Rættindi

Í dag er tað ikki ein sjálvfylgja, at fólk við breki hava somu rættindi sum onnur. Hetta arbeiðir MEGD áhaldandi við at broyta.

ST sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. MEGD arbeiðir nú fyri at fáa almennu Føroyar at íverkserta sáttmálan á øllum økjum í samfelagnum og at fáa eitt aðalráð at hava ábyrgdina av, at sáttmálin verður hildin.