Støðan í Ukraina er skelkandi

mars 1, 2022

EDF, The European Disability Forum, hevur sent út alment skriv viðvíkjandi verju av fólki, ið bera brek, í vandastøðu og menniskjaligari neyðstøðu í Ukraina.

Mett er, at eini 2,7 mió. fólk í Ukraina bera brek, og støðan er skelkandi.

Hesi eru í serligum vanda fyri at verða latin eftir, at uppliva harðskap, deyða og manglandi atkomu til neyðuga hjálp. Kvinnur eru í serligum vanda fyri kynsligum ágangi og børn fyri misnýtslu og misrøkt.

Kunning um neyðstøðuna er ofta ikki atkomulig fyri øll og støð, har fólk søkja sær skjól, heldur ikki. Tí eru mong noydd at vera verandi heima uttan møguleika fyri at søkja sær skjól.

Mong búgva á stovni, og eru framman undan avskotin frá vanliga lívinum, og hesi eru nú í avgjørdum vanda fyri at vera latin eftir og gloymd. Bara í Ukraina eru minst 82.000 børn í vanda, og afturat teimum býr eitt ótal av fólki, ið bera brek, á stovnum.

Heitt verður á politisku leiðslurnar og tey, ið veita hjálp, um at tryggja, at hesi eisini fáa grundleggjandi tørv nøktaðan.

At tey:

  • fáa fulla atgongd til humanitera hjálp
  • verða vard frá harðskapi, misnýtslu og misrøkt
  • fáa nøktandi kunning um skjól, stuðul og hjálp at skilja mannagongdir
  • fáa neyðuga atgongd til grundleggjandi tænastur, so sum reint vatn, heilsutænastur og - hentleikar, sosialan stuðul, flutning og kunning 
  • fáa innivist og ikki verða latin eftir - hetta er eisini galdandi fyri tey, ið búgva á stovni og barnaheimi
  • verða tikin við í humaniteru hjálpini gjøgnum ymisku feløgini 
  • ið eru serliga útsett fáa verju - kvinnur, børn, tey, ið eru blind, deyv og blind/deyv, tey, ið hava menningartarn og sálarsjúku og tey, ið hava tørv á nógvum stuðli og hjálp.

Í dag er Evropa í kríggi. Tí minnir EDF partarnar á ábyrgd teirra at tryggja fólki, ið bera brek, verju.

Grein 11 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, við heitinum Vandastøður og menniskjalig neyðstøða, sigur: Limalondini skulu, í samsvari við sínar skyldur eftir altjóða lóg, íroknað altjóða humaniterlóg og altjóða mannarættindalóg, taka øll neyðug stig til at tryggja fólki, ið bera brek, verju og trygd, tá ið tey eru stødd í vanda, eisini í vápnaðari ósemju, neyðstøðu í krígstíð, og tá ið nattúruvanlukkur henda.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024