Sjálvsfatan og sjálvsvirðing

februar 7, 2022

Nýggjasta MEGD-blaðið snýr seg um hugburð um brek. Les greinina, sum Róland í Skorini, cand. mag. í religiónsvísindi og fronskum, skivaði til blaðið.

Greinin í blaðnum er við myndum, og hana finnur tú við at  trýsta her. 

Sjálvsfatan og sjálvsvirðing

Tá ið eg fari at vitja vinmannin í fongslinum, spyrji eg ikki, um eg kann sleppa at vitja brotsmannin, men um eg kann sleppa at práta við mín góða vin. Eg veit, at hann hevur framt eina brotsgerð, men eg veit eisini, at hann so mangan hevur hjálpt mær. Eg kenni hann ikki bara sum brotsmann, men sum vin. Hann er meir enn bara brotsmaður.

Tá ið eg fari at vitja á heimi fyri fólk við breki, spyrji eg ikki eftir tí brekaða, men eftir skilmanninum ella vinmanninum. Hann er meir enn brekið, hann er skilmaður og vinur mín.

Tá ið eg til próvtøku havi givið næmingi 0 og síggi hann aftur á gøtuni, sigi eg ikki: Hygg, har kemur nullið! Nei, hann er altíð meir enn eitt tal. Hann fekk nú eisini 10 í øðrum faki. Men hann er fyri mær hvørki 10 ella null. Hann er meir enn nullið. Hann er menniskja við ørgrynnu av førleikum og møguleikum.

Men hvørja sjálvsfatan og sjálvsvirðing hava brotsmaðurin, tann menningartarnaði og nullið? Og hvørja persónsfatan hava vit hvørt av øðrum?

Vit hava øll framt onkra brotsgerð ella lógarbrot. Vit bera øll ymisk brek. Vit hava øll fingið bæði ringar og góðar karakterir. Men ein persónur er altíð meir enn hann ger, tvs. at hann er altíð meir  verdur enn gerðirnar. Mong, sum bera brek, eru okkara fyrimyndir. Nú kunnu vit spyrja, hvussu  Megd kann stimbra sjálvsfatan og sjálvsvirðing.

 

Hvussu ávirkar sjálvsfatan okkara sjálvsvirðing?

Í einum samfelag har virðir og gagn bert verða gjørd upp í pengum í mun til førleikar, er stórur vandi fyri, at mong menniskju verða undirmett, niðurgjørd, sett í bás ella gloymd. Av somu orsøk undirmeta mong seg sjálv og líða av undirlutakenslum. Orsøkin er ofta, at sjálvsfatan og persónsførleikar koma í bland í okkara hugburði og atburði. Vit eru farin at virðismeta okkum sjálv og hvørt annað bert í mun til førleikar og ikki í mun til, hvat eginvirði vit sum persónar hava. Ein súkkla hevur ikki eginvirði; um hon brotnar, kann ein nýggj keypast av sama slagi. Tað ber ikki til, tá tað snýr seg um menniskju.

 

Móðir Teresa og doyggjandi nýføðingurin

Móðir Teresa (1910–1997) viðurkendi eginvirði av nýføðingi, sum varð funnin á gøtuni, og sum var so illa fyri, at hann bert hevði nakrar fáar tímar eftir at liva. Hon røktaði hann av fullum huga, til hann doyði. Kendi rithøvundurin og BBC journalisturin Malcolm Muggeridge spurdi hana, hví hon gjørdi tað, og um tað hevði nakran týdning fyri indiska búskapin. Var tað ikki nyttuleyst? Hon svaraði við nýføðinginum í hondunum: This is the image of God! 

Hvat var nú munurin á hugburðinum hjá Móður Teresu og hugburðinum aftan fyri spurningin hjá Muggeridge? Hon var leys av relativum, økonomiskum, materialistiskum hugburði; hennara hugburður var rótfestur í filosofiskari trúgv uppá, at persónurin hevði absolutt eginvirði.

Hennara hugburður stavaði frá filosofiini í skapanarsøguni, har øll menniskju bera Guds mynd í sær og tí mugu virðast uttan mun til førleikar, rasu, stætt ella húðarlit.

