Aðalfundurin 2022 - Vit liva og virka

mars 9, 2022

Mánadagin 7. mars varð bjóðað til árliga aðalfundin hjá MEGD. Væl av fólki vóru møtt, tá ið Tóra við Keldu, forkvinna, bjóðaði vælkomin og vegna starvsnevndina skeyt upp at velja Fríðu Patursson, advokat, til fundarstjóra. 

Tað var Jónvør Christiansen, aðalskrivari, sum legði fram roknskapin saman við býtislyklinum og fíggjarætlan. Á skránni stóð eisini formansval og starvsnevndarval. 

Tóra við Keldu, forkvinna, stóð fyri vali og stillaði upp aftur. Eisini stillaði Terji Beder upp. Við atkvøðugreiðslu varð Tóra við Keldu afturvald til forkvinnu hjá MEGD.

Tveir limir skuldu veljast til starvsnevndina. Anna Petersen fyri Giktafelagið og Randfríð Skorheim Sørensen fyri Epilepsifelagið hava sitið tvey skeið og kundu tí ikki veljast aftur sambært § 9 í viðtøkunum. Í uppskoti til starvsnevnarlimir vóru Terji Beder úr Giktafelagið, Katrin Jacobæus  úr CP Føroyar og Petur Elias Petersen úr Parasport Føroyar.

Við atkvøðugreiðslu vóru Katrin Jacobæus og Petur Elias Petersen vald í starvsnevndina.

Við vón um gott og gevandi samstarv ynskir MEGD teimum hjartaliga tillukku við valinum. Á fundi týsdagin 15. mars skipar starvsnevndin seg við næstforfólki.

Eisini takka vit Annu og Randfríð fyri gott samstarv.

Her eru nakrar myndir frá aðalfundinum.

***

Her kanst tú lesa formansrøðuna, ið var hildin á aðalfundinum:

Vit liva og virka

Í 40 ár hevur MEGD saman við tykkum í limafeløgunum áhaldandi virkað fyri at betra um umstøðurnar hjá einstaklingum, ið bera brek, at liva og virka í føroyska samfelagnum.

Eitt virkið lív er eingin sjálvfylgja. Eitt virkið lív krevur góðar umstøður og rættar karmar.

Á 40 ára degnum fingu vitjandi ein pakka av fræ, og á baksíðuni stendur Sáa saman við MEGD. Fræini geva margarittur í alskyns litum.

Fræini vóru givin við vón um, at tey í røttum umstøðum bera ávøkst í viðurkenningini av, at allir avvarðandi partar fjálga um vøkstur og broytingar.

Tað eru jú grundleggjandi viðurskifti, ið viðvirka vøkstur.

 

24 persónligar søgur

Hetta sæst aftur í teimum 24 persónligu søgunum í bókini Vit liva og virka. Heitið ber lívsjáttandi boð um, at í urtagarðinum hjá hvørjum einstøkum er lív og virksemi, har tey ikki hava staðið einsamøll. Mong hava staðið saman við teimum, veitt lívd, vætu, hita og ljós. Ein søga er úr hvørjum limafelagi.

Saman við øðrum kann lívið blóma við lívi og virksemi.

Søgurnar bera samstundis boð um, at tey seinastu 40 árini er føroyska samfelagið broytt. Vit hava upplivað gagnligar batar á brekøkinum.

Vit eru nú 40 ár og ynskja framhaldandi saman við tykkum at tøða jørðina við vón um ríkt lív og virksemi við litføgrum ávøkstri.

Samstarvið gevur vón um enn fleiri broytingar og sjónligari vøkstur, tí enn eru vit ikki komin á mál. Havi hug at tríva í nakra av dagsins avbjóðingum.

 

Bíðilistar av vegnum

Almannaverkið hevur fleiri bíðilistar. Upplýst varð á Føroya Løgtingi, at á bíðilista til trivnaðartænastur frá Almannaverkinum vóru:

  • 40 til virknistilboð, harav sjey búgva hjá Almannaverkinum.
  • 46 til stuðulstænastu.
  • 43 til umlætting.
  • 167 til bústað

Í tráð við lógina um almannatrygd og tænastur hevur MEGD millum annað víst á, at tilboðið Tann góða tilgongdin eigur at verða víðkað til allar familjur við barni við avbjóðingum, og viðlíkahaldsvenjing eigur at standa øllum, ið hava tørvin, í boði.

