Vit liva og virka

september 17, 2021

Ver vælkomin saman við MEGD at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin fríggjadagin 22. oktober. Seinastu 40 árini hevur MEGD saman við limafeløgunum áhaldandi virkað fyri at betra um umstøðurnar hjá einstaklingum, ið bera brek, at liva og virka í føroyska samfelagnum. Tað er eisini hetta, sum fer at mynda skránna fyri dagin.

Sama dag gevur MEGD út bókina Vit liva og virka, sum eru 24 persónligar søgur úr teimum 24 limafeløgunum – ein úr hvørjum felagi. Snorri Brend hevur gjørt samrøðurnar og hevur skrivað. Myndirnar í bókini hevur Jens Kristian Vang tikið.

Seinastu árini er føroyska samfelagið broytt nógv, eins og vit á brekøkinum hava upplivað vælkomna hugburðsbroyting. Nýggja MEGD-blaðið, ið viðger evnið hugburður um brek, verður eisini at fáa í Norðurlandahúsinum.

Vit gleða okkum til dagin og vóna, at Norðurlandahúsið verður fullsett. Dyrnar lata upp kl. 12. Tá bjóða limafeløgini til kunning og prát úti í forhøllini. Skráin í høllini byrjar kl. 13 og endar um 15.30 tíðina.

Øll eru vælkomin og tó neyðugt er at tekna seg her.

 

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024