Í skapanarsøguni verður persónurin lyftur upp um djóra- og evnisheimin og lýstur sum Guds mynd.

Hvat vil tað nú siga? Filosofiskt og etiskt í fyrsta lagi, at menniskjað fatar og virðismetir seg sjálvt sum persón í samskifti við Skaparan og síni medmenniskju, og kognitivt sum frælst og leyst av niðurgerandi hugburði; í øðrum lagi at øll onnur menniskju eisini eru á sama støði og mugu viðurkennast sum fullverdug medmenniskju.

Vit síggja her, at sterk sjálvsfatan og tilvitað sjálvsvirðing eru avgerandi fyri at varðveita persónstign og persónsvirði hjá tí einstaka.

Vit síggja eisini, at hugburðurin hjá Móður Teresu er stýrdur av fatanini og viðurkenningini av persónliga eginvirðinum hjá nýføðinginum. Hugburðurin er fenomenologiskur, tvs. at hugburðurin stavar frá frumupplivingunum, barnið hevur av sínum upprunaliga samskifti við mammu, pápa, systkin, ommu, abba og onnur, og sum hesi somuleiðis hava við barnið. Vit eru fødd inn í samskifti. Persónsvirði og persónsvirðing eru tí ikki bara sosialar konstruktiónir; ein mamma er og verður verandi mamma, sonur er og verður verandi sonur, dóttir er og verður verandi dóttir osfr. í øllum viðurskiftum alt lívið uttan mun til, hvørji brek vit bera. Ongin má misskilja hetta; sjálvandi kunnu menniskju oyðileggja og avskepla sjálvsfatan og persónsvirðing, men ongin kann melda seg burtur úr tí biologiska og fenomenologiska  persónssamskiftinum, hann er føddur ella livir í.

 

Martin Luther King - sjálvsfatan og sjálvsvirðing

Martin Luther King (1929–1968) legði dent á, at endi ikki fekst á mismuni, vanvirðing, kúgan og rasismu, um svørt og hvít ikki broyttu sjálvsfatan og sjálvsvirðing og lærdu at síggja og virða hvørt annað við persónstign og virðing.

Eg havi lýsing hangandi á vegginum frá 15. juli 1820, har lýst verður, at fimm trælir eru til sølu í eini plantasju í Suðurstatunum í USA. Hugburðurin var, at menniskju vórðu mett sum vørur, sum kundu seljast. Virðið varð mett í mun til førleikar, og tí verður upplýst, at Tobias, 28 ár, er góður tænari, Hannibal, 20 ár, góður arbeiðsmaður, Joshua, 40 ár, framúr góður fiskimaður, Abraham, 25 ár, sterkur og frískur, og so Eliza, ung kvinna, von við húsligt arbeiði og sjúkrarøkt. Vit síggja, at persónsvirðingin ikki er stýrd av somu fatan sum hjá Móður Theresu. Hugburðurin er rasistiskur og niðurgerandi, og tí verður atburðurin eisini rasistiskur.  

 

Trælahald og sjálvsvirðing

Tað tók langa tíð at broyta hugburð og atburð í sambandi við trælahald. William Wilberforce (1759-1833) parlamentslimur í London, fekk íblástur frá John Newton (1725–1807), sum hevði verið skipari og ført manga last við trælum úr Afrika. Tá hann tók við kristnari trúgv, broyttust bæði hugburður og atburður. Hann gavst at flyta trælir. Hann er kendur fyri at hava yrkt heimskenda sálmin Amazing Grace og at eggja Wilberforce at leggja uppskot fyri parlamentið um at avtaka trælahandilin. Tað eydnaðist, men ikki fyrr enn í 1807. Í 1833 eydnaðist eisini at avtaka sjálvt trælahaldið.

