Visjónir um tann inkluderandi skúlan

februar 28, 2022

Nýggjasta MEGD-blaðið snýr seg um hugburð um brek. Les samrøðuna við Fridu Poulsen, fólkaskúlalærara, cand.ped.ped.psyk og Phd-lesandi um tann inkluderandi skúlan. Hon vísir á, at vit gera øgiliga, øgiliga lítið við at tosa um, hvussu vit menna tann inkluderandi skúlan og at útbúgva fakfólk og starvsfólk til tað. Samanumtikið: Hvussu rúmligur skal okkara fólkaskúli vera?

 

Orð og mynd: Sonne Smith

Frida Poulsen, ph.d.-lesandi, ið granskar evnið inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, heldur, at tað ljóðar øgiliga klisjekent, men eitt, sum hon heldur vera átrokandi, er hetta at seta á tann almenna breddan, at vit royna at arbeiða við okkara hugburði: Hvat skal skúlin vera? Hví hava vit ein skúla? Hví hava vit undirvísingarskyldu fyri okkara børn? Hvat er skúlin? Er hann eitt læringsstað, eitt uppalingarstað, eitt mentanarstað, eitt sosialt stað ... hvussu skuldu vit ment okkum?

 

Kopiera áhaldandi danska skúlan

Líkt er til, at vit áhaldandi kopiera tann danska skúlan. Hetta eru hvørt sítt samfelag, og tað er nettupp hetta, sum er so øgiliga týdningarmikið, at vit taka okkara skúla í álvara og taka ábyrgd av, at vit hava yvirtikið fólkaskúlan.

Sjálvandi skulu vit lata okkum kveikja av øðrum londum við nýggjum og øðrvísi hugsjónum. Men tað er sera umráðandi at duga at lofta visjónum og fáa tær lagaðar eftir okkara samfelag og skúlum. Og ikki minst at vit taka ábyrgd av, at vit eitt nú hava skrivað undir breksáttmálan og aðrar altjóða sáttmálar.

Søguliga mett hava vit havt ein skúla fyri øll í Føroyum, og tað er rætt, at vit ikki hava havt nógv sertilboð. Søguliga mett er søgan um skúlan fyri børn og ung við serligum tørvi eitt sindur øðrvísi enn í okkara grannalondum.

Vit fingu í roynd og veru einki sertilboð fyrr enn í 1962, tá ið vit fingu deyvaskúlan sum tann fyrsta. Áðrenn hetta fóru børn við serligum tørvi av landinum, og tað vóru børn við likamligum og kognitivum brekum, altso børn við menningartarni og fysiskum brekum, so okkara skúlasøga í Føroyum á tí sernámsliga økinum er rættiliga ung.

Vit hava havt ein skúla fyri øll, kunnu vit siga, og vit hava ikki havt stórvegis sertilboð. Men tann inkluderandi skúlin leggur upp til meira og annað enn ein skúla fyri øll, og tað er kanska har broytingin ella paradigmuskiftið hendir, og tað er har, vit standa í Føroyum enn.

 

Tann inkluderandi skúlin

Hava vit tann inkluderandi skúlan? Eru vit á veg til ein inkluderandi skúla? Ella er tann inkluderandi skúlin, sum er staðfestur í Salamanca-yvirlýsingini frá 1994, komin ov stutt áleiðis?

Frida Poulsen veit at siga, at hugtakið um ein inkluderandi skúla varð til í spanska býnum Salamanca. Og grundin til, at vit tá tosaðu um ein inkluderandi skúla, var nettupp, at vit hugsaðu, at børn við serligum tørvi skuldu verða inkluderað í tann vanliga skúlan.

Í Salamanca-yvirlýsingini stendur millum annað, at serundirvísing kann ikki mennast isolerað. Hon má vera partur av eini og hvørjari yvirskipaðari útbúgvingarætlan (...) sum krevur eina størri umskipan av okkara vanligu skúlaskipan. So tað var sæð í ljósinum av sernámsfrøðini, at hugtakið um tann inkluderandi skúlan spratt.

Nógv er skrivað og granskað í evninum um, hvussu ein inkluderandi skúli kann mennast og skipast.

Í okkara grannalondum hava tey arbeitt nógv við at menna tann inkluderandi skúlan, til dømis í Danmark og Íslandi. Tey hava fingið tað inn í sína fólkaskúlalóg, at skúlin skal arbeiða fyri einum inkluderandi skúla, meðan vit í Føroyum, í hvussu er tá ið tað ræður um lóggávu og tílíkt, ikki hava givið hugtakinum stórvegis gætur.

 

Kanska vita vit ov lítið

Í Føroyum hoyra vit so lítið um, hvørt vit skulu hava tann inkluderandi skúlan ella ikki. Og tað er undrunarvert, heldur Frida Poulsen.

