MEGD skal hava nýggjan aðalskrivara

februar 1, 2022
  • Brennir tú fyri at gera mun á brekøkinum?
  • Dámar tær at skipa tín egna gerandisdag?
  • Hevur tú áhuga fyri millumtjóða samstarvi?

Vit sóknast eftir eini eldsál at arbeiða sum aðalskrivari hjá MEGD. Okkara eldsál skal brenna fyri, at tey, sum bera brek, fáa somu møguleikar og rættindi sum aðrir borgarar í okkara samfelag. Harumframt er týdningarmikið at skapa felags kós saman við limafeløgunum.

Tann, ið settur verður, skal hava arbeiðsroyndir innan fyrisiting, og tað er fyrimunur at hava arbeiðsroyndir innan brekøkið. Tað er somuleiðis fyrimunur at hava leiðsluroyndir.

MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg og arbeiðir við brekpolitikki í øllum samfelagsviður skiftum. MEGD hevur tætt samskifti við politisku skipanina og leggur dent á at hava eina virkna rødd í almenna rúminum.

Vit bjóða

  • eitt áhugavert, sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv
  • eitt starv, ið tú sjálv/ur kanst mynda
  • løn eftir nærri avtalu

Arbeiðið fevnir um

  • at hava um hendi dagligu umsitingina av felagnum í samstarvi við starvsnevndina
  • at hava um hendi fíggjarumsiting felagsins
  • at hava ábyrgdina av journalskipan felagsins
  • at samskifta við, ráðgeva og menna einstøku limafeløgini í teirra dagliga virksemi
  • at virka fyri, at alt lógarsmíð og aðrar almennar ásetingar byggja á ST sáttmálan um einstaklingar, ið bera brek
  • at virka fyri at fáa ávirkan og verða hoyrd í málum, ið eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek
  • at luttaka í millumtjóða samstarvi

Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving, arbeiðs­ og leiðsluroyndir
  • hevur hollan kunnleika til fyrisitingarligt arbeiði
  • dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt
  • hevur kunnleika til og áhuga fyri arbeiðinum innan brekøkið
  • dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, donskum og enskum
  • ert fryntlig/ur og hjálpsom/hjálpsamur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • hevur kunnleika til føroysku samfelagsskipanina og lógarverkið
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur innlit í journalskipan

 Starvið verður sett frá 1. apríl 2022, ella eftir avtalu.

Umsóknin við viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til tora@megd.fo í seinasta lagi 18. februar 2022 kl. 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til forkvinnuna Tóru við Keldu tel. 517373.

Meir um MEGD á megd.fo.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024