 

Royking, hugburður og atburður

Fyri nøkrum árum síðan var góðtikið at roykja í almenna rúminum bæði innan- og uttandura. So broyttu nøkur hugburð, tá tey fingu at vita, hvussu skaðilig royking er. Og tey broyttu so eisini atburð. Men onnur broyttu ikki hugburð, fyrr enn lóg varð samtykt móti royking í almenna rúminum. Sosialiseringin við  roykingini minkaði, færri royktu, tað gjørdist ópopulert at roykja, og tí góvust uppaftur fleiri. Lóggáva broytti atburð, og atburður fekk fólk at broyta hugburð.

Soleiðis ávirkar hugburður atburðin, men atburður ávirkar eisini hugburðin. Megd kann arbeiða miðvíst bæði við at broyta hugburð og atburð í samfelagnum. Men mest grundleggjandi er at fata, at sjálvfatan og sjálvsvirðing eru knýtt at fatanini av persónstign, persónsvirði og eginvirði. Kognitivt at fata, at ein persónur hevur eginvirði og persónstign, styrkir menniskjað. At fata, at menniskjað hevur absolutta persónstign og eginvirði, styrkir persónin og broytir bæði hansara sjálvsfatan, sjálvsvirðing, hugburð og atburð.

 

Sangur í Auschwitz

Hví gjørdu nakrir jødar tað ómøguliga at syngja ein sálm á veg inn í gasskamarið. Alt var tikið frá teimum, familja, heim, arbeiði, matur, klæði, hár og navn. Teir vóru onki verdir í nazistiskum eygum. Hitler royndi at taka alla tign, allan samleika, alt eginvirði frá teimum; teir vóru bert eitt tatoverað tal á arminum, sum neytini á sláturvirkinum. Teir høvdu onki eginvirði eftir nazistiskum hugburði og enn minni eftir nazistiskum atburði. Teirra sálmasongur var í grundini ein sigurssongur, eitt mótmæli móti nazistiskum hugburði og atburði.

Hitler kundi taka alt frá teimum uttan teirra sjálvsfatan og sjálvsvirðing, tí teir vistu, at teir høvdu persónstign og absolutt eginvirði. Tað vístu teir við sálmasanginum. Teirra sjálvsfatan og sjálvsvirðing var knýtt at tí virði, teir høvdu í Guds eygum, og tí virði, teir sóu í sínum næsta. Við næstakærleika ber til at staðfesta persónstign og eginvirði hvørt hjá øðrum.

 

Næstakærleiki, sjálvsfatan og sjálvsvirðing

Næstakærleikin hevur dupultan týdning fyri hin einstaka. Fyri at elska sín næsta má hin einstaki fyrst læra at elska seg sjálvan, t.v.s. góðtaka og virða seg sjálvan. Hann skal jú elska næstan sum seg sjálvan. Tá ið hann soleiðis hevur positiva sjálvsfatan, kann hann veruliga fara undir at elska sín næsta, tí nú er hann tilvitaður um, hvat næstin hevur brúk fyri.

Í fyrsta umfari sær tað út sum egoisma. Men spurningurin er, hvat egoisman kann brúkast til? Tað finnast tvey sløg av egoismu, sjálvsøkin egoisma og uppofrandi egoisma. Hon kann brúkast egoistiskt ella uppofrandi. Hon kann flytast yvir á næstan, tá er hon relationell í virðiligum samskifti við næstan. Tá er sjálv egoisman positiv, tí hon er broytt til sterkan næstakærleika. Okkara besti møguleiki í lívinum er at menna og styrkja sjálvsfatan og sjálvsvirðing við kærleika. Men til tað krevst bæði sterk sjálvsfatan og sjálvsvirðing, sum byggja á absolutt persónsvirði og tilvitað eginvirði.

 

MEGD og politikkur

MEGD hevur m.a. sum endamál at menna og stimbra sjálvsfatan og sjálvsvirðing. Men spurningurin er, hvussu tað best kann gerast. Svarið kann vera at undirvísa um týdningin av positivari sjálvsfatan og sjálvsvirðing. Ein annar møguleiki er at royna at broyta hugburðin mótvegis fólki við breki. Men tá verður eisini neyðugt at ávirka myndugleikar og politikarar at smíða lógir og kunngerðir, sum noyða okkum at broyta óhóskandi atburð, tí samfelagsliga broytir atburður eisini hugburð.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024