Fyrstu fylgjarakortini frá MEGD handað

mars 21, 2018

Nú meginfelagið hevur skift navn og búmerki, vóru fyrstu fylgjarakortini við nýggja navninum handað á Rásini í dag.

Í dag vóru tað Matteus Højgaard De Franca, Jákup Andrias Gram Høgnesen og Tordur í Túni, sum fingu teirra fylgjarakort handað og vóna vit, at teir fáa gleði av kortinum.

Støð, har kortið er galdandi eru:

Norðurlandahúsið
Søvn Landsins
Listasavnið
Tjóðpallur Føroya
Ítróttarsamband Føroya
Strandferðslan
Smyril Line
Kommunurnar
Atlantic Airways, fylgjarin fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísur.

Framyvir verður kunning løgd á megd.fo, so tann, sum er handhavi av hesum korti, fær kunning, tá onnur, enn tey sum eru nevnd her, koma við í fylgjaraskipanina. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024