mun til at røkka yvirskipað persónlig mál,
2)   umsorgan og praktisk hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti,
3)   fylgjari til sosial tiltøk, og
4)   vøka og hjávera, ið er uttan fyri ábyrgdarøki hjá kommunu og heilsuverki.

Stk. 2. Stuðulstænasta verður ikki veitt persóni, sum fær tænastu á bústaði sambært §§ 45 og 46 í hesi løgtingslóg.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:

1)   skipan av stuðulstænastu,
2)   tillutan av stuðulstímum, undir hesum mesta tal av stuðulstímum, og
3)   rindan av útreiðslum fyri stuðulsfólk, eitt nú til ferðing og sosial tiltøk.

 

Borgarastýrd stuðulstænasta

§ 36. Stuðulstænasta sambært § 35, stk. 1, nr. 2-4 kann veitast soleiðis, at persónur, ið fær stuðulstænastu, sjálvur ger av, hvør skal virka sum stuðulsfólk, hvat stuðulstænastan kann nýtast til og nær.

Stk. 2. Stuðulstænasta sambært stk. 1 kann veitast persóni, 18 ár ella eldri, ið megnar at umsita stuðulstænastuna. Stuðulstænasta sambært stk. 1 kann veitast barni, yngri enn 18 ár, tá tann, ið hevur dagligu umsorganina av barninum, megnar at umsita stuðulstænastuna.

Stk. 3. Maki, foreldur og systkin kunnu ikki setast sum stuðulsfólk hjá persóni, sum sambært stk. 1 fær stuðulstænastu.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:

1)   skipan av stuðulstænastu sambært stk. 1, undir hesum treytir fyri stuðulstænastuni,
2)   tillutan av stuðulstímum, undir hesum minsta og mesta tal av stuðulstímum, og
3)   rindan av útreiðslum fyri stuðulsfólk, eitt nú til ferðing og sosial tiltøk.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024