Atvoldin til tað er óivað eitt samanspæl millum nógvar ymiskar faktorar. Ein grundin er kanska, at tann politiska skipanin og umsitingin av skúlunum eru so serstøk og fáment, at orka og stundir ikki rættiliga eru at lofta og umseta altjóða visjónir og viðtøkur til gerandisdagin í skúlunum.

Men sjálvandi, tað er ikki tann politiska skipanin, sum einsamøll ger av, hvørja kós fólkaskúlin skal seta sær. Tað er helst eisini ein spurningur um, hvussu vit í Føroyum arbeiða við at menna okkara skúlaverk, hvussu samanspælið er millum skúlar, og hvat skúlar halda vera neyðugt og vilja arbeiða við.

Aftur her kunnu vit siga, at vit í Føroyum eru í eini serstøðu, tí at vit eru so fáment, og vit hava eina serstaka bæði politiska- og skúlafakliga mentan. So tað sigur seg sjálvt, at tað er avbjóðandi at umseta altjóða rák og visjónir, sum føðast úti í stóru verð í londum við aðrari mentan og aðrari skúlasøgu.

 

Breksáttmálin

Hvussu lofta vit so tí í Føroyum?

Frida Poulsen vísir á, at vit hava millum annað samtykt breksáttmálan, sum greitt sigur, at vit skulu hava ein inkluderandi skúla. Men hvat merkir tað? Hvussu gera vit tað? Hvussu transformera vit ta visiónina í skúlaverkið?

Her hevur tann politiski myndugleikin avgjørt sína ábyrgd, men tað er eitt stórt apparat, sum skal í gongd fyri at seta slíkar visjónir í verk, men hvussu skal tað so síggja út í okkara lítla samfelag, tí vit hava søguliga sæð havt traditión fyri at hava ein skúla fyri øll.

Í Danmark harafturímóti varð arbeitt fyri einum inkluderandi skúla, millum annað tí, at tey vildu minka munandi um tey mongu sertilboðini, sum tey høvdu skipað. Altso, tað var eitt so stórt prosenttal av donskum næmingum, sum gingu í serflokkum í serskúlum, og ta kósina vildu tey hava vent. Vit hava jú ikki verið í somu støðu, tí at vit havt so fá sertilboð.

Bara fyri nøkrum heilt fáum árum síðani hava vit havt nærum allar okkara næmingar í vanliga fólkaskúlanum, har talið á teimum, ið hava gingið í serskiltum skúlatilboðum, hevur verið undir eitt prosent. Tey seinastu fáu árini er talið munandi økt.

Danskarar hava havt so nógv sertilboð í so nógv ár. Tað kann tykjast, sum vit í Føroyum ikki hava givið okkum far um tørvin á sertilboðum í sama mun.

Frida Poulsen sigur, at vit hava einki lívligt kjak í Føroyum um tann inkluderandi skúlan. Vit hoyra lítið um tað í tí almenna rúminum, og tað kann hava samband við, at vit kanska halda, at vit hava ein inkluderandi skúla, tí vit hava so nógvar næmingar í okkara skúla.

Tó hetta nýtist ikki neyðturviliga at merkja, at vit hava ein inkluderandi skúla, tí hann krevur, at vit kunnu geva øllum børnum eitt nøktandi og mennandi tilboð, har tey hava møguleika bæði at vera virkin og góðtikin og fáa høvi til at mennast og læra.

- Og tað krevur eina serliga vitan, um vit skulu bjóða øllum mennandi tilboð, og tað er har vit síggja eitt rák nú, sigur Frida.

 

Hugburðurin broytist

Bara fyri nøkrum árum síðan, áðrenn vit fóru at byggja út við serflokkum, høvdu vit næstan allar næmingar í okkara vanliga fólkaskúla í vanligum flokkum, meðan vit nú hava upp í fleiri og fleiri serflokkar, og tað bendir á – í hvussu er eftir tí, sum vit hoyra – at børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð.

Hugburðurin broytist, men Frida heldur, at vit skulu vera rættiliga varin beint nú, tí sjálvandi skulu vit arbeiða fyri at menna skúlatilboð soleiðis, at børn við serligum tørvi fáa høvi at mennast og trívast og læra og eisini at kunna vera virkin. Men, hvussu gera vit tað?

- Eg haldi, at tað er rættiliga umráðandi, at vit hugsa okkum væl og virðiliga um, og her kemur spurningurin um, hvørja kós vit ætla at seta fyri okkara skúlaverk. Er tað tann inkluderandi kósin, ella eru vit í ferð við at fara í ta veitina, sum millum annað okkara grannalond hava verið í fyri einum 20 árum síðan, tá ið tey fóru undir at byggja hesi sertilboðini upp, og tí haldi eg, at vit skulu vera rættiliga varin.