Í farnu viku varð upplýst, at bíðitíðin til útgreinan í Barna-og ungdómspsykiatriini er umleið 18 mánaðir, og at 211 børn og ung eru á bíðilista til útgreinan. Í miðal verða trý útgreinað um vikuna, tí sjálv tilgongdin tekur tíð, varð sagt.

Her eigur samskipanin millum geirar at verða ment, eins og samstarvið tvørtur um geirar skal fyribyrgja mistrivnað. Royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til aldursbólkin 15 til 35 ár virkar, og vónandi kann hon viðvirka til, at ávísingarnar til Barna-og  ungdómspsykiatriina fyri tey eldru ungu fer at minka. 

 

Breiðari samstarv til frama fyri heila menniskjað

Spurningurin, sum politiska skipanin skal seta og svara, er, hvussu samanhangandi og tvørgangandi tilboð verða tryggjað við grundleggjandi tænastum sum heild.

Í dag síggja vit, at av hvørjum 1000 krónum fara einar 363 krónur til almennar tænastur. Vitandi um, at vit vinna mest, um borgarar, ið bera brek, fáa rættar tænastur rættstundis, er spurningurin ikki, hvørjar tænastur skulu skerjast, men heldur, hvussu tær kunnu endurhugsast, so økið kann verða ment.

Afturat nøktandi játtan til lógina um almanna trygd og tænastur skal breitt samstarv millum avvarðandi partar gerast veruleiki. Hetta við langtíðarætlanum og langtíðarloysnum – yvir um løgtingssetur.

Ein tvørgeiralig brekpolitiskari virkisætlan, ið fevnir um fleiri øki og yvir eini 20 ár, kann vísa á raðfestingar, um hvat, nær og hvussu. Her skulu mál eisini kunna mátast, so vit vita, hvat vit gera.

 

Arbeiði og starvsetan

Fólk, ið bera brek, hava rætt til at arbeiða og forsyrgja sær sjálvum á einum rúmligum og atkomuligum arbeiðsmarknaði. Tí eiga átøk áhaldandi at gerast fyri at tryggja, at øll fáa vegleiðing í at finna, fáa og varðveita sítt pláss á arbeiðsmarknaðinum.

Eingi hagtøl á Hagstovu Føroya vísa, hvussu mong, ið bera brek, eru á arbeiðsmarknaðinum – ella ikki eru har.

Donsk hagtøl vísa, at 58 prosent av dønum, ið bera brek, eru til arbeiðis, í mun til 84 prosent av dønum sum heild.

Fyritreytir fyri at varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin eru smidligar og inkluderandi skipanir saman við atkomuligum og rúmligum arbeiðsplássum. Her er ein av grundleggjandi avbjóðingunum manglandi vitan um brek, og óivað eisini um tær kompenserandi skipaninar, sum longu eru.

Donsk tøl vísa, at bara 29,5% av kvinnum, ið bera brek, eru á arbeiðsmaknaðinum, fyri menn, ið bera brek, er sama tal 35,8%, ið eisini er ov lágt. Og um tú ert kvinna, ið bert brek, fært tú færri tilboð um arbeiði og ert í størri vanda fyri at uppliva harðskap.

Hetta er við til at køva trivnað.

 

Kvinnur, børn og ung

Donsk kanning frá 2018 um trivnað hjá børnum og ungum vísir, at 55% av gentum, ið bera brek, trívast verri enn tær, ið ikki bera brek. Tølini fyri dreingir, ið bera brek, er sama tal 36%. Væntandi eru føroysku tølini tey somu.

Hvussu tryggja vit, at børn og ung, ið bera brek, eru við og kunnu siga sína hugsan og verða hoyrd? Hetta eiga vit at spyrja við støði í grein 7 í breksáttmálanum og grein 12 í Barnarættindasátt-málanum.

