Vælferðarøkið nýhugsast

januar 24, 2022

Seinastu árini hevur føroyska samfelagið staðið fyri stórum broytingum á vælferðarøkinum. Tær hava verið vælkomnar, og føra nú til nýggjar avbjóðingar við vælferðartænastunum, sum ikki altíð eru nøktandi. Samstundis sum tørvur er á fleiri fakfólki, so eiga skipanir, sum longu eru, at samstarva betri og væl møguliga verða umskipaðar.

 

Heildarætlan fyri vælferðartænastur

Í morgin er fyrsti tingfundur í 2022, og á skránni er millum annað uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini. Hesum vælferðartænastum eru fólk, ið bera brek, partur av.

Vit vita, at tørvur er á fakfólki, so sum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, námsfrøðingum o.ø. Samstundis eiga vit eisini at arbeiða fyri, at betri samstarv verður tryggjað millum starvsfólk og skipanir – bæði tvørfakligt og tvørgeiraligt.

Ynski í uppskotinum er at seta í verk arbeiði at fáa gjørt eina heildarætlan, sum tryggjar, at vit verða før fyri at veita tær vælferðartænastur, sum framtíðin krevur. Ein heildarætlan, sum lýsir, hvørji átøk eru neyðug á útbúgvingarøkinum, átøk í mun til arbeiðsumstøður og arbeiðstíð.  

Eisini er nevnt, at góðskan í teimum tilboðum vit veita, í stóran mun er treytað av, hvussu væl starvsfólk fakliga eru skikkað. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu dygd til okkara borgarar.

Hetta er ein partur av avbjóðingini.

 

Samstarv við borgaranum í miðdepli

Afturat fakligum førleika hjá starvsfólki hevur samstarv stóran týdning. Vælferðarøkið er stórt og eigur stóran part av fíggjarlógini. Tí ræður tað um at duga at samstarva og fáa meira burturúr tí fígging, ið longu er.

Orðini eru søgd fyrr, t.d í tilmælinum Borgarin takast uppá ráð, at tvørgeiraligt samstarv hevur týdning, tí fólk, ið bera brek, ofta hava tørv á tænastum frá fleiri enn einum myndugleika. Fyri at geirar, myndugleikar og stovnar kunnu hava eitt mennandi samstarv, mugu skipanirnar undir einstøku aðalráðunum virka á nøktandi hátt. Skulu tænastur til fólk, sum bera brek, veruliga flyta seg, er umráðandi at arbeitt verður miðvíst, umframt at arbeiðið verður raðfest av øllum myndugleikum samstundis.

Somuleiðis hevur tað týdning, at breiðar politiskar semjur millum ráðini og kommunala geiran verða gjørdar, og at politiskt bindandi avtalur verða gjørdar, sum nágreina, hvussu hesi tilboð skulu skipast. Í hesum sambandi er neyðugt við formaliseraðum samstarvi á øllum stigum og at orka verður sett av til at menna samskipanina til frama fyri borgaran.

Eisini skal tvørfakligt samstarv mennast, tí tænasturnar eru nógvar og ymiskar og seta krøv til, sum sagt, at tað er nóg nógv starvsfólk, og at starvsfólkini eru væl skikkað í mun til ta tænastu, sum tey veita. Tørvur er á at hava ymiskar fakbólkar, og hevur tað stóran týdning, at tey starvsfólk, ið veita tænastuna til borgaran, megna at arbeiða saman til frama fyri borgaran og at tørvur hansara er í miðdepli.

 

Aldur, tænastur, land og kommunur

Ein avgjørdur bági fyri borgaran í vælferðartænastunum í dag er eisini, at tænasturnar verða veittar eftir aldri eins og at nakað verður veitt av kommunal- og annað av landsmyndugleikum.

Eitt nú, at ein skipan er fyri tey, ið eru 0-18 ár. Ein onnur fyri tey, ið eru 18-67 ár. Og upp aftur ein onnur fyri tey, ið eru 67 ár ella eldri. Hetta skapir eina stirvna skipan, ið eisini ger tað fløkjasligt hjá borgarum at fara úr eini skipan í aðra, tí tá broytast tilboð og tænastur.

Skipanir skulu gerast eftir tørvinum hjá borgarunum. Tær skulu ikki verða gjørdar til borgaran at passa inní.

 

Vælferðarøkið umskipað og nýhugsað

Tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini. Tó uttan at borgarin er í miðdepli og verður tikin við uppá ráð, og samstarvað verður breitt í politisku skipanini og millum geirar, fakfólk, fakfeløg, kommunur, stovnar og tey, ið tæna borgarunum, verða vælferðartænasturnar ov stirvnar, og hetta ávirkar eisini trivnaðin hjá starvsfólki.

Menningin seinastu árini er vælkomin, og nýggju avbjóðingarnar skulu nú takast í álvara. Samstundis sum tørvur er á fleiri fakfólki og at karmarnir verða nøktandi, so eiga ymisku skipanirnar at samstarva eins og tær væl møguliga eiga at verða umskipaðar ella nýhugsaðar til gagns fyri borgaran.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024