3: Tí eru vit sjálvboðin

apríl 7, 2021

"Tí eru vit sjálvboðin" var yvirskriftin í nýggjasta MEGD-blaðnum, har limafeløgini settu orð á, hví tey gjørdust sjálvboðin. Sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum hevur ósigiligan týdning fyri samfelagið alt. Komandi vikurnar hoyra vit limafeløgini svara, og í dag er tað Epilepsifelag Føroya, Giktafelag Føroya og Hoyr.

 

Epilepsifelag Føroya

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Felagið varð sett á stovn í 1989. Vit vóru nokk so nógv møtt til tann stovnandi aðalfundin. Grundin til at stovna felagið var, at tey við epilepsi vildu vita meiri um tað at hava epilepsi. Tey, ið hava epilepsi, føla seg ofta einsamøll, tí hetta er ein neurologisk sjúka, sum hevur sera nógv ymisk slag av herðindum við sær. Summi kunnu hava ein vanligan gerandisdag, og onnur hava ilt við at klára tað vanliga í gerandisdegnum, so sum skúla og arbeiði.

Hvaí halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Epilepsifelagið hevur neyvt samband við hini norðurlondini, men vit samskifta tó mest við Danmark.

Vit í nevndini hava altíð roynt at havt ein til tveir limafundir og almennar fundir um árið, har vit hava fingið servitan frá neurologum og øðrum útifrá. Okkara limir fáa tað danska blaðið fýra ferðir um árið, um tey ynskja tað.

Tað var bara ein neurologur í Føroyum í nógv ár. Hann skuldi hava allar aðrar neurologiskar sjúkur undir sær. Hetta hildu vit var óheppið, og vit fóru í gongd við at fáa ein neurolog, ið serliga hevði við epilepsi at gera. Hetta eydnaðist eftir til endans við hjálp. Vit vóru fleiri feløg, ið saman strongdu á myndugleikarnar fyri at fáa eina neurologskipan í lag.

Av tí, at grundarlagið fyri at fáa ein fastan neurolog bara til epilepsi ikki var til staðar, varð ein konsulentskipan sett í verk, og neurologar á ymsum sjúkuøkjum koma í skiftum til Føroya fleiri ferðir um árið. Vit eru enntá so heppin, at okkara epilepsineurologur er blivin yvirlækni á Landsjúkrahúsinum. Vit eru sera væl nøgd við, at vit hava fingið nærri samband við neurologin, og tá ið hann ikki er her, kunnu vit altíð seta okkum í samband við neurologtænastuna á Ambulatoriinum. Skrivararnir har samskifta so yvir netið við neurologin.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum og hví?

Felagið bleiv beinanvegin limur í MEGD í 1989. Tað, at vit í MEGD eru 24 feløg, sum kunnu stuðla hvørjum øðrum og fáa hjálp til ymiskt frá MEGD, er ótrúliga gott. Vit fáa eitt sindur av peningastuðuli frá MEGD. Tað er frálíkt. Hava vit okkurt tiltak, ja, so søkja vit m.a. MEGD um stuðul, og er tað innanfyri karmarnar hjá teimum, ja, so er møguleiki at fáa nakað stuðuli.

Sum limafelag er man noyddur at fylgja reglunum hjá MEGD við m.a. at lata grannskoðaðan roknskap inn hvørt ár og at halda aðalfund. MEGD eru óført at skipa fyri formansfundir, har formaður og næstformaður kunnu møta til fundir og fáa motivatión frá MEGD til at fara undir okkurt tiltak.

Eisini skipar MEGD fyri fyrilestrum og skeiðum fyri nevndirnar í feløgunum. Tað er ein góður felagsskapur millum øll limafeløgini í MEGD, og slíkir fundir og skeið eru stimbrandi og eggjandi fyri feløgini, og vit eru røsk at stuðla og vegleiða hvørjum øðrum.

Okkara nevndararbeiði yvirhøvur gevur ikki nakra samsýning av nøkrum slag. Tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk halda seg aftur at fara í eina slíka nevnd, tí tað krevur sera nógv av okkum.

Ja, og hví heldur man áfram í arbeiðinum? Jú, mann vil so fegin hjálpa øðrum og mann vil, at limirnir skulu fáa tað besta úr felagnum. Nøkur í okkara nevnd hava verið við frá byrjan og duga helst ikki at lata vera. Nýggj fólk eru altíð vælkomin í nevndina. Nevndarval er altíð á aðalfundinum.

 

Giktafelag Føroya

Vit ynskja at gera mun, vilja bøta um korini hjá giktaraktum, sum eru ein ógvuliga misrøktur sjúklingabólkur. Vit royna at ávirka sjúkrahúsverkið og politikarar til at fáa betri viðgerðarmøguleikar. Vit vilja hava fleiri fakfólk á økið, betri tilboð, umstøður og møguleikar til viðlíkahaldsvenjingar og heittvatnsvenjingar.

Vit eru blivin hoyrd, og tað hevur eydnast at fáa ávísar batar framdar. Óivað er tað tí, vit halda á, men vit mugu ásanna, at tað tekur drúgva tíð, og langt er eftir á mál. Bíðitíðin at koma til viðgerð er alt ov long.

Limir felagsins fáa fýra bløð sendandi um árið við upplýsandi tilfari. Vit hava telefonviðtalu tveir tímar hvønn mikudag frá klokkan 16-18. Vit hava eisini limafundir við fyrilestrum við serkønum fólkum. Fyrilestrar hava til dømis verið um gikt, viðgerð, venjingar og kost. Vit halda, at alneyðugt er við upplýsing, ið er eitt av okkara endamálum.

Endamál felagsing:

  • at veita upplýsing um giktasjúkur
  • at betra um viðgerðarmøguleikar
  • at veita ráðgeving

 

Hoyr
– felagið fyri hoyribrekað í Føroyum

Nevndin í Hoyr arbeiðir fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið hava hoyribrek.

Eingin veit við vissu, hvussu nógv fólk í Føroyum hava niðursetta hoyrn, nýta hoyritól, ella hvussu lívsumstøðurnar hjá hesum fólkum eru. Tá ið metast skal um, hvussu nógv eru við niðursettari hoyrn, verður yvirhøvur tikið støði í donskum ella altjóða hagtølum. Sambært hesum hagtølum eru millum 5.000 og 8.000 føroyingar, ið hava avbjóðingar við hoyrnini.

At hava eitt hvørt hoyribrek kann ávirka trivna og sosiala vælveru hjá fólki. Niðursett hoyrn sæst ikki, og vit við hesari avbjóðing fáa ofta viðmerkingar um, at vit ikki lurta eftir, eru erpin ella hástór, tí vit ikki svara, tá fólk siga hey ella tosa við okkum. Hetta kann føra við sær, at vit látast at hoyra, og hetta kann bera í sær meiri ella minni stuttligar støður. Eitt nú um fleiri tosa saman, flenna og spyrja viðkomandi við niðursettari hoyrn (og sum einki hevur fingið við) um tey eru samd... ”Øøh, jú...” og øll hyggja undrandi uppá teg... “Øøh, ella eg meini nei!”

Fleiri tílíkar hendingar kunnu eftir mongum hava við sær, at fólk kenna seg einsamøll, stigmatiserað og ótrygg í sosialum samanhangið.

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Í nevndini hjá Hoyr sita fimm fólk, ið hava ymsar avbjóðingar við hoyrnini. Ein hevur BaHa (BenforAnkret HøreApparat), eitt hevur hoyritól, ið verður fest á eina skrúvu, sum er fest í skallabeinið aftanfyri oyrað. Tvey hava barn við CI (Cochlear Implant), eitt framkomið hoyritól, ið gevur fólki við nógv niðursettari hoyrn møguleika fyri at hoyra, og ein hevur sjálv CI. Ein nýtur hoyritól, og ein hevur tinnitus. Hetta ber í sær, at vit hava hvør sær ymiska vitan um tað at hava eitthvørt hoyribrek.

Okkara persónligu avbjóðingar, skapa eina vídd í samband við vitan og royndir um hoyriavbjóðingar í gerandisdegnum. Vit hava upplivað vánalig ljóðviðurskiftir í skúla og arbeiði ella sosialum viðurskiftum. Hava upplivað at ljósviðurskiftir eru so vánalig, at ógjørligt er at munnavlesa, at sakna tekst í sjónvarpi og at sakna AVT frálæru sum eina sjálvfylgju eftir eina CI-implantatión. Vit hava hvør í sínum lag roynt at klára okkum, roynt at lurta betur, at flent við, tá ið hini flenna, tó uttan at vita, hvat flent verður at, men hetta er troyttandi í longdini.

Tí er tað bæði áhugavert og spennandi at vera komin í nevndina í Hoyr. Her fáa vit møguleika at ávirka, soleiðis at tað gagnar øllum, ið hava eitthvørt hoyribrek. Vit grenja ikki um okkara støðu, vit ávirka, har tað ger mun.

Við felagnum í rygginum kunnu vit varpa ljós á ymisk órímilig viðurskiftir ella skriva til tey ymisku ráðini og politikarar, ið varða av fólki við hoyribreki. Vit kunnu skipa fyri fundum og tiltøkum, har vit kunnu eggja hvønn annan at standa upp fyri sínum rættindum. At vit hava ávís rættindi og ikki noyðast at skammst ella verða illa við av, at vit ikki fingu alt við.

Vit hava niðursetta hoyrn, ja, men vit eru og duga so ótrúliga nógv meir enn tað.

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Vit halda, at tað gevur góða meining, tá ið vit røkka settum málum. Hetta at verða við og ávirka og síggja úrslit gevur okkum uppaftur betri hug at halda fram. Skulu vit nevna nøkur stór mál, so eru tekstaðar sjónvarpssendingar eitt, ið vit hava arbeitt nógv fyri, og tá ið vit uppliva, at Dagur & Vika verður sent við teksti ta seinnu sendingina um kvøldið, er tað ein stórur sigur fyri okkara limir. Men tey smáu fetini telja eisini við, og tey síggja vit meir og meir. Og so er tað sera hugaligt at hittast og hava sama mál fyri eyga.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum? 

Hoyr hevur eina aktiva facebooksíðu, her øll, ið hava dámað síðuna, kunnu senda spurningar til felagið. Somuleiðis verður øll kunning løgd út á síðuna.

Í heyst skipaði Hoyr saman við Hoyrnini fyri einum tiltaki um tinnitus. Felagið skipar fyri tiltøkum, og eru øll vælkomin at venda sær til felagið. Annars arbeiðir felagið áhaldandi fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið hava niðursetta hoyrn.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024