Frágreiðing, ið Nordisk Vefærdscenter í 2021 lat gera, og sum MEGD slapp at vera partur av, vísir, at góð sosial sambond og møguleikar at taka lut og at ávirka hava alstóran týdning fyri eitt gott barna- og ungdómslív. Børn og ung, sum hava góð sosial sambond, fáa stuðul frá familju, møguleikar at taka lut og at verða hoyrd bæði heima og í skúlanum, hava betri sálarheilsu.

Tó vísa norðurlendskar granskingar, at tað er ein gjógv millum møguleikarnar, ið børn og ung, ið bera brek, hava, og teir møguleikarnar onnur børn og ung annars hava í gerandisløtum. Børn og ung, ið bera brek, vísa sjálvi á munin í møguleikum at taka lut.

Hetta samsvarar eisini við tøl um vaksin – bæði fyri menn og kvinnur.

 

Granskingarverkætlan

Týdningurin í sosialum sambondum sæst eisini aftur í granskingarverkætlanin um livikor hjá fyritíðarpensjonisum í Føroyum. Hetta er ein granskingarverkætlan, sum byggir á livikorkanningina, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2007.

Við kanningini, sum Olga Biskopstø hevur staðið fyri, fáa vit skjalfest tilfar, ið kann vísa hvørjir tørvir fyritíðarpensjónistar hava fyri at fáa ein nøktandi gerandisdag á jøvnum føti við aðrar samfelagsborgarar.

Sum Olga sjálv segði á altjóða brekdegnum 2021, so fær MEGD saman limafeløgunum brúkt tilfarið í arbeiðnum at bøta um livikorini hjá limunum, eins og at politiska skipanin og almennu stovnarnir kunnu gagnnýta vitanina. Olga nevndi úr rúgvuni tvey dømi, ið MEGD hevur víst á, sum høvdu bøtt um viðurskiftini á brekøkinum, um tey gjørdust veruleiki.

Annað var brekpolitiska talsfólkið, ið enn ikki er veruleiki. Endamálið við óhefta talsfólkinum er m.a. at granska á brekøkinum og við greiðari heimild og breiðum serkunnleika at koma við tilmælum, sum kunnu styrkja kor okkara, ið bera brek. Hetta við serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál.

Hitt dømi var viðvíkjandi samskiftisdepli, ið kann savna serkunnleika innan øll sløg av samskifti. T.d. avbjóðingar við hoyrn, sjón, talu, lesi-, skrivi- og talførleikum. Í einum slíkum samskiftisdepli kann ein tilgongd verða løgd til rættis fyri einstaklingin. Í dag eru tað fleiri, ið ikki fáa rætta ella nøktandi venjing í samskifti. Endamálið er at menna samskifti, so avbjóðingarnar í gerandisdegnum gerast minni, samskiftið betri og sjálvbjargni størri.

Kanningin, ið endaliga verður løgd fram seinni í ár, staðfesti samstundis, at tað er ein gjógv ímillum almennu stovnanar og brúkaran. Hetta forðar fyri, at tann einstaki fær best møgulig livikor. Nú hava vit tað skjalprógvað.

 

Takk fyri

Við hesu orðum er nú enn eitt ár byrjað. Við sorgblídni siga vit Jónvør Christiansen farvæl. Takk fyri tíðina, tú hevur virkað í MEGD. Vit ynskja tær alt tað besta og góðan arbeiðshug í nýggju uppgávuni.

Takk, Steindóra á Stongunum, fyri títt arbeiði á skrivstovuni. Takk eisini Anna Petersen og Randfríð Skorheim Sørensen fyri tykkara leiklut í starvsnevndini. Og í kvøld er fyri fyrstu ferð val um forkvinnu- ella formanssessin. Tað er gott, at fleiri bjóða seg fram.

Orðini kundu verið so nógv fleiri, tí her er nógv hjá okkum at gera. Men her steðgi eg. 

Takk fyri tykkara góða stríð so mongum at frama!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024