Ítøkiliga, miðvísa arbeiðið eftir valið

august 31, 2015

Skjótt kenna vit úrslitið av løgtingsvalinum 2015. Seinastu dagarnir hava verið spennandi, har vit hava hoyrt, lisið og sæð mong áhugaverd og góð vallyfti. Brekøkið hevur møguliga ikki fylt nógv í valstríðnum, men tó geva valevnini til kennar, at tey vilja tryggja okkum eitt gott og gevandi samfelag – eisini teimum, ið bera brek. Altavgerandi er nevniliga, at politiska skipanin tekur brekøkið í álvara, tí økið er stórt og fjøltáttað, og júst har liggur avbjóðingin.

At gleðast um
Vitandi um, at vit ikki kunnu gera alt í senn, so er miðvíst arbeiði yvir tíð neyðugt fyri at menna økið. Vit hava seinastu árini sæð vælkomnar batar og broytingar. Komandi árini standa vit framhaldandi fyri stórum avbjóðingum, sum tó ikki eru nýggjar, men grundleggjandi fyri fólkaræði og javnrættindi hjá teimum, sum bera brek. 

Ítøkiliga kann MBF vísa á, at:

  • Almannaráðið hevur fingið til uppgávu at hava eftirlit við ST sáttmálanum
  • arbeitt verður við at fáa grein 33, um óheft eftirlit, at virka
  • føroyingar hava fingið nýggj ES parkeringskort
  • fylgjaraskipan er sett í verk
  • miðnámstilboð til ung við breki er víðkað
  • MBF hevur umboðan í arbeiðsbólki, ið ger tilmæli um tænastupolitikk á almannaøkinum
  • Almannaráðið hevur á fíggjarlógini játtað kr. 400.000,- til skrivitulk
  • bíðilistin í barna- og ungdómspsykiatriini er minkaður úr hálvum øðrum ári niður í tveir til tríggjar mánaðir
  • bilur við lyft er keyptur til flogvøllin  


At arbeiða víðari við
Serliga eru tað trý viðurskifti úr rúgvuni, sum MBF seinastu tíðina hevur arbeitt við, og sum vit vóna, at komandi samgonga fær sett í verk. 

  • ST sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, er grundarlagið fyri politiska arbeiðinum hjá MBF. Fyri at tryggja endaliga íverksetan av sáttmálanum er grein 33 ein tann mest umráðandi. Enn mangla stk. 2 og 3 at verða sett í verk. Viðvíkjandi hesum hevur MBF sent Almannamálaráðnum uppskot um, hvussu hetta kann gerast.
  • Enn tørvar okkum eina yvirskipaða ætlan fyri brekøkið í Føroyum og at seta í verk ein brekpolitikk við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum geirarnar. Her er neyðugt, at Føroya Landsstýri setir í verk munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir.
  • Atkoma til sendingar hjá Kringvarpi Føroya skulu tryggjast, so fólk, sum eru deyv, og fólk, sum eru tunghoyrd, fáa møguleika at fylgja við tí, sum hevur serligan almennan áhuga. Ógjørligt er ofta at loysa avbjóðingarnar við antin at teknmálstulka ella at teksta. Tí skulu vit arbeiða miðvíst við báðum loysnum til føroysku sendingarnar. 

Politisku valskráirnar ymiskar
Valskráirnar hjá politisku flokkunum geva ábending um, hvussu brekøkið er raðfesta til løgtingsvalið. Hóast tað møguliga er nakað einfalt bara at vísa á valskráirnar, so siga tær tó nakað.

Her undir heitinum "Politisku valskráirnar um brekøkið" er yvirlit av lyftunum at finna.

Uttan her at vísa á nakra ítøkiliga valskrá, so er sjónligt, at í valskráunum hjá flokkunum, sum seinastu árini hava sitið í samgongu, fyllir brekøkið nakað meira, og er munur á, hvussu flokkarnir seta orð á, hvørjar avbjóðingar teir vilja arbeiða fyri og síggja sum týdningarmiklar.

Tó vita vit, at vallyftini fyri valið í sjálvum sær ikki tryggja úrslit, men heldur ítøkiliga, miðvísa arbeiðið eftir valið. Við hesum ynskir MBF flokkunum eitt gott val, har vit bjóða komandi løgtings- og landsstýrisfólkunum til gevandi samstarv við ynskjum um enn fleiri batar og broytingar, sum gagna teimum, ið bera brek.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024