Vit síggja, at fleiri og fleiri koma av hesum sertilboðunum ymsastaðni, og kanska er tað gott, men vit skulu ansa eftir, hvussu vit gera tað, tí vit kunnu enda í teirri støðu, at vit hava sertilboð alla møguliga staðni, og at vit koyra fleiri og fleiri børn í hesi sertilboðini. Og tá er spurningurin: Eru tað hesi sertilboðini, sum børnini hava brúk fyri, og at skúlin als ikki hevur rúmd fyri teimum? Ella er tað soleiðis, at undirvísingar- og læringshugtakið ella mátin, vit skipa felagsskapin upp á í skúlanum eru atvoldin til henda økta tørv á sertilboðum?

Hetta er ein balansa, og tað eru nógv, sum tosa um, at vit skulu arbeiða við eini moderatari inklusjón samstundis við, at vit skulu arbeiða fyri og menna tann inkluderandi skúlan og ikki bara ein skúla fyri øll, men veruliga geva dygdargóð tilboð fyri øll í einum felags skúla.

 

Vit útfluttu vitan

Frida Poulsen sigur í hesum sambandi, at okkara søga á sernámsliga økinum er eitt sindur øðrvísi ella eitt sindur serstøk, tí at vit áðrenn 1962 útfluttu børn, ið høvdu ein serligan tørv. Upp á tann mátan útfluttu vit eisini vitan, sum ikki varð dyrkað í Føroyum, tí onnur fakfólk tóku sær av tí aðrastaðni. Tí hava vit eitt glopp har.

Men sjálvandi, vit hava havt og hava serlærarar í Føroyum, og javnan hava vit havt serlæraraútbúgving í boði. Seinastu serlærararnir vóru útbúnir í 2011. Síðan tá hava vit onga serlæraraútbúgving havt.

- So jú, vit hava við jøvnum millumbili útbúgvið fólk at arbeiða innan tað sernámsfrøðiliga økið, og vit hava arbeitt við at uppbyggja vitan og førleikar úti í skúlunum.

Men er samsvar millum tað, vit siga og gera, tá ið tað ræður um inklusjón í fólkaskúlanum?

Einki er at ivast í, at skúlarnir royna alt tað, teir eru mentir, men tað sigur seg sjálvt, at hava vit ein skúla við til dømis 100 næmingum, og tú hevur lærarar, ið eru útbúnir til vanliga undirvísing, so ber illa til at hava servitan í øllum skúlum.

Vit hava fingið førleikastovur, men tær eru so smábýttar, tí at tey siga, at tímarnir eru ov fáir til veruliga at fara inn í undirvísingina.

Á Sernámi siga tey, at tey eru eisini sperd, í hvussu er til at koma út í allar krókar í landinum. Um tann viðurkenningin er knýtt at, hvussu nógv vit hava av ekspertisu ella servitan, so vita vit, at tey fáa ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tey royna, men um tað er nóg mikið, tað loyvir Frida sær at ivast í.

Tann inkluderandi skúlin við Salamanca-yvirlýsingini var knýttur at tí serliga tørvinum á serundirvísingini, meðan vit nú hava førkað okkum víðari og siga, at tann inkluderandi skúlin snýr seg ikki bara um at inkludera børn við serligum tørvi, men um at skapa ein skúla, sum er so rúmligur, so góður, so tollyntur, at hann varðar um øll børn, eisini um børn við øðrum etniskum uppruna, sum vit hava nógv av í Føroyum. At hann varðar um tað fjølbroytni, sum altíð valdar millum børn og ung.

Hugsa vit so um ta fakligu menningina av starvsfólki í sambandi við tann inkluderandi skúlan, so snýr tað seg ikki bara um tað sernámsfrøðiliga, og tað er her, vit síggja, at orðaskiftið er so lítið í Føroyum. Vit hava so lítið av orðum at fylla á tann inkluderandi skúlan, heldur Frida, og tað ger seg galdandi bæði í og rundan um alt skúlaverkið.

- Vit hava slett ikki havt nakað orðaskifti um tað, men tað átti í hvussu er at havt týdning, at vit hava skrivað undir sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek. Tað sigur púra greitt, at vit skulu menna tann inkluderandi skúlan, men vit hoyra lítið um tað í samfelagnum, heldur Frida Poulsen.

Tað nyttar lítið at siga, at skúlin skal vera fyri øll. Tað nyttar so lítið, um skúlin ikki eisini kann veita eitt nøktandi, mennandi skúlatilboð.

- Og tað er har, vit skulu arbeiða, hugsi